Landsverk skal fáa 200 milliónir til at gera vegakervið trygt

Landsverk skal fáa pengarnar í smærri bitum hesi næstu 20 árini

 

Hesi næstu árini skal Landsverk fáa 200 milliónir krónur afturat at gera ábøtur á vegir, tunlar og brýr. Tað ætla teir báðir løgtingsmenninir fyri Miðflokkin, Bill Justinussen og Jenis av Rana.

 

Tí hava teir nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta Landsverki 20 milliónir krónur um árið afturat tí, stovnurin fær nú og endamálið við tí er at heinta alt tað forsømda inn aftur. Landsverk hevur nevniliga víst á, at játtanin til at halda vegakervið fyri, er so lág, at tey klára verri enn so at halda tørn, og sostatt versnar støðan hvørt einasta ár. Og hesar 20 milliónirnar, stovnurin skal fáast afturat, skal sostatt markast til at gera ábøtur á vegakervið fyri.

 

Miðflokkurin ætlar, at byrja longu í ár, og tískil mælir flokkurin eisini til, at Løgtingið samtykkir, at Landsverk fær eina eykajáttan til endamálið í ár.