Altjóða óroyndur dómari dømir Føroyar-Estland (U21)

Mehmet Türkmen hevur tó royndir frá bestu turkisku fótbóltsdeildini

Í kvøld klokkan 18 spælir føroyska U21-landsliðið fyrsta EM-undankappingardystin í hesari undankappingini.

 

Við Djúpumýru í Klaksvík taka Føroyar móti Estlandi.

 

Tað verður 33 ára gamli turkiski dómarin, Mehmet Türkmen sum dømir dystin millum Føroyar og Estland.

 

Tað jaliga er, at Mehmet Türkmen hevur dømt í bestu turkisku fótbóltsdeildini undanfarna kappingarár. Tað neiliga er, at hann hevur næstan ongar altjóða royndir. Mehmet Türkmen gjørdist altjóða dómari 1. januar í ár. 

 

Mehmet Türkmen hevur arbeitt seg uppeftir kann eins siga. Í 2017 byrjaði hann at døma dystir í fjórðbestu turkisku deildini. Í 2020 byrjaði hann at døma dystir í triðbestu deildini, og í 2022 byrjaði hann at døma dystir í næstbestu deildini, og í 2024 í bestu turkisku deildini, har tað hendir eitt sindur av hvørjum. 

 


FØROYAR - ESTLAND

Dómari: Mehmet Türkmen TUR

Hjálpardómari 1: Bersan Duran TUR

Hjálpardómari 2: Göktuğ Hazar Erel TUR

Fjórði dómari: Çağdaş Altay TUR

 

UEFA Dómaraeygleiðari: Stephen Tanner ENG

UEFA Umboð: María Medina Jiménez ESP