Á matvørupakkunum stendur altíð upplýst, nær síðsti søludagur er. “Best áðrenn” og “heldur sær í minsta lagi til” er vanligt at síggja á føroysku vørunum.
Soleiðis er tað eisini í Danmark, men nú byrja fleiri fyritøkur at broyta orðingina. Í staðin fyri at skriva “best áðrenn xx/xx”, verður heldur skrivað “ofta gott eftir xx/xx”.
Hetta er fyri at gera boðskapin týðiligari - at mann ikki nýtist at blaka matin burtur, tá ásetti dagurin er liðin. Dagfestingin í “best áðrenn” er bara vegleiðandi, men tey flestu halda, at maturin ikki kann etast eftir hetta. Tá maturin skal blakast út stendur nevniliga "seinasti nýtsludagur".
Sambært DR er tað appin fyri matoyðsl “ToGoodToGo”, sum stendur fyri átakinum. Fyritøkur, ið hava tikið undir við hesum, eru eitt nú Arla, Carlsberg, Løgismose Meyers, Thise og Toms.










