Palli og Flemming til Neista-kvinnur

Tað verða vestmenningurin Palli Joensen og Flemming Raben sum fara at standa á odda fyri besta kvinnuliði Neistans komandi ár.

 

 

Bólkurin, sum stendur fyri besta kvinnuliðnum hjá Neistanum váttar, at sáttmáli er gjørdur við venjaraparið, sum skal venja Neista-kvinnur.

 

Palli Joensen hevur drúgvar royndir bæði sum venjari og leikari. Sum venjari hevur hann áður staðið á odda fyri bestu mans- og kvinnuliðunum hjá VÍF og hjá StÍF. Eisini hevur hann vant kvinnrnar hjá Søljuni, umframt at hann í trý ár hevði ábyrgdina av føroyska manslandsliðnum.

                     

Flemming Raben er kendur maður í Neistanum bæði hjá teimum yngru og hjá kvinnunum og hevur verið knýttur afturat felagnum sum venjari í mong ár. Í fjør stóðu Flemming og Kári Horn á odda fyri kvinnunum, til Julian Johansen einsamallur tók yvir, og nú tekur Flemming so eitt tørn afturat saman við Palla.

 

Eisini er greitt, at Eirikur Magnussen, sum í mong ár hevur verið liðleiðari hjá Neistakvinnum, heldur fram við sínum leikluti uttan fyri síðulinjuna.