Jóan Símun Edmundsson hevur spælt sín seinasta dystin fyri AB. Tað stóð teimum flestu klárt, tá hann bleiv útskiftur móti Skála sunnudagin. Landsliðsframherjin fór beina leið í skiftirúmið.
Síðani tykist púra vist, at Jóan Símun skiftir til HB og at skiftið kemur upp á pláss í dag. Enn er óvist hvat fyri sáttmála talan er um, men tað er ikki óvanligt fyri HB at gera sáttmálar, sum eru longri enn eitt ár.
Sum skilst, so vil HB hava Jóan Símun í dag, so hann kann innlimast í Champions League hópin hjá HB, sum skal spæla móti Lincoln FC úr Gibraltar, og møguliga FK Partizan úr Serbia, um HB kemur víðari.
Jóan Símun verður sæddur sum avloysarin fyri Andrew av Fløtum í álopinum hjá HB. Andrew hevur havt eitt gott kappingarár, men hevur drigist við skaðar. Tað hevur útstillað HB álopið nakað seianstu dystirnar.