SSL-málið orsøk til vánaligt úrslit

Helgi Abrahamsen vísur á, at SSL málið kann hava ført við sær vánaliga úrslitið í veljarakanningini hjá Dimmalætting í vikuskiftinum.

Í veljarakanningini, sum Gallup hevur gjørt fyri Dimmalætting um vikuskiftið, sæst, at Sambandsflokkurin hevði tódnað niður í seks løgtingsumboð við einans 17,4 prosentum av undirtøkuni millum veljararnar. Var hetta veruligt valúrslit, hevði tað verið versta valið í 108ára søgu floksins. Stóri vinnarin hevði verið Javnaðarflokkurin, við 28,3 prosentum av undirtøkuni frá veljarunum og sostatt níggju tingfólkum.

 

Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin heldur at veljarakanningin allarhelst er merkt av persónsmálum, sum hava fylt nógv í fjølmiðlunum seinastu tíðina og Rigmor Dam, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, heldur, at serliga floksformaðurin hevur herðaklapp uppiborið fyri góðu veljarakanningina.

 

Helgi og Rigmor eru tó á einum máli um, at flokkanir dystast um somu veljararnar, og tað setir sín dám á úrslitini í veljarakanningini.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr hví tingfólkini halda at undirtøkan millum fólk er broytt