Taka nú eitt stig afturat at gera tunnil til Fámjins

Nú kunnu fyritøkur bjóða seg fram at gera tunnilin

Nú verður eitt ítøkiligt stig tikið til at gera tunnil til Fámjins. Tað hendir, nú Landsverk heitir á fyritøkur um at søkja um at verða góðkendar til at bjóða upp á arbeiðið. Løgtingið hevur samtykt at gera Fámjinstunnil fyri at bøta um ferðasambandið til og úr Fámjins.

Nýggi tunnilin verður umleið 1.200 metrar langur. Haraftrat skulu gerast umleið 1.000 metrar av landsvegi oman fyri Ørðavík og umleið 400 metrar oman fyri Fámjin. Nýggjar íbindingar skulu eisini gerast oman fyri Ørðavík og Fámjin til gamla vegin upp um Ørðaskarð.

Tilsamans er sostatt um at gera umleið 2.600 metrar av vegi og tunli. Landsverk sigur, at ætlanin er at bjóða arbeiðið út seinni í ár og at arbeiðið upp á sjálvan tunnilin skal byrja seint í ár. Eydnast tað, verður koyrandi ígjøgnum nýggja tunnilin um tvey, trý ár.