havt í øðrum londum við longri listaligari siðvenju. Júlíana Sveinsdóttir (1889-1966) og Ruth Smith (1913-1958) eru tvær undangongukvinnur í íslendskari og føroyskari list, við tað at aldursmunurin, sum [...] støðið hjá teimum báðum ger tað óneyðugt at tala fyri einari framsýning, men í ljósinum av 100 árinum fyri valrættinum hjá kvinnum í Íslandi og í Føroyum umframt Danmark hevur tað ligið nær at vísa eina felags [...] lærdu á Kunstakademinum í Keypmannahavn. Hóast tær høvdu tætt samband við Danmark og danska list, var tað í lýsingunum av teirra heimstaði, millum hav, himmal og berligt land, at teirra list rættiliga blómaði
túrurin skuldi gerast skjótari. Harry Jensen sigur, at nýggja skipið er umleið fýra metrar longri enn hitt gamla. - Tað eru 36 sitipláss í salongini, men sum eg havi skilt, er loyvda ferðafólkatalið um veturin [...] ferðandi um summarið - og 36 um veturin. Borgarstjórin sigur, at tað kann vera, at hesi tøl eru justerað, síðan skipið fór í sigling, men tað hevur hann einki hoyrt um. Skipið hevur nýggjar maskinur, og ymiskar [...] oynni góð við skipið, sum eisini royndist væl við lendingina í Skúvoy. Men, sum árini eru gingin, var Sildberin vorðin rættiliga ótíðarhóskandi. - Vit hoyrdu mangan gestir, sum vitjaðu okkum í Skúvoy,
nógvar kvinnur mugu bíða longri enn 14 dagar eftir eini slíkari kanning. Tær báðar tingkvinnurnar vísa á, at støðan, sum er íkomin, hoyrir ikki heima í eini nútímans heilsuverki, tí tað er altavgerandi, at [...] Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, skal nú greiða løgtinginum, og almenninginum frá, hvussu tað ber til, at føroyskar kvinnur ikki sleppa til kanningar at vita um tær hava krabbamein í bróstunum [...] til kanningar, hóast tær hava ávísing frá kommunulækna, tí knyklar eru funnir í bróstunum. Seinast var ein kvinna nú ein dagin í KvF og greiddi frá, at hon hevði bíðað í fýra mánaðir eftir at sleppa til
verið kendur sum yrkjari. »Ikki fyrr enn tá« er fyrsta og einasta skaldsøgan, hann hevur skrivað. Og tað var vorðið sum byrjan, tí bókin fekk sera góð ummæli og er heiðrað. – Hóast eg einaferð havi sagt, at [...] viðurkenning, og eg hevði als ikki væntað, at bókin fór at fáa so góða móttøku. Men tað er gott at fáa góð skoðsmál. Tað, sum eg havi verið fegnast um, eru brøv, sum eg havi fingið frá fólki við krabbameini [...] týtt bókina til danskt mál, og forlagið Torgard hevur útgivið bókina við heitinum «Først når...«. – Tað er bæði stuttligt og løgið at lesa seg sjálvan á einum øðrum máli – og vita, hvat tey fáa burtur úr
samdur, og tað vil so vera. Ikki er at ivast í, at okkkurt kundi verið gjørt øðrvísi, og kanska kundi okkurt havt bíðað. At lova gull og grønar viðalundir er eingin trupulleiki. Men, at føra tað út í lívið [...] Til valið í 2016 valdi eg at halda meg vekk. Sami tanki hevur spøkt aftur hesaferð. Men, ikki er tað so lætt. Alt meira fer fram á netinum. Tess vegna hoyrist nú eisini frá mær. Eg varð valdur í bygdarráðið [...] lívið er ikki altíð so lætt og tekur ofta longri tíð, enn ein væntar. Eg eri enn einaferð til dystin fús, um tú, kæri veljari, vísir mær álit týsdagin. Hvat eg fari at gera, veldst um, hvat tú veljari ynskir
tryggjar fólki heimafrið, er okkurt hóast alt hent. – Serliga er tað hugburðurin, sum er broyttur. Tónin er broyttur, tí tað er longri ímillum háðandi og niðrandi viðmerkingarnar, sigur felagið. – Atburðurin [...] at tað rýkur so illa frá summum skipum. Serliga hevur ágangurin verið nógvur á Skálafjørðinum og í Ánunum. – Ljóðdálking frá havnaløgnum og skipum er ein alsamt vaksandi trupulleiki og tí var felagið [...] rannaløgum hjá havnunum. – Men týdningarmest er, at politisk lyfti eru givin undan valinum, og at tað er komið við í samgonguskjalið, at nakað skal gerast. Í Føroyum er eingin beinleiðis reglugerð fyri
Umráðingartíðin gjørdist sera drúgv – tað gingu meira enn 10 ár, áðrenn Gunnar aftur setti seg við gittar at spæla. Í 2015 fóru Gunnar og systurin eina ferð til Føroya, og tað broytti alt. Tey fóru á G! Festival [...] Festival at lurta eftir tónleiki, og tað var ein løta á Sandinum í Syðrugøtu, at Gunnar broytti sína støðu til tónleik. – Føroyingar duga allir so væl at syngja og tíma so væl at syngja. Og tá ið eg stóð mitt [...] Havnar, segði eg við konuna hjá mær, at nú hevði eg aftur hug at spæla tónleik, og hon svaraði, at tað hevði hon bíðað leingi eftir at hoyra meg siga. Gunnar Holm-Lintermann hevur givið nýggjan sang út
#metoo: Sexsjikana var ein partur av gerandisdegnum 34 ára gamla Marlene Schiappa, ráðharri, stendur handan uppskotið, sum er vent móti ónærisligum og áleypandi atburi í almenna rúminum. - Tað er avgjørt neyðugt [...] Føroyskar kvinnur vilja ikki greiða frá ágangi Schiappa sigur, at tað er ein greiður munur millum sjikanu og sokallað flirt. - Vit vita, tá ið tað er farið forbí eitt mark og vit kenna okkum ótryggar ella s [...] ágang Nú tekur Frakland spurningin um sexsjikanu á eitt nýtt støði. Tí ein nýggj fronsk lóg skal gera tað ólógligt at rópa eftir kvinnum á gøtuni, og harvið forbjóða viðmerkingum, sum kunnu skiljast sum sexsjikana
landsstýriskvinna í mentamálum. Tá tey eru komin nakað longri áleiðis við arbeiðinum, verður opið hús á hvalastøðini, so fólk kunnu síggja, hvussu tað sær út. Tilsamans vóru 214 hvalastøðir kring allan heim [...] Hvalastøðin við Áir skal verða ein upplivingardepil, har land, kommuna og vinna samstarva. Tað er endamálið við eini ætlan, sum Søvn Landsins, Mentamálaráðið, Landsverk og Sunda Kommuna nú eru farin undir [...] . Søvn Landsins eru longu farin undir bráðfeingis tiltøk at tryggja at støðin verður varðveitt og tað arbeiðið gongur væl, sigur Mentamálaráðið. Fyrsti partur av hesum arbeiðnum er at hampa plásssið, tetta
hetta var helst bert ein glæntrileikur fyri at fjala útyvir, at politikarar ongar ætlanir hava at broyta nakað. Í øllum førum ikki næsta ár, sigur Pedagogfelagið. Felagið sigur, at støðan er tað eru ov [...] Børnini í Tórshavnar kommunu eru aftur gloymd. Tað heldur Pedagogfelagið, nú Tórshavnar býráð hevur lagt uppskotið fyri fíggjarætlanina fyri næsta ár, fyri býráðið. Fíggjarætlanin er ikki samtykt, men [...] barnatali og lønarvøkstri, sigur felagið. Annars sigur felagið, at eftir barnatalinum er tarvsfólkatalið tað sama næsta ár, sum í ár - men lønin hjá leiðarum er hækkað eftir barnatalinum. – Vit kunnu tí staðfesta