Nýggi Sildberin roynist avbera væl

- Skipið roynist væl við lendingina í Skúvoy, er óføra gott í sjónum og siglir skjótt, sigur Harry Jensen.

Eftir at hava røkt siglingina um Skúvoyarfjørð í stívliga tveir mánaðir, sigur borgarstjórin í Skúvoyar kommunu, Harry Jensen, at nýggjasta strandfaraskipið Sildberin hevur roynst væl á farleiðini.

 

- Jú, eg haldi, at skipið hevur roynst óføra væl, og eg haldi eisini, at øll eru samd um, at hetta er eitt gott skip, sum vit hava fingið á farleiðini.

 

Harry Jensen vísir á, at gamli Sildberin sigldi seint og rullaði illa, men kortini vóru tey í oynni góð við skipið, sum eisini royndist væl við lendingina í Skúvoy.

 

Men, sum árini eru gingin, var Sildberin vorðin rættiliga ótíðarhóskandi.

 

- Vit hoyrdu mangan gestir, sum vitjaðu okkum í Skúvoy, siga, at tey ætlaðu sær ongantíð við gamla Sildberanum aftur, sigur borgarstjórin brosandi.

 

Hann vísir á, at meðan túrurin av Sandi til Skúvoyar og aftur til Sands tók hálvan annan tíma ella meira við gamla Sildberanum, tekur tað nýggja skipinum ein tíma at gera sama túr.

 

- Nýggi Sildberin siglir vanliga við 11-12 míla ferð, men kann seta ferðina upp á einar 17-18 míl, um eitt hvørt skuldi gjørt, at túrurin skuldi gerast skjótari.

 

Harry Jensen sigur, at nýggja skipið er umleið fýra metrar longri enn hitt gamla.

 

- Tað eru 36 sitipláss í salongini, men sum eg havi skilt, er loyvda ferðafólkatalið um veturin 30. Annars haldi eg meg minnast, at uppsløgini í salongini siga, at Sildberin er góðkendur til 45 ferðandi um summarið - og 36 um veturin.

 

Borgarstjórin sigur, at tað kann vera, at hesi tøl eru justerað, síðan skipið fór í sigling, men tað hevur hann einki hoyrt um.

 

Skipið hevur nýggjar maskinur, og ymiskar instalatiónir eru eisini nýggjar. Haraftrat hevur nýggi Sildberin ein góðan krana.

 

- Jú, higartil kunnu vit bara siga, at vit eru nøgd við Sildberan, sum vit vænta fer at nøkta tørvin á farleiðini um Skúvoyarfjørð nøkur ár fram, sigur Harry Jensen.