Eg, Bjarki Henriksen, hevur ikki verið at síggja í valkjakinum á teimum sosialu miðlunum. So, nú er antin at halda seg vekk - ella at halda seg til.
Til valið í 2016 valdi eg at halda meg vekk. Sami tanki hevur spøkt aftur hesaferð. Men, ikki er tað so lætt. Alt meira fer fram á netinum. Tess vegna hoyrist nú eisini frá mær.
Eg varð valdur í bygdarráðið á Sandi á valinum í 2016. Sat eisini árini 2004 til 2008.
Eg taki fulla ábyrgd av politikkinum, sum bygdarráðið hevur ført seinastu fýra árini. Ikki altíð heilt samdur, og tað vil so vera.
Ikki er at ivast í, at okkkurt kundi verið gjørt øðrvísi, og kanska kundi okkurt havt bíðað.
At lova gull og grønar viðalundir er eingin trupulleiki. Men, at føra tað út í lívið er ikki altíð so lætt og tekur ofta longri tíð, enn ein væntar.
Eg eri enn einaferð til dystin fús, um tú, kæri veljari, vísir mær álit týsdagin.
Hvat eg fari at gera, veldst um, hvat tú veljari ynskir av mær. Eg vil ikki verða valdur fyri mín egnu áhugamál, men tíni.
Um tað fellir mær í lut at verða valdur, so skal mín lutur ikki liggja eftir at fáa eitt gott og gevandi arbeiðslag saman við hinum seks. Eg vil takka fyri gott - um ikki altíð samd - samstarv við fráfarandi bygdarráð.
Í valdystinum verður nógv sagt og skrivað, sum kanska var betur ógjørt. Um so er, at eg havi traðkað nakran á tærnar ella sagt okkurt, sum ikki hevur verið so væl dámt, biði eg so staðiliga um umbering.
At enda vil eg ynskja øllum teimum 15 valevnunum eitt gott val.
Má Guð vælsigna okkum øll - og minnist til, at veljarin velur altíð rætt.
Bjarki Henriksen