#Metoo: Nú skal óhóskandi atburður á gøtuni revsast

Frakland vil forbjóða óhóskandi atburi á gøtuni.

Seinastu dagarnar hava vit hoyrt nógv um sexsjikanu og beinleiðis ágang nú nógvar kendar kvinnur í Hollywood hava alment sagt frá, at Harvey Weinstein skal hava verið óhóskandi móti teimum á ymiskan hátt. Hetta hevur elvt til eitt rák á netinum, har kvinnur skriva #metoo og harvið vísa á, at eisini tær hava upplivað óhóskandi ágang. 

 


Les eisini: Hendan stjørnan hevur meldað fyri kynsligan ágang

 

Nú tekur Frakland spurningin um sexsjikanu á eitt nýtt støði. Tí ein nýggj fronsk lóg skal gera tað ólógligt at rópa eftir kvinnum á gøtuni, og harvið forbjóða viðmerkingum, sum kunnu skiljast sum sexsjikana. Javnstøðuráðharrin í Fraklandi Marlene Schiappa sigur sambært ritzau, at nýggja lógin skal viðføra, at brot verða revsað við bót á staðnum. 

 

 

Les eisini: #metoo: Sexsjikana var ein partur av gerandisdegnum 

 

 

34 ára gamla Marlene Schiappa, ráðharri, stendur handan uppskotið, sum er vent móti ónærisligum og áleypandi atburi í almenna rúminum. - Tað er avgjørt neyðugt við lóggeving á hesum økinum, tí sjikana á gøtuni er ikki partur av lóggevingini, sum nú er, sigur hon við útvarpsstøðina RTL. Lógin verður væntandi samtykt í næsta ár. 

 

 

Les eisini: #metoo: Føroyskar kvinnur vilja ikki greiða frá ágangi

 

 

Schiappa sigur, at tað er ein greiður munur millum sjikanu og sokallað flirt. - Vit vita, tá ið tað er farið forbí eitt mark og vit kenna okkum ótryggar ella sjikaneraðar á gøtuni, sigur hon. Hon nevnir sum dømi, tá ið ein maður fer forbí markið við at tosa við eina kvinnu einans 10 ella 20 cm frá henni, ella við at ganga aftaná henni á gøtuni í longri tíð og spyrja eftir hennara nummarið umaftur og umaftur. Fimm parlamentslimir í Fraklandi arbeiða saman við løgregluni og kommunalum myndugleikum fyri at fáa gjørt nýggjar reglur og harvið fáa staðfestir, hvørji sløg av sjikanu á gøtuni skulu revsast við bót. 

 

 

Les eisini: Danskur sjónleikari tosar um sexsjikanu

 

/ritzau/AFP