Tvær sterkar

Framsýning í Listaskálanum heiðrar tvær undangongukvinnur í hvør sínum heimlandi.

Í altjóða høpi er myndlistin í Íslandi og í Føroyum eitt nýtt fyribrigdi. ”Ungi” aldurin, ið er stívliga hundrað ár, hevur hinvegin havt tann týdning, at kvinnulig myndlistafólk hava havt ein størri leiklut í listasøguni í Føroyum og Íslandi, enn kvinnur hava havt í øðrum londum við longri listaligari siðvenju.

 

Júlíana Sveinsdóttir (1889-1966) og Ruth Smith (1913-1958) eru tvær undangongukvinnur í íslendskari og føroyskari list, við tað at aldursmunurin, sum er eitt ættarlið, væl endurspeglar longdina á listasøguni í báðum londunum.

 

Listaliga støðið hjá teimum báðum ger tað óneyðugt at tala fyri einari framsýning, men í ljósinum av 100 árinum fyri valrættinum hjá kvinnum í Íslandi og í Føroyum umframt Danmark hevur tað ligið nær at vísa eina felags framsýning við hesum báðum undangongukvinnum – og stóru listafólkum.

 

Tær eru báðar uppvaksnar í berligum og veðurbardum oyggjum í Norðuratlantshavi, Júlíana Sveinsdóttir í Vestmannaoyggjunum og Ruth Smith í Suðuroy. Tær vóru millum tey fyrstu kvinnuligu yrkislistafólkini í sínum heimlondum, og báðar lærdu á Kunstakademinum í Keypmannahavn.

 

Hóast tær høvdu tætt samband við Danmark og danska list, var tað í lýsingunum av teirra heimstaði, millum hav, himmal og berligt land, at teirra list rættiliga blómaði.

 

Báðar eru týðiligir koloristar, men har Júlíana Sveinsdóttir arbeiðir við litinum í stórfingnum flatukompositiónum, er málið hjá Ruth Smith litbrigdini í penslaarbeiðinum, har sjón og sinni ganga upp í eina hægri eind.

 

Felags fyri tær báðar er teirra dyrkan av sjálvsmyndini, har arbeiðið við litinum gongur hond í hond við eina næstan harðrenda rannsakan av tí innara Framsýningin er ein norðurlendsk ferðaframsýning millum teir tríggjar høvuðsstaðirnar, Reykjavík, Tórshavn og Keypmannahavn, og hevur fingið stuðul frá Norðurlendska Mentanargrunninum. 

 

Framsýningin verður sýnd fram í Listasavni Føroya 11. septembur til 1. novembur.