Higartil hava tey í felagnum, Heimafriður, fingið næstan 200 klagur frá fólki, sum ikki fáa náttarfrið fyri skipum, sum liggja og larma við bryggju ymsastaðni kring landið. Talan er eisini um klagur frá fólki, sum hava ampa av, at tað rýkur so illa frá summum skipum. Serliga hevur ágangurin verið nógvur á Skálafjørðinum og í Ánunum.
– Ljóðdálking frá havnaløgnum og skipum er ein alsamt vaksandi trupulleiki og tí var felagið, Heimafriður, stovnað. Fremsta endamálið er at virka fyri, at krøv verða sett til dálking frá skipum, bæði larmur og roykur.
Tey siga, at hóast langt er eftir á mál, er nógv hent hetta seinasta árið.
– Felagið hevur verið á fleiri fundum og haft framløgur fyri myndugleikum, politikarum, stovnum, landsstýri og kommunum.
– Eisini hevur felagið verið í samskifti við fleiri reiðarí, havnir umframt fyritøkur og myndugleikar uttanlands. Harafturat hevur felagið skipað fyri almennum tiltaki við áhugaverdum framløgum, har umboð úr øllum politisku flokkunum luttóku
Og tey halda, at hóast eingin reglugerð, ella lóg, er viðtikin, sum tryggjar fólki heimafrið, er okkurt hóast alt hent.
– Serliga er tað hugburðurin, sum er broyttur. Tónin er broyttur, tí tað er longri ímillum háðandi og niðrandi viðmerkingarnar, sigur felagið.
– Atburðurin hjá skipum, skipasmiðum og havnum er eisini broyttur í summum førum. Okkurt skip hevur gjørt ábøtur. Eisini hava havnamyndugleikar í onkrum førum sýnt atlit til fólkið í rannaløgum hjá havnunum.
– Men týdningarmest er, at politisk lyfti eru givin undan valinum, og at tað er komið við í samgonguskjalið, at nakað skal gerast.
Í Føroyum er eingin beinleiðis reglugerð fyri ljóðdálking frá skipum, og ein avleiðing av tí er, at í summum førum er larmurin nógv verri enn markið, alheims heilsustovnurin,WHO, hevur sett, sigur felagið.