Børnini í Tórshavnar kommunu eru aftur gloymd. Tað heldur Pedagogfelagið, nú Tórshavnar býráð hevur lagt uppskotið fyri fíggjarætlanina fyri næsta ár, fyri býráðið. Fíggjarætlanin er ikki samtykt, men Pedagogfelagið sigur, at í uppskotinum síggja tey ongar visjónir fyri dagstovnaøkið.
Hóast játtanin hækkkar 7,2 prosent, er hetta bara fyri at leggja upp fyri størri barnatali og lønarvøkstri, sigur felagið. Annars sigur felagið, at eftir barnatalinum er tarvsfólkatalið tað sama næsta ár, sum í ár - men lønin hjá leiðarum er hækkað eftir barnatalinum.
– Vit kunnu tí staðfesta, at landsins størsta kommuna ikki ætlar at bøta um korini hjá børnunum og sínum starvsfólkum, sigur Pedagogfelagið.
Kommunan hevur tikið stig til at stovna ein móttøkustovn, sum skal taka ímóti børnum at verða har, ímeðan bíðað verður eftir plássi í stovni, sum foreldrini hava vilja hava tey á. Hetta er eitt beinleiðis úrslit av bókingarskipanini, Barn, sum kommunan brúkar at skipa barnatalið eftir. Pedagogfelagið sigur, at Fakfólk á økinum, serliga í vøggustovum, hava í longri tíð mótmælt hesari skipan.
– Hetta er ein skipan, sum viðger børn og starvsfólk sum tøl í einum excel-arki. Hendan bókingarskipan leggur als ikki upp fyri tørvinum hjá barninum, tí tey fyrstu fetini hjá barninum inn í dagstovnin eiga at vera við nærlagni, umsorgan og støðufesti.
Fyrr í ár setti Tórshavnar kommuna ein bólk at kanna økið – hetta var helst bert ein glæntrileikur fyri at fjala útyvir, at politikarar ongar ætlanir hava at broyta nakað. Í øllum førum ikki næsta ár, sigur Pedagogfelagið. Felagið sigur, at støðan er tað eru ov nógv børn á stovnunum og alt ov fá starvsfólk og tað er ikki ein nýggjur trupulleiki.
– Vit livdu í vónini, at Javnaðarflokkurin, saman við Annfinn Brekkstein, megnaði at fremja onkrar batar, men mugu vit bara staðfesta, at dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu eiga ongan góðan.











