September 2000 at svara, hvørt tær taka av tilboðnum ella ikki. Tað stendur kommununum frítt at taka av ella at vraka tilboðið. Løgtingslógin um kommunala veðhaldsgrunnin heimilar grunninum at veita trygd [...] sum vísa tilboðnum frá sær, tí at avdrátturin er ov stórur, vera í stórum vanda fyri at fáa so vánaligar rentusømdir aðrastaðni, at tær eftir bert fáum árum kunnu fara at rinda líka nógv í rentum, sum tær [...] ynskt at fáa eitt tilboð. Tórshavnar kommuna hevur sagt seg vera glaða fyri hetta tilboðið, men hon hevur ikki biðið um at fáa tað. Í hesum førinum er tilboðið sent fíggjarnevndarlimum, fyri at tryggja
eftir at landsliðsvenjararnir skuldu koma fekst ein kensla av, at teir ikki heilt vistu, hvat teir skulu halda um hetta. Onkur spældi hástórur, hevði hug at niðurgera føroyska liðið og helt fyri, at tað [...] . Men soleiðis er fótbóltur. Allan Simonsen roknaði við, at eina ferð fer eydnan at venda, og skotska pressan vildi hava at vita, um tað fór at vera, tá Skotland kemur til Føroya. Tað vildi Allan Simonsen [...] visti og fekk staðfest í 2. hálvleiki, at vit megnaðu at spæla fótbólt móti teimum. Okkara menn lógu alt ov langt frá mótstøðumonnum, og okkara menn tordu alt ov illa at hava bóltin og spæla bóltin í 1. hálvleiki
num frá, at umboðsráðið fleiri ferðir seinastu árini hevur heitt á stjórnina hjá stovninum um at medvirka til, at møguleikar verða skaptir fyri einum heilt nýggjum 2. veðrættarstovni, ella at stovnurin [...] Hansen. - Tí hevur landsstýrið samtykt at leggja fyri tingið lógaruppskot um at ?Færøernes Realkreditinstitut? gerst føroyskur burturav. - Landsstýrið hevur valt at gera minst møguligar broytingar í mun [...] nevndi í viðmerkingunum nakrar broytingar sum ætlanin eru at fremja. - Stovnurin fær møguleika at víðka sítt útlánsvirksemi frá áður bert at kunna veita lán til fiskiskip, nú eisini til flótandi eindir
tað vert at umhugsa gjølla, um tey skulu takast niður. Tey eru eisini ein partur av býarmyndini og tí eigur ein at vera ógvuliga varin við at taka tey burtur. - Hinvegin dugi eg ikki at síggja, at løgtingshúsini [...] ið krevur pláss. Tað ber ikki til at geva tinghúsunum víðari karmar uttan at taka verandi hús niður. Men tað fer avgjørt at broyta býarmyndina nógv. Um tað er rætt at skunda ætlanina um nýtt tinghús ígjøgnum [...] Gunnar Hoydal, at tað væl letur seg gera at byggja eini nýggj tinghús áðrenn ár 2002, sum ætlanin er. - Men fyrst skulu fólk siga sína meining um, hvat tey halda. Gunnar Hoydal heldur ikki, at frægari uppskot
greitt, at Føroyar og føroyingar eftir ár 2000 mugu til at seta út í kortið av nýggjum. Hetta skal ikki skiljast sum, at vit kvetta við tað farna og vaða út á djúpt vatn. Tað skal skiljast sum, at vit brúka [...] brúka vit og skil og royndir til at menna hetta land á øllum økjum. At vit seta okkum nýggj og rímulig mál. Og at vit innrætta okkum soleiðis, at vit kunnu røkka hesum málum. Ein ?multi? ráðstevna hevði [...] annað enn, at hetta er ein sera hendingarrík tíð á so nógvum økjum - á tí politiska - á tí vinnuliga og á tí mentanarliga. At vit stevna móti eini nýggjari øld ger tað tí eisini heilt náttúrligt at taka samanum
samdur við samgoguna, tá sagt verður, at vit ikki hava ráð at avtaka karensdagarnar. ? Sagt verður, at tað kostar einar 15 - 20 mió. krónur. Tað er óetiskt at siga, at tað kostar ov nógv, tá tað kundi hjálpt [...] ov nógv um fullveldisætlanina. Tað hevur týdning at fáa so nógvar upplýsingar fram sum gjørligt til fólkið at taka støðu út frá. ? Tá løgmaður sigur at fólk velja fullveldi, skal hann vera varin. Eftir [...] samgonguni er so vánaligur, at hann ikki førir til fullveldi, sigur Jenis av Rana. Hann nevnir dømi sum eitt nú, at samgongan er ímóti øllum bata fyri tey minni mentu, og at lønarlagið er ov høgt. ? Tað
var, at tað gekk útyvir bæði størvini. ? Tí valdi eg at taka avleiðingarnar og at fara úr starvinum sum sjúkrasystrastjóri. Hon sigur, at eftir hennara tykki eigur starvið sum sjúkrasystrastjóri at vera [...] tók við starvinum 1. februar. ? Men tað var skjótt at eg ásannaði, at arbeiðsbyrðan varð ov stór, sigur hon.Hon valdi tí at taka avleiðingarnar av og at siga upp. Og 30 juni fór hon úr starvinum, sum hevur [...] hevur staðið ómannað síðani. Marjun Smith sigur, at starvið sum sjúkrasystraleiðari er so krevjandi, at tað var vónleyst at røkja tað starvið til fulnar, samstundis sum sum leiðarastarvið á Lágargarði eisini
teir sendu fjølmiðlunum í gjár, at teir halda fast við tey 6,5 prosentini, sum teir hava boðið starvsfólkunum, og at teir halda, at tað er púra burturvið av starvsfólkunum at krevja meir enn tað. Jørn Astrup [...] er høg sammett við aðrar lønir, og tí halda vit, at tað er burturvið at krevja so nógv, sum tey gera, sigur Jørn Astrup Hansen. Hann leggur afturat, at starvsfólkið í fíggjarstovnunum ongantíð er rakt [...] støðan er í løtuni bendir einki á, at tað slepst undan einum verkfalli. Báðir partar halda fast við síni krøv, og hóast munur ikki er so øgiligur, so er tað ov mikið til at nakar av pørtunum vil slaka. Enn
komið fram um leiklutin hjá donsku stjórnini, vísa, at her er nógv at gera. Fyrst at tryggja, at vit fáa tað, vit hava rætt til, síðani eisini fyri at fáa bøtt um viðurskiftini. Samband millum politisku [...] eru um, at hetta fer at broytast í nærmastu framtíð. Tað vil so merkja, at soleiðis sum alt sær út í dag, so verður næsta fólkatingsval ikki fyrr enn í ár 2002. Nógv verður her hjá okkum tosað um at broyta [...] áhugamálum. Hetta kunnu tey gera við at nýta fólkatingsins røðarapall, við at tosa við danskar politikarar uttan fyri fundirnar, við at tosa við fjølmiðlar og við at kunna vanliga danan og greiða frá støðu
Hví liberalisera? At vera liberalur merkir at viðurkenna, at marknaðurin er best egnaður at skapa vælferðina. Kappping førur til hægri tænastu og lægri prísir. Tað er tí at fegnast um, at vit nú hava fingið [...] føroyinga er tí tengd at royndini at fáa liberalisera - eitt nú á telesamskiftisøkinum. Hví privatisera? Endamálið við privatisering er at skapa størri trivna fyri øllum í samfelagnum við at nýta teir fyrimunir [...] ES. Tænastustøðið hækkar og prísirnir lækka. Henda fyrimun eiga føroyingar eisini at fáa. Monopolið ger, at tað ber til at ringja úr útlondum til Føroya fyri munandi lægri prís enn øvugt? Útlicitering Danskar