Tað er nakað sum bendir á, at óttin fyri einum verkfalli í fíggjarstovnaverðini skal takast í størsta álvara.
Fakfeløgini hjá starvsfólkinum í fíggjarstovnunum hevur í rúma tíð samráðst við arbeiðsgevarafelagið hjá somu feløgum, men sum støðan er í løtuni bendir einki á, at tað slepst undan einum verkfalli.
Báðir partar halda fast við síni krøv, og hóast munur ikki er so øgiligur, so er tað ov mikið til at nakar av pørtunum vil slaka. Enn í hvussu er.
Í lýsingum í dag, gera fíggjarstovnarnir eisini viðskiftafólk síni varug við, at vandin fyri verkfalli er til staðar, so ikki kann sigast annað enn, at tað verður tikið í størsta álvara.
Arbeiðsgevararnir halda fast við sítt
Arbeiðsgevararnir siga í einum tíðindaskrivi, sum teir sendu fjølmiðlunum í gjár, at teir halda fast við tey 6,5 prosentini, sum teir hava boðið starvsfólkunum, og at teir halda, at tað er púra burturvið av starvsfólkunum at krevja meir enn tað.
Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka og formaður í Arbeiðsgevarafelagnum sigur, at fakfeløgini eftir teirra tykki hava misskilt uppgávuna.
? Vit hava boðið starvsfólkinum eina lønarhækking uppá 6,5 prosent, og tað samsvarar við ta hækking, sum starvsmannafelagið fekk. Men lønin hjá okkara starvsfólkið er høg sammett við aðrar lønir, og tí halda vit, at tað er burturvið at krevja so nógv, sum tey gera, sigur Jørn Astrup Hansen.
Hann leggur afturat, at starvsfólkið í fíggjarstovnunum ongantíð er rakt av lønarniðurskurði, sum alment lønt vórðu tað,
? Tískil er lønin hjá okkara limum lutfalsliga uppaftur hægri, og kravið enn meira óskiljandi, leggur Jørn Astrup Hansen, stjóri, afturat.
Samfelagsliga
óforsvarligt
Jørn Astrup Hansen vísir eisini á, at Arbeiðsgevararnir, hóast teir halda, at teirra limir eru væl løntir ikki vildu seta tey verri enn eitt nú limir Starvsmannafelagsins.
? Men tað er ein spurningur, um henda lønarhækking er samfelagsliga skynsom. Í okkara felag eru vit undir øllum umstøðum samd um, at ein lønarhækking uppá 6,5 prosent yvir 2 ár er ógvuliga stór, og helst ov stór, samanborið við útlitini í føroyska búskapinum, sigur formaðurin í Arbeiðsgevarafelagnum hjá Fíggjarstovnum í Føroyum.
Leggur fíggjar-
heimin lamnan
Um so er, at úrslitið av samráðingunum verður eitt verkfall, so byrjar verkfallið fríggjamorgunin.
Verkfallið ferð heilt ella lutvíst at raka teir ymsu limirnar í Arbeiðsgevarafelagnum, og verkfallið fer, um tað dregur út, at fáa avleiðingar fyri kundarnar hjá fyritøkunum og samfelagið, verður staðfest í tíðindaskrivinum frá fíggjarfeløgunum.
Hvussu eitt møguligt verkfall fer at raka í hvørjum einstøkum føri, er enn ikki heilt greitt, men Arbeiðsgevarafelagið fer at syrgja fyri, at kunnað verður um, hvørjar tænastur ætlandi kunna verða til taks undir verkfallinum