Kommunur fingið tilboð um brævalán

Tíðindaskriv: Landsbankin hevur saman við Norðoya Sparikassa og Unibank sent kommunum, sum hava ein tørv, tilboð um brævalán til umfígging av verandi skuld.

Eitt felag FKI A/S, sum verður stovnað til endamálið, keypir lánsbrøvini frá føroyskum kommunum, sum taka av tilboðnum. Keypið av hesum lánsbrøvunum verður fíggjað við at geva út og selja lánsbrøv á marknaðinum, fyrst og fremst í Føroyum, men eisini í útlondum um neyðugt. Trygdin hjá íleggjarunum, sum keypa lánsbrøv frá FKI er fyrst og fremst lánsbrøvini, sum kommunurnar geva út. Harumframt veitir Kommunali veðhaldsgrunnurin gjaldføristrygd til FKI-lánsbrøvini og sostatt íleggjararnar. Fyri at tryggja ognirnar hjá kommununum í veðhaldsgrunninum, veita kommunurnar transport í skattainntøkunum. Lánið gongur yvir 5 ár. Tey fyrstu fýra árini er ein avdráttur sum er 10% av høvuðsstólinum, og tað fimta árið fellur restin til gjaldingar. Kommunurnar hava fingið freist til 25. September 2000 at svara, hvørt tær taka av tilboðnum ella ikki.

Tað stendur kommununum frítt at taka av ella at vraka tilboðið. Løgtingslógin um kommunala veðhaldsgrunnin heimilar grunninum at veita trygd fyri lánum í eini felags loysn, men ásetir eisini at tær kommunur, sum velja at vera uttanfyri eina felags loysn kunnu fáa helvtina av sínum ágóða útgoldnan tann 1. Desember 2000. Restin kann setast sum trygd fyri eini felags loysn. Tá 5 ár eru farin tvs 1. Desember 2005 ásetir lógin at grunnurin verður avtikin og ágóðin skal útgjaldast kommununum.

Hetta er ein heilt vanlig fígging fyri marknaðarkor, sum er kend aðrastaðir. Hetta er ein týðandi orsøk til, at landsbankin, Norðoya Sparikassi og Unibank taka stig til hesa fígging. FKI-lánsbrøvini høvdu verið væl egnað at givið út og selt á einum føroyskum virðisbrævamarknaði. Til fíggingartørv hjá kommunum um fimm ár ber hetta væl til. Tað hevur eisini týdning.

Tað er eingin ivi um, at tilboðið er gott, hvat rentusømdum viðvíkur. Tað vilja helst allar kommunur viðganga. Tilboðið kann geva nøkrum kommunum, sum hava stóra skuld trongligt gjaldføri, tí at avdráttirnir eru lutfalsliga stórir. Fimta árið skulu flestu kommunur upptaka nýggj lán til at endurfíggja restskuldina, men tá eru allar kommunur, sum velja hesa loysnina, væl fyri og fáa ikki trupulleikar við hesum.

Nakrar kommunur, sum vísa tilboðnum frá sær, tí at avdrátturin er ov stórur, vera í stórum vanda fyri at fáa so vánaligar rentusømdir aðrastaðni, at tær eftir bert fáum árum kunnu fara at rinda líka nógv í rentum, sum tær skulu rinda til rentur og avdráttir í hesum tilboðnum.

Flest allar kommunur hava ynskt at fáa eitt tilboð. Tórshavnar kommuna hevur sagt seg vera glaða fyri hetta tilboðið, men hon hevur ikki biðið um at fáa tað. Í hesum førinum er tilboðið sent fíggjarnevndarlimum, fyri at tryggja at tilboðið verður kent í býráðnum.