Hevur longu sagt upp

? Arbeiðsbyrðan bleiv ov stór. Tí valdi tann nýsetti sjúkrasystrastjórin í heilsuverkinum at gevast.

Tann nýggi sjúkrasystrastjórin í heilsuverkinum bleiv ikki drúgvur í starvi sínum.

Eftir at hava arbeitt í bara fimm mánaðir, er sjúkrasystrastjórin, Marjun Smith longu farin úr starvi.

Hon segði upp, tí arbeiðsbyrðan varð ov krevjandi.

Sjúkrasystrastarvið í føroyska heilsuverkinum er eitt nýtt starv, sum varð stovnað í kjalarvørrinum á teirri nógv umrøddu DIOS-frágreiðingini í sambandi við bygnaðarbroytingarnar á Landssjúkrahúsinum.

Starvið varð sett á stovn eftir kravi frá sjúkrasystrunum, sum kravdu, at sjúkrarøktin fekk umboð í leiðsluna á Landssjúkrahúsinum, javnbjóðis læknunum.

Men tá ið søkt varð eftir fólki til starvið, bleiv talan bara um eitt parttíðarstarv, sum fólk, ið frammanundan arbeiddu í heilsuverkinum, kundu søkja.

Tann, sum fekk starvið, var Marjun Smith, sum eisini er leiðari á ellis- og røktarheiminum, Lágargarði.

Marjun Smith tók við starvinum 1. februar.

? Men tað var skjótt at eg ásannaði, at arbeiðsbyrðan varð ov stór, sigur hon.Hon valdi tí at taka avleiðingarnar av og at siga upp. Og 30 juni fór hon úr starvinum, sum hevur staðið ómannað síðani.

Marjun Smith sigur, at starvið sum sjúkrasystraleiðari er so krevjandi, at tað var vónleyst at røkja tað starvið til fulnar, samstundis sum sum leiðarastarvið á Lágargarði eisini skuldi røkjast til fulnar.

? Talan var m.a. um nógvar og langar fundir, sum ofta vardi heilar dagar.

? Avleiðingin var, at tað gekk útyvir bæði størvini. ? Tí valdi eg at taka avleiðingarnar og at fara úr starvinum sum sjúkrasystrastjóri.

Hon sigur, at eftir hennara tykki eigur starvið sum sjúkrasystrastjóri at vera eitt fult starv, ella í minsta lagi eitt 3/4 starv.

Hon sigur, at hennara tilmæli til landsstýrið er at gera tað til eitt fulltíðarstarv.

? Í øllum førum ta fyrstu tíðina, inntil alt er komið í eina fasta legu, tí hetta er eitt spildurnýtt starv, sum krevur at verða arbeitt upp.

Men tað var ikki so frægt sum eitt hálvt starv.

? Lønin var 6.666 krónur um mánaðan og tað eru ikki nógvir leiðaratímar, sigur hon. Og eg dugi ikki at ímynda mær, hvussu nakar, sum hevur fastar arbeiðstíðir, skal kunna røkja hetta starvið eisini, tá ið tað ikki ber til hjá mær, sum siti í leiðarastarvið, og tí fyri ein part kann leggja starvið til rættis sigur Marjun Smith.

Hon sigur, at fyri so vítt gjørdi hon ikki landsins myndugleikar varugar við støðuna, uttan at hon onkuntíð bar upp á mál, at tað var í so strævið.

? Tá ið eg sá, hvønn veg tað bar, gjørdi eg bara upp við meg sjálvan at fara áðrenn summarfrítíðina, sigur Marjun Smith.