Føroyingar hava í hesum mánaðinum á tryggingarøkinum fingið at uppliva, hvat hendir tá ið kapping sleppur framat. Prísirnir lækka. Sambandsumboðið á Christiansborg hevur í hesum tingskeiðinum víst á fleiri nýhugsanir, ið bera á tann liberala bógvin.
Kapping
Donsk virki hava fingið stóran kappingarfyrimun av liberaliseringunum í ES. Tænastustøðið hækkar og prísirnir lækka. Henda fyrimun eiga føroyingar eisini at fáa. Monopolið ger, at tað ber til at ringja úr útlondum til Føroya fyri munandi lægri prís enn øvugt?
Útlicitering
Danskar kommunur hava sambært kanning hjá PLS consult spart í flestu førum omanfyri 15% uppá at útlicitera og kommunala tænastustøðið er eisini vorðið hægri. Verður hildið neyvt eftirlit við útliciteringum, er ongin trupulleiki fyri at føroyingar eisini fara undir at útlicitera í størri mun.
Hví liberalisera?
At vera liberalur merkir at viðurkenna, at marknaðurin er best egnaður at skapa vælferðina. Kappping førur til hægri tænastu og lægri prísir. Tað er tí at fegnast um, at vit nú hava fingið eina kappingarlóg. Henda lógin saman við avtøku av einkarrættindum og avtøku av verjutolli kann tryggja føroyingum eina kappingarføra framleiðslu. Tann almenna tænasta, sum brúk er fyri, má byggja á ein sterkan búskap, vælferð føroyinga er tí tengd at royndini at fáa liberalisera - eitt nú á telesamskiftisøkinum.
Hví privatisera?
Endamálið við privatisering er at skapa størri trivna fyri øllum í samfelagnum við at nýta teir fyrimunir, ið marknaðarbúskapur hevur við sær. SEV er t.d. eitt alment virki, men tað framleiðir til privata marknaðin. Privatisera vit SEV, verða pengar tøkir til virksemi, sum tað almenna eigur at taka sær av ? samferðslu, sjúkrarøkt, undirvísing v.m. Københavns kommuna seldi fyri einum góðum árið síðani partabrøv í SAS til tess at fíggja keyp av 1.400 teldum til skúlabrúks. Vit mugu skilja, at tá tað væntar í til almennar tænastur, er hetta m.a. tí almennir pengar eru bundnir í framleiðsluvirki. Í Bretlandi fáast í dag £100 inn í skatti fyri hvønn íbúgva frá privatiseraðum virkjum, ið fingu £300 í studningi fyri hvønn íbúgva, tá tey vóru almenn.
Hví útlicitera?
Sjálvt tær tænastur, sum vit øll halda skulu vera almennar, kunnu við fyrimuni framleiðast av privatum virkjum. Tað almenna skal gjalda fyri vegagerðirnar, men privatir kunnu gera teir. Í Danmark eru royndir við kommunalum útliciteringum av øllum frá kloakering til eldrarøkt. Sjálvt smáar kommunur hava spart pengar á henda hátt.
Fólkatingssessurin er vælegnaður til at fáa nýggjan íblástur uttaneftir til føroyskan politik, um rætt verður borðið at og vit sálda ta vánaliga burtur.