Ráðstevna - Føroyar eftir ár 2000!!!

VIT hava áður á hesum stað mælt til, at føroyskir myndugleikar saman við Norðurlandahúsinum tóku stig til eina ráðstevnu, har vit viðgjørdu avleiðingarnar, sum ein komandi oljuvinna fer at hava á samfelag okkara. Vit vilja fegnir endurtaka hetta men samtíðis fara eitt stig víðari og skjóta upp, at tað í heyst ella í vetur verður hildin ráðstevna í Norðurlandahúsinum í eitt vikuskifti ella kanska í eina heila viku, sum rætt og slætt ber heitið: ?Hvat vilja vit eftir ár 2000!!!? har vi leggja upp til eina langtíðarætlan fyri samfelagið Føroyar.

IKKI kann sigast annað enn, at hetta er ein sera hendingarrík tíð á so nógvum økjum - á tí politiska - á tí vinnuliga og á tí mentanarliga. At vit stevna móti eini nýggjari øld ger tað tí eisini heilt náttúrligt at taka samanum - í hvussu er hvat hetta seinasta 10 ára skeiðið hevur givið og lært okkum - og hvussu vit við m.a. royndum og vitan frá hesum skeiði seta út í kortið av nýggjum. At vit runda eitt ártúsund skuldi verið eitt einastandandi høvi til nettup at steðga á og seta spurningar - spurningar, sum m.a. hava sín uppruna í tí farna men sum so sanniliga eisini og ikki minst skulu spretta fram í tí vit fáast við her og nú.


TOSAÐ verður um og arbeitt verður við at orða ein mentanarpolitikk. Tað sama er galdandi fyri viðurskifti okkara við Danmark og umheimin. Og á vinnuøkinum verður verður roynt at finna nýggjar leiðir, soleiðis at viðkvæmi búskapur okkara fær fleiri bein at standa á. Og her hevur verið tosað um og arbeitt við kunningartøkni, oljuvinnu o.a.


VIT hava áður á hesum stað mælt til, at føroyskir myndugleikar saman við Norðurlandahúsinum tóku stig til eina ráðstevnu, har vit viðgjørdu avleiðingarnar, sum ein komandi oljuvinna fer at hava á samfelag okkara. Vit vilja fegnir endurtaka hetta men samtíðis fara eitt stig víðari og skjóta upp, at tað í heyst ella í vetur verður hildin ráðstevna í Norðurlandahúsinum í eitt vikuskifti ella kanska í eina heila viku, sum rætt og slætt ber heitið: ?Hvat vilja vit eftir ár 2000!!!? har vi leggja upp til eina langtíðarætlan fyri samfelagið Føroyar.


HER kunnu so verða tikin nógv ymisk evni fram so sum mentanin, vinnulívið og politisku viðurskifti okkara. Hetta kann sýnast sum at taka munnin ov fullan. Men kortini er hetta rætt. Tí vit eru við eitt sera týðandi vega- og aldarmót, har tað at taka størri ella fulla ábyrgd av okkara egna landi stendur í hásæti. Hvussu samd ella ósamd vit enn eru um størri sjálvstýri ella fullveldi, so stendur tað fullkomiliga greitt, at Føroyar og føroyingar eftir ár 2000 mugu til at seta út í kortið av nýggjum. Hetta skal ikki skiljast sum, at vit kvetta við tað farna og vaða út á djúpt vatn. Tað skal skiljast sum, at vit brúka vit og skil og royndir til at menna hetta land á øllum økjum. At vit seta okkum nýggj og rímulig mál. Og at vit innrætta okkum soleiðis, at vit kunnu røkka hesum málum. Ein ?multi? ráðstevna hevði kunnað stuðlað nógv undir hesum.