øll tey almennu arbeiðsplássini í Føroyum ? sum fyri tað mesta blokkstuðulin og útjaðarin rinda fyri ? liggja í Havn (kontórs-Havn«). T.v.s. at tey »góðu« arbeiðini eru í Havn, meðan tey »minni góðu« eru [...] digitaliserað, og 0033 er ikki niðurlagt mær vitand. Fýra telefondamur eru uppsagdar í Klaksví í sambandi við niðurleggingina, og spurningurin er so, um fýra aðrar verða settar í starv í Havn, nú allir norðoyingar [...] árini er ræðandi, tí útjaðaraøkini minka og minka fyri hvørt ár, meðan Havnin tilsvarandi veksur ár fyri ár. Í løt-uni býr ein triðingur av Føroya fólki í høvuðsstaðarøkinum, og um verandi gongd heldur fram
ítróttagreinar, so hóast úrslitini kanska ikki síggjast alt fyri eitt, so eri eg ikki í iva um týdningin, sum høllin kemur at hava í longdini. Heðin Mortensen, formaður í mentamálanevndini hjá Tórshavnar Kommunu [...] formaður í Hallarstuðlanevndini, sum kemur at standa fyri byggingini av høllini, sigur at enn eru allir smálutir ikki endaliga komnir upp á pláss, men at tey vóna, at tað fer at bera til at fara í holt við [...] sum eru um útbyggingina av skúlanum í Kollafirði, soleiðis at tað ikki verður nakað, sum skal gerast afturumaftur, sigur Vagnur. Vagnur er annars ein av teimum, sum í mong ár hevur tikið síni tøk á besta
tað er at kalla fult forstáilsi í samgonguni fyri, at tunnilin verður gjørdur og í heyst er avtalað, at uppskot skal leggjast fyri Løgtingið um tunnilin. Men er tað ikki rætt, at búskapurin er ov heitur [...] verri tíðir? - Búskapurin er ikki hitnaður av tí, sum er gjørt í Sandoy. Hetta er so typiskt fyri politikarar, sum ganga og hugna sær í miðstaðarøkinum og sum ikki hava brúk fyri útjaðaranum. Gerhard Lognberg [...] gjørt, men tað fari eg ikki at blanda upp í hetta kjakið, tí vit hava eina greiða avtalu í samgonguni og eg ivist ikki í, at tann avtalan fer at halda. Fleiri viðmerkingar vil hann ikki gera um tað.
samfelagið ikki góðtekur slíkan atburð í ferðsluni. Tað ljóðar gott, at Føroya Rættur leggur dent á slíkt, tí slíkur atburður, sum í hesum føri førdi til eina álvarsama vanlukku, skal ikki góðtakast. Men slíkur [...] at vit øll, sum ferðast í ferðsluni, taka hana til okkum. Sum løgreglumaðurin vísti á í sendingini Bilradio á Rás2 í gjár, so vóru vit heilt niðri á einum andláti í ferðsluni í 1998. Tað vísir, at tað [...] árið, sum eru deyð í ferðsluni. Tað er so tað mesta í hesari øldini. Havandi 0-hugsjónina í huga, so er tað kanska margháttligt, at løgtingið fyri fáum árum síðani linkaði revsingina fyri at koyra ov skjótt
sett til tunlar í dag? Landsstýrismaðurin sigur, at fyri at gera trygdina enn betri í tunlum landsins, hava Landsverk og Net samstarvað um at fáa fartelefonsamband í allar tunlar í Føroyum. Í hesum sambandi [...] Kunoyartunnilin tørvar dagføringar. Um tunnilin skal lúka nútímans trygdarkrøv, skal ymisk útgerð setast upp í tunlinum. Samlaður kostnaður fyri dagføring er í 2018 prísum mettur til at verða 10-12 mió. kr [...] Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, í svari til Árna Skaale, løgtingsmann, sum hevur spurt um málið í einum grein 52a fyrispurningi. Løgtingsmaðurin setti landsstýrismanninum hesar
men kann tað koma fyri tí veruliga lívinum. Bogi Lenvig, er tað eitt kynstur at binda lissurnar á skónum, áðrenn mann skal renna? Ja, tað er tað heilt sikkurt. Tað mugu í øllum førum ikki fara upp, tað er [...] bindir teir bara for leyst einaferð. Er tað nakrantíð komið fyri, at ein lissa er farin upp, meðan tú hevur runnið? Tað er ikki komið fyri, tá tað hevur verið nakað alvorligt, men undir venjing havi eg [...] á fótin? Eg bindi teir eitt sindur stramt, men teir skulu ikki sita so stramt, at teir steðga blóðinum. Blóðið skal helst kunna pumpa út í tærnar. Hugsar tú um, at skógvarnir skulu sita akkurát, sum
ómetaliga glaður maður í kvøld. Bjartur Dalsgarð, formaður í kirkjuráðnum á Argjum, dylir ikki, hvussu fegin hann er, nú Býráðið hevur samtykt at gera eina serstaka byggisamtykt fyri stykkið ímillum Støðlagøtu [...] viðurskifti eru avgreitt, fara tey alt fyri eitt undir at fyrireika byggingina. Tað sigur Bjartur Dalsgarð, formaður í kirkjuráðnum á Argjum eftir býráðsfundin í Havn í kvøld. - Vit hava alla tíðina lagt dent [...] dent á, at nýggja kirkjan á Argjum skal verða ein byggilistarlig perla og tað standa vit við, skoytir hann upp í. Hann sigur í hesum sambandi, at ætlanin er ikki at skemma náttúruna við Sandá, tvørtur
landsfund um vikuskiftið og har var boðskapurin at longu næsta ár skal gjaldið hjá foreldrum fyri barnaansing, setast niður í helvt, og um nøkur ár skal tað avtakast heilt. Samstundis sigur flokkurin, at tað neyðugt [...] møguleika, og tað er at fara í samgongu við Tjóðveldi, tí Sambandsflokkurin vil ikki fara í eina slíka brúksveitslu, sum Javnaðarflokkurin ætlar. - Hetta er so óseriøst at tað finst ikki orð, ljóðar heilsanin [...] verið nakað skjótur at loysa frá posabandinum, tí tað er ikki rætt, sum hann sigur. Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum heldur ikki at atfinningarnar hjá løgmanni eru rættar. Javnaðarflokkurin
tekur støðu til um borgarstjórin skal sleppa at røkja tvey størv í senn ella ikki. Tey halda eisini, at Løgtingið skal ikki gera av um ein borgari, ið er valdur bæði í eitt kommunustýri, og á Løgting, [...] at borgarstjórin í Havn hevur fingið heimild til at sita í báðum støðum, meðan borgarstjórin í Klaksvík ikki hevur fingið loyvi til hetta. Løgtingið fer at atkvøða um málið týsdagin, men tað er longu nú [...] meirilutin ikki, at stór arbeiðsbyrða er ein saklig grundgeving fyri at forða borgarstjórum eisini at røkja ein løgtingssess, sigur meirilutin í Rættarnevndini. Tað eru tríggir borgarstjórar í Løgtinginum
stendur fyri durum, burdi verið at spart har sparast kann, og brúkt teir møguleikar, sum eru til staðar, í samfelagnum í dag, og ikki gera dýrar óneyðugar loysnir, bert fyri at tað heila skal verða so [...] eina útgerðarhavn Í Vági. Soleiðis hevði man kunna skapt nøkur brúkilig, verandi virðir í samfelagnum. Tí sum er, høvdu norðingarnir onki mist uppá hetta, vit í Suðuroy eru ikki førir fyri at geva tað tænastu [...] stórt og hábærsligt. Fyri nøkrum árum síðani bleiv bygt í Akrabyrgi, stórt, flott og dýrt. Men nyttan við hesum byggjaríi, man verða minimal, sum støðan er í dag. Hevði hendan støðin ikki verið, sera væl egna