Blóðið skal helst pumpa út í tærnar

Lerwick: Tú stendur har púra klárur. Startskotið ljóðar, og tú spelar avstað. Aftan á trettan av teimum skjótastu fetunum, tú nakrantíð hevur gjørt, traðkar tú á aðra lissuna og fert skramblandi fram eftir rommum. Hinir rennararnir strúka framvið tær, og har liggur tú so við einum skøvutum andliti og reyðum oyrum.
Soleiðis kundi tann ultimativa marran hjá einum kapprennara verið, men kann tað koma fyri tí veruliga lívinum.

Bogi Lenvig, er tað eitt kynstur at binda lissurnar á skónum, áðrenn mann skal renna?
 Ja, tað er tað heilt sikkurt. Tað mugu í øllum førum ikki fara upp, tað er fyrsta kravið, men tær mugu heldur ikki liggja og flaksa ov nógv.

Hvussu nógvar knútar bindir tú?
 Eg bindi dupultan knút. Tann knútin mugu tey flestu kenna. Tað er ein eyka knútur á sloyfuna.

Hvør hevur lært teg at binda dupultan knút?
 Eg veit ikki, um tað var mamma ella babba, sum lærdi meg tað, tá eg var lítil.

Tá ið mann fer at venja renning og lærir alt gott, lærir mann so eisini at binda skógvarnar rætt?
 Mann bindir teir bara for leyst einaferð.

Er tað nakrantíð komið fyri, at ein lissa er farin upp, meðan tú hevur runnið?
 Tað er ikki komið fyri, tá tað hevur verið nakað alvorligt, men undir venjing havi eg onkuntíð runnið við leysum lissum.

Hvussu fast bindir tú skógvarnar á fótin?
 Eg bindi teir eitt sindur stramt, men teir skulu ikki sita so stramt, at teir steðga blóðinum. Blóðið skal helst kunna pumpa út í tærnar.

Hugsar tú um, at skógvarnir skulu sita akkurát, sum teir skulu, áðrenn tú fert at renna.
 Jú, tað hugsi eg eitt sindur um.

Brúkar tú nógv pør av renniskóm?
 Ja, nógvar, nógvar. Eg haldi, at hetta er mítt fjórða par í ár. Teir, sum eg rann við í dag, keypti eg í apríl mánaði.

Er tað nakað merki, sum tú tekur fram um annað?
 Nú havi eg runnið nokk so nógv saman við einum sølumanni hjá Nike, so hann hevur lokkað meg í Nike-skógvar, men eg byrjaði við Asics.

Skal botnurin eisini verða passaligur at renna á?
 Ja, heilt sikkurt. Eg havi verið hjá skómakara fyri at fáa gjørt nøkur serlig innlegg til skógvarnar, sum eg renni í.

Hvussu nógv kosta skógvarnir hjá tær?
 Píkaskógvarnir, sum eg rann í í kvøld, kosta einar 700 krónur. Venjingarskógvarnir kosta umleið 1100 krónur.