Tunlarnir Norður um Fjall, Dalstunnilin og Fámjinstunnilin eru í gerð. Teir fara allir at hava loftsljós, sigur landsstýrismaðurin

Átta tunlar í Føroyum hava ikki ljós

Av teimum 21 tunlunum í landinum, sum eru í nýtslu, eru 8, sum ikki hava ljós

 

Tunlarnir Norður um Fjall, Dalstunnilin og Fámjinstunnilin eru í gerð. Teir fara allir at hava loftsljós, sigur landsstýrismaðurin

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, í svari til Árna Skaale, løgtingsmann, sum hevur spurt um málið í einum grein 52a fyrispurningi.

Løgtingsmaðurin setti landsstýrismanninum hesar spurningar:

1. Hvussu nógvir tunlar í Føroyum hava ikki innlagt el, og hvørjir eru hesir tunlarnir?

2. Hvussu nógvir tunlar hava einans neyðljós og ikki koyribanaljós, og hvørjir eru hesir?

3. Nær kann væntast, at Kunoyartunnilin verður uppgraderaður við koyribanaljósi?

4. Er ein prioriterað ætlan um, hvussu verandi tunlar verða uppstigaðir, soleiðis at teir liva upp til tey krøvini (ella vanligan standard), sum vera sett til tunlar í dag?

Landsstýrismaðurin sigur, at fyri at gera trygdina enn betri í tunlum landsins, hava Landsverk og Net samstarvað um at fáa fartelefonsamband í allar tunlar í Føroyum. Í hesum sambandi er el lagt til allar tunnilsmunnarnar, tó uttan at el-innleggingar til ljósog annað er lagt inn í allar tunlar.

Tað eru 21 tunlar, ið eru í nýtslu. Av hesum eru 8 tunlar, sum ikki hava loftsljós.

Teir eru:

• Árnafjarðartunnilin (1965)

• Hvannasundstunnilin (1967)

• Sandvíkstunnilin (1970)

• Villingardalstunnilin (1979)

• Ritudalstunnlin (1980)

• Mikladalstunnlin (1980)

• Trøllanestunnilin (1985

• Kunoyartunnilin (1988)

Tunlarnir Norður um Fjall, Dalstunnilin og Fámjinstunnilin eru í gerð. Teir fara allir at hava loftsljós, sigur landsstýrismaðurin

Víðari sigur hann, at í dag er tað bert Kunoyartunnilin, sum hvørki hevur loftsljós ella neyðljós/rýmingarljós.

– Her skal tó gerast vart við, at trygdin í tunlinum ikki einans er treytað av ljósviðurskiftunum, men eisini, hvørt tunlarnir eru útgjørdir við eldsløkkjarum, neyðtelefonum, ventilatión og annað, sigur hann. 

Kunoyartunnilin hevur fartelefonsamband og eldsløkkjarar.

Eftir galdandi íløguætlan fyri 2018-2030 verða 20 mió. kr. játtaðar til at dagføra Leirvíkstunnilin, og 30 mió. kr. játtaðar til at dagføra Kollfjarðartunnilin árini 2027-2028. Aðrar dagføringar vera ikki nevndar beinleiðis í íløguætlanini, men verða 6-7 mió. kr. játtaðar árliga til at dagføra brýr og tunlar

Í samferðsluætlanini hjá Landsverki fyri 2018-2030 verður mælt til at dagføra Kunoyartunnilin, Gásadalstunnilinog Sumbiartunnilin. Einans Sumbiartunnilin er partvíst dagførdur.

– Kunoyartunnilin tørvar dagføringar. Um tunnilin skal lúka nútímans trygdarkrøv, skal ymisk útgerð setast upp í tunlinum. Samlaður kostnaður fyri dagføring er í 2018 prísum mettur til at verða 10-12 mió. kr. uttan váðaískoyti, sigur landasstýrismaðurin, sum leggur afturat, at dagføring av tunlum eigur at verða raðfest fremri.

 

 

Tunlarnir Norður um Fjall, Dalstunnilin og Fámjinstunnilin eru í gerð. Teir fara allir at hava loftsljós, sigur landsstýrismaðurin