Eingin skal doyggja í ferðsluni

Oddagrein:

Í gjár fall aftur ein harður dómur í Føroya Rætti í einum syndarligum máli um ferðsluvanlukku, sum hevur kravt mannalív. Dómarin gjørdi í dómsúrskurðinum greitt, at dómurin var harður, tí at samfelagið ikki góðtekur slíkan atburð í ferðsluni.

 

Tað ljóðar gott, at Føroya Rættur leggur dent á slíkt, tí slíkur atburður, sum í hesum føri førdi til eina álvarsama vanlukku, skal ikki góðtakast. Men slíkur atburður skal so sanniliga heldur ikki góðtakast, tá bilførarar seta mannalív í vanda – men bara eru so hepnir, at vanlukkan ikki hendi.

 

Tað er vísundaliga prógvað, at ymsu lógarásetingarnar – ferðslutrygdini at frama – seinastu árini hava minkað munandi um álvarsligu skaðarnar – og andlátini í ferðsluni. Deyðstølini í ferðsluni minkaðu munandi, tá lógarkravið um at brúka trygdarbeltið kom fyri góðum 20 árum síðani. Og ferðin á landsvegunum minkaði munandi, tá lógin varð herd soleiðis, at tú misti koyrikortið, um tú koyrdi 30 km/t meira enn loyvt var.

 

Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur gjørt eitt stórt arbeiði til tess at fáa myndugleikarnar at taka undir við 0-hugsjónini, ið hevur sum aðalmál, at eingin skal doyggja ella verða álvarsliga skaddur í ferðsluni. Løgtingið hevur samtykt hesa hugsjón – men enn vantar, at vit øll, sum ferðast í ferðsluni, taka hana til okkum.

 

Sum løgreglumaðurin vísti á í sendingini Bilradio á Rás2 í gjár, so vóru vit heilt niðri á einum andláti í ferðsluni í 1998. Tað vísir, at tað ber til at náa 0-hugsjónini. Tó vísti hann eisini á, at tølini tvey tey seianstu árini hava verið sjey fólk um árið, sum eru deyð í ferðsluni. Tað er so tað mesta í hesari øldini.

 

Havandi 0-hugsjónina í huga, so er tað kanska margháttligt, at løgtingið fyri fáum árum síðani linkaði revsingina fyri at koyra ov skjótt – eftir tilmæli frá løgregluni, væl at merkja. Fyrr var tað so, at hamarin fall, um tú koyrdi 30 km/t meira enn loyvt var. So visti tú, at tú misti koyrikortið. Men soleiðis er ikki meira, nú fært tú ein kjans afturat, tú sleppur til nýggja koyriroynd og fært eina bót. Hetta varð sagt at verða harðari revsing, skil tað, hvør skilja vil – men tað gevur tær ein nýggjan kjans at skikka tær pent...

 

Ein revsing, sum merkist, er sjálvandi at missa koyrikortið.