- Eg hoyri, hvat løgmaður sigur. Men hann hevur verið nakað skjótur at loysa frá posabandinum, tí tað er ikki rætt, sum hann sigur.
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum heldur ikki at atfinningarnar hjá løgmanni eru rættar.
Javnaðarflokkurin hevur havt landsfund um vikuskiftið og har var boðskapurin at longu næsta ár skal gjaldið hjá foreldrum fyri barnaansing, setast niður í helvt, og um nøkur ár skal tað avtakast heilt.
Samstundis sigur flokkurin, at tað neyðugt at lækka skattin hjá fólki við lágum og miðalinntøkum.
Tað gekk ikki long tíð, so hevði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, gjørt vart við seg. Og hann sigur, at skal Javnaðarflokkurin gera sær vónir um eina samgongu við Sambandsflokkin, má flokkurin sleppa øllum hasum vallyftunum, tí samfelagið hevur ikki ráð til eina brúksveitslu sum hana, Javnaðarflokkurin borðreiðir við.
Les eisini: Kaj Leo gevur Aksel durafjórðingin
Hann vísir eisini á, at vallyftini hjá Javnaðarflokkinum kosta einar 700 milliónir krónur tilsamans, men flokkurin vísir ikki á, hvaðani peningurin skal koma.
Hesa seinastu tíðina hevur eisini verið nógv gitt um, hvørjar samgongumøguleikar eftir næsta løgtingsval.
Veljarakanningar geva nevniliga Javnaðarflokkinum stóra framgongd, og heldur tað, verður tað hann, sum skipar samgongu eftir valið.
Javnaðarflokkurin hevur boðað frá, at hann fer ikki í samgongu við Fólkaflokkin. Og so eru bara tveir møguleikar eftir, Tjóðveldi og Sambandsflokkurin.
Tjóðskaparspurningurin kann verða ein forðing fyri eini samgongu við Tjóðveldi, tí Javnaðarflokkurin hevur staðfest, at hann er ein sambandsflokkur, samstundis sum Tjóðveldi vil hava fullveldið aftur á breddan.
Men á Landsfundinum í morgun, hevur Javnaðarflokkurin eisini lagt forðingar fyri eini samgongu við Sambandsflokkin.
Løgmaður staðfestir nevniliga, at sleppur Javnaðarflokkurin ikki sínum vallyftum, hevur Javnaðaflokkurin bara ein møguleika, og tað er at fara í samgongu við Tjóðveldi, tí Sambandsflokkurin vil ikki fara í eina slíka brúksveitslu, sum Javnaðarflokkurin ætlar.
- Hetta er so óseriøst at tað finst ikki orð, ljóðar heilsanin frá løgmanni til Javnaðarflokkin.
Les eisini: Bárður Nielsen setir løgmann upp á pláss
- Eg hoyri, hvat løgmaður sigur, svarar Aksel V. Johannesen, aftur.
Men hann heldur, at Kaj Leo Holm Johannesen, hevur verið ov skjótur at loysa frá posabandinum.
- Fyri tað fyrsta er tað skeivt, tá ið hann sigur, at at tað, vit ætla at fremja, kostar 700 milliónir. Tað kostar 45 milliónir at skerja kostnaðin fyri barnaansingina niður í helvt og hvat skattalættin kostar, veldst um, hvussu stórur hann verður.
- Annars hevur samgongan longu lovað skattalætta til lág- og miðallønt, so okkara lyfti liggja ikki so langt frá tí, samgongan longu hevur lovað, sigur Aksel V. Johannesen.
- Vit hava bara víst á, hvussu tað kann gerast sigur Aksel V. Johannesen.
Og tað, hann sipar til, er, at Javnaðarflokkurin sigur, at tað kann gerast við, at seta ein part av fiskirættindunum undir Føroyum, til sølu, so at reiðarar skulu rinda eitt gjald fyri rættin til at fiska tann fiskin.
- Og tað er beinleiðis skeivt, at vit ikki vísa á, hvaðni peningurin skal koma. Samgongan hevur sjálv álagt alivinnuni og fiskivinnuni at rinda 95 milliónir afturat í landskassan næsta ár og vit skjóta upp, at kommunurnar fáa 45 milliónir av teimum til at skerja gjaldið til barnaansing niður í helvt, sigur Aksel V. Johannesen.
- Sostatt vísa vit á, hvussu okkara vallyfti verða fíggjað, sigur Aksel V. Johannesen.