nýggju trolarunum, sum P/F Beta í Saltangará letur byggja í Vigo í Spaniu. Dagurin fyri navngevingini er settur til leygardagin, 23. november, og ætlandi loysa skipini í Spaniu, mánadagin, 25. november [...] væntar, at nýggju skipini verða í Føroyum týsdagin, 3. desember. - Báðir bátarnir eru klárir, tá ið teir fara úr Spaniu, og væntandi fara teir fyrsta túrin longu miðskeiðis í somu viku, sum teir koma, sigur [...] er keypt frá Radiohandlinum í Saltangará. Haraftrat hevur maskinverkstaðurin, FJM í Runavík, bygt og sett arbeiðsdekkið upp og somuleiðis bondini, sum føra fiskin niður í lastina. Olaf Olsen sigur, at
Bert í hesi samgonguni hevur verið prógvað, at FF í tveimum førum er sett uttan fyri lóg og rætt. Tað er eisini dokumenterað, at hetta er gjørt í stríð við tey rættarprinsipp, sum eru galdandi í restina [...] Og hervið koma vit til kjarnan í hesum máli, og tað er dupultmoralurin. Nýggja leiðslan í flokkinum hjá Fregnir hevur ført seg fram sum teir, ið skuldu umboða reinleika í politikki. Sjálvt ?bróðurmorðið [...] tingi og fjølmiðlar eru so ?sammenspist?, at slík rættarbrot móti borgarum verða tøgd í hel. Men nú er Fregnir farið í aktión! Og tað er ikki við at viðgera hesi álvarsmál, sum blaðstjórin sum samfelagsfrøðingur
Smoltstøðini á Fútakletti í Vágum. Tvær hallir verða bygdar upp í verandi bygningar. Og ætlandi kemur onkur aftrat, sigur Atli Gregersen, stjóri á Fútakletti. Bygt verður upp í smoltstøðina norðureftir [...] øðrum manningarrúmum. Tilbyggingin, sum nú verður gjørd, fer at verða liðug í heyst. Væntandi fara teir at strúka í nýggju høllini í oktober, sigur stjórin. Kostnaðurin fyri hesa byggingina liggur um einar [...] stjórin á Fútakletti. Í fjør gekk væl, og laksaprísurin var eisini rímiliga góður. Tá hann var upp á tað besta, var hann oman fyri 30,- krónur. Í ár er hann lækkaður aftur og liggur í løtuni niðri á 21,-
Arbeiðseftirlitið upp í leikin. Tíbetur eru vit ikki von við slíkar vanlukkur í Føroyum, men tað merkir eisini, at vit ongar serfrøðingar hava á økinum. Tað hava tey heldur ikki í Danmark, men tað ljóðar [...] arbeiðsvanlukka týsdagin seinnapartin kravdi lívið hjá einum av raskastu monnunum í bygdini í sambandi við spreingiarbeiði í Vestmanna. Maðurin, ið læt lív, var Jákup Hermansen úr Leynum, ella Jákup á Fossinum [...] Fossinum í Leynum. Jákup á Fossinum varð 57 ára gamal, var stakur og hevði eingi børn. Doyði á staðnum Arbeiðsvanlukkan hendi týsdagin klokkan 13.45 í sambandi við spreingiarbeiði á Válinum í Vestmanna
at í Føroyum lembir hvør ær 1,3 lamb í miðal hvørja ferð, men uttanlands er tað mangan at ærnar fáa væl meiri enn tvey lomb í miðal. Hann sigur ,at fóðuri hevur nógv at siga. Verður fóðrað væl í brundtíðini [...] hvussu hevur gingist. Og hjá Óluvu Willumsen í Hvalba, hevur lembingin í ár verið nakað heilt serligt. Hon eigur nevniliga eina ær, sum lemdi heili fýra lomb í farnu viku, trý gimburlomb og eitt veðurlamb [...] ær, sum hevur lembt fýra lomb. Í fjør var tað eisini ein ær í Hvalba, sum, lembdi fýra lomb, hana átti Dan Thomsen. Eitt annað ári var tað ein ær hjá Jòsvein Petersen í Hovi. Men tað vit vita, eru tær
konsert í Christianskirkjuni í kvøld, og tað er púra vist, at teir fingu marknaðarført seg sjálvar eitt sindur til setanina. Í øllum førum vóru tey mong, sum søgdu seg so avgjørt ætla at fara í kirkjuna [...] Klaksvík: Hóast tjúkt í mjørka og eitt sindur kaldligt í veðrinum, so var heilt fitt av fólki savnað í Vágstúni, tá Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri setti Nordvesten 2003. Hetta var um fýratíðina, [...] hava konsert í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið. Teir fara eisini at hava onkrar framførslur afturat í sambandi við Nordvesten. Eftir setanina, um sekstíðina, var galladøgurði fyri innbodnum í Skálanum. Og
bjóða uppá fiskin í fríðari kapping, fær tann sum gevur besta prísin fiskin. Í hesum eru vit púra samdir. Men tað er óskiljandi, at tað eina liðið enn er eftirbátur í kappingini, og tað er í kappingini um [...] stendur í lógini?. Sum borgari (parteigari) havi eg áhuga í, at fáa størst virði fyri hvønn fiskidag sum gagnnýttur verður, og tað fái eg ikki í løtuni! Fiskimannafelagið sigur tað so púra rætt í síni á [...] føroyska samfelagið hevur valt, at geva einkultum persónum í Føroyum ræðisrættin til okkara tilfeingi, og eftir serligum reglum, nýta tilfeingi í sínum privata búskapi. Eingin krøv eru sett um, at gjaldast
mánaðir sum kokkur á Casablanca í Havn. Honum dámar sera væl í Føroyum og tá hann kom til Suðuroynna, fekk hann hug at royna seg. - Eg eri úr Turkalandi, men havi búð í Svøríki longi og havi svenskt pass [...] pizza. Tænastustøðið er høgt, fryntlig fólk í starvi, og rúmligt er inni. Hølini liggja væl í miðum býnum. Í alt eitt gott stað, har serkunnleikin tykist vera í hásæti. Mustafa, kokkurin við drúgvu royndunum [...] hølini. Litir í reyðum og annars træ. Gott pláss, rúmligt. Tónleikur spælir dempaður, heitar rútmur, kanska Gipsy Kings. Minnir mest um eina góða matstovu av sama slag í danska høvuðsstaðnum ella í onkrum øðrum
framvegis fara í langa tíð frameftir at tøva í sama tvídrátti sum tey seinastu 55 árini, førdi Hans Pauli Strøm fram á Grundlógaráðstevnuni. Yvir í fólkarættin Hans Pauli Strøm mælti í staðin til ein [...] na, verða yvirtikin í eini og somu lóg, sum hevur fingið navnið yvirtøkulógin. Danski forsætisráðharrin hevur sagt seg taka undir við tankanum, og embætisfólk í Danmark og Føroyum eru farin at viðgera [...] Ongin endi Aðalstjórin í løgmálaráðnum nevndi hetta eina kollvelting fyri føroyskt sjálvstýri, tí nú slapst ikki longur innan fyri ríkisfelagsskapin. Hans Pauli Strøm, skrivari í Javnaðarflokkinum, sum
Jólamaðurin í Havn hevur sent boð eftir jólaskipinum og sagt, at teir skulu koma mikudagin, tí hann ætlar at koma í Vágsbotn mikudagin kl. 17. Tað er nakað seint og myrkt tá, men børn í Havn eru í skúla og [...] ferðast um alt landið síðani tá, og vit hava fylgt nøkrum av teimum í barnaútvarpinum, og nú hava teir næstan verið allastaðni í Føroyum. Jólamaðurin er um at vera ferðabúgvin, gávurnar eru næstan allar [...] og í barnagarði, so hann bíðar til foreldrini koma eftir teimum, so tey kunnu koma oman og taka ímóti honum saman við jólamonnunum, ið búgva í Húsareyni og Kirkjubøreyni. Sum altíð gleða teir seg at koma