Lembing
Hov: At ær lemba tvey lomb er ikki óvanligt. Einstakar ferðir kemur tað eisini fyri, at ær lema trý lomb. Men at ein ær lembir fýra lomb - og at tey øll harafturat liva -man vera ómetaliga sjáldsamt,
Men kortini var tað júst tað sum hendi í Hovi sunnudagin.
Tað er Jóxsvein Petersen í Hovi, sum eigur hesa sjáldsomu ærina.
Hann sigur, at hetta hevur altíð verið ein stak ær.
Hóast hon bert er sjey ára gomul, hevur hann longu fingið heili 17 lomb undan henni.
Tá ið honm var lamb í 1996, lembdi hon eitt lamb. Men bæði í 1997, 1998 og 1999, lembdi hon tvey. Bæði í 2000 og í 2001 lemdi hon trý og í ár lembi hon so fýra.
Bara eitt lamb undan henni er deytt, tað var í gjør, tá ið tað eina datt í eina lítla á og slapp ikki uppaftur.
Jósvein Petersen sigur, at tað er ikki bara tað, at hann hevur fingið nógv lomb undan ærini. hon hevur eisini klára at føtt lombini, tí hon hevur havt ov mikið at geva. Lombini hava eisini verið avbera góð, tá ið tey hava verið dripin.
Tey bæði lombini, sum hann drap undan henni í fjør vigaði ávikavist 39 og 42 pund. Í fyrrárið gekk hon við øllum trimum lombunum og tá drap hann tvey av teimum og tey vigaði eisini um 40 pund hvørt. Tað triðja lambið varð vigað livandi og eftir tí var krovið mett til eini 35 pund.
Sostatt hevði hann tað eina árið havt fingið góð 100 pund av kjøti undan hesi eini ærini og tað kann ikki annað enn sigast at vera avbera gott.
Í ár eru øll fýra lombini gimburlomb, men hann hevur tikið tað eina lambið frá henni til eina aðra ær,. sum misti lambið.
?At hon gongur við trimum lombum man vera ríkiligt, men tey klárar hon so eisini at føða bæði væl og virðiliga, tí tað hevur hon gjørt fyrr við góðum úrslitið og tey trý lombini, hon nú hevur hjá sær, trívast og hava tað gott, sigur Josvein Petersen.
Men hann sigur eisini, at hann ger rættiliga væl við ærina fyri at fáa hana at føða lombini. Hon gongur í stiki og hon fær kraftfóður afturat, men so stendur heldur ikki á, at føða lombini. Annars gongur hon í haganum um summarið, men er við hús um veturin.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Jósvein Petersen hevur sermerkt seyðahald. Fyri nøkrum árum síðani hendi tað hjá honum, at tíkin tók eitt lamb til sín sum sín egna hvølp og læt eisini lambið súgva seg, men tey vildu heldur geva lambinum kipp ístaðin.










