Har telducaféin Delfi á Tvøroyri áður húsaðist, er nú ein eitt sindur øðrvísi café. Mama-Mia Pizzaria & Café stendur nú omanfyri inngongdina. Matstovan lat upp beint fyri vikuskiftið og fult hús hevur verið hesar dagarnar.
- Hóast einki er lýst enn, so hevur gingið væl, sigur nøgdi eigarin Mustafa Cicek.
Hann starvaðist einar 7 - 8 mánaðir sum kokkur á Casablanca í Havn. Honum dámar sera væl í Føroyum og tá hann kom til Suðuroynna, fekk hann hug at royna seg.
- Eg eri úr Turkalandi, men havi búð í Svøríki longi og havi svenskt pass. Eg havi 25 ára royndir sum kokkur og havi t.d. verið í Milano í Italiu og arbeitt sum pizzakokkur, so tað eru veruligar pizzur, eg geri, sigur Mustafa, ið fegin vil reka eina matstovu á høgum støði.
Á matarlepanum verður, umframt pizzur, eisini búffar, kebab og annað.
Góðar pizzur
Og at tað eru góðar pizzur, sum Mustafa og hansara starvsfólk seta á borðið, er heilt víst. Sosialurin royndi matstovuna leygardagin.
Innkomin leggur ein til merkis hugnaligu hølini. Litir í reyðum og annars træ. Gott pláss, rúmligt. Tónleikur spælir dempaður, heitar rútmur, kanska Gipsy Kings. Minnir mest um eina góða matstovu av sama slag í danska høvuðsstaðnum ella í onkrum øðrum stórbýi. Og tað sama við pizzunum. Sera góðar og sum tær eiga at vera.
Júst hvat tað er, sum ger eina pizza til eina slíka, sum er júst sum hon skal, er ringt at siga. Kanska er lættari at siga, nær pizzan ikki er so.
Men á Mama-Mia Pizzaria er eingin ivi. Har er alt sum tað eigur. Ektað. Og ein kann bert geva bestu ummæli og viðmæla matstovuna til øll áhugað.
Nógvar pizzur eru at velja í. Tær vit kenna og eisini onkur onnur. T.d. ein Pizza Suðuroy. Og í sera hugnaligu hølunum er gott við eini veruligari pizzu, ein sum smakkar av Milano og Italia, ein verulig pizza.
Tænastustøðið er høgt, fryntlig fólk í starvi, og rúmligt er inni. Hølini liggja væl í miðum býnum. Í alt eitt gott stað, har serkunnleikin tykist vera í hásæti.
Mustafa, kokkurin við drúgvu royndunum, gleðir seg at bjóða suðuroyingum og vitjandi annars eiina góða matstovu, tí hann metir, at tørvur er á eini slíkari, hóast nakrar eru frammanundan.
40 sitipláss eru á Mama-Mia Pizzaria. Eigarin umhugsar at fáa skeinkiloyvi, men fyrst og fremst vil hann hava matin og matstovuna á høgt støðið, bæði viðvíkjandi hugna og góðsku.
Á Mama-Mia Pizzaria & Café er opið hvønn dag frá klokkan 12:00 til 23:00 og tey koyra eisini pizzur út og telefonnummarið er 371919.