Spurningur til Fiskimannafelagið

Eg havi við áhuga lisið frágreiðingina hjá Fiskimannafelagnum. Og vit eru samdir um, at ein góð og hørð kapping er sunn fyri vinnuna og fyri samfelagið sum heild. Hettta førir jú við sær, at tá eitt nú fiskavirkini og aðrir keyparir bjóða uppá fiskin í fríðari kapping, fær tann sum gevur besta prísin fiskin. Í hesum eru vit púra samdir.
Men tað er óskiljandi, at tað eina liðið enn er eftirbátur í kappingini, og tað er í kappingini um fiskidagarnar. Fiskivinnan á sjógvi livur framvegis í einum vardum umhvørvi, uttan kapping av nøkrum slag.
Myndin av teirru føroysku skipanini er, at politikarar higartil hava noktað útlandskum kapitali at blanda seg. Hetta við óttanum fyri, at avreiða ræði á føroyska tilfeinginum úr føroyskum hondum.
Staðfest er, at tað føroyska samfelagið hevur valt, at geva einkultum persónum í Føroyum ræðisrættin til okkara tilfeingi, og eftir serligum reglum, nýta tilfeingi í sínum privata búskapi. Eingin krøv eru sett um, at gjaldast skal fyri rættin at fiska, ella fyri fiskidagar og aliloyvir
Eg unni øllum sum hava fiskiloyvir, eitt so gott avkast sum tilberð, men eg meini at vit eisini eiga at tosað um, at fáa kapping í veiðuliðið!
Fiskivinnan á sjógvið hevur einki at óttast, tí teir bestu og dugnaligastu sjómennirnir, koma framvegis at gagnnýta ríkidømi úr havinum.
Hvør er trupuleikin við at selja fiskidagar til hægst bjóðandi?
Undirritað er Føroyingur og tí parteigari av føroyska fiskiríkidøminum, ?Føroya fólks ogn, sum tað stendur í lógini?. Sum borgari (parteigari) havi eg áhuga í, at fáa størst virði fyri hvønn fiskidag sum gagnnýttur verður, og tað fái eg ikki í løtuni!
Fiskimannafelagið sigur tað so púra rætt í síni ársfrágreiðing, at kapping um rávøruna skapar hægsta virði pr. kg. ráfisk.
Niðurstøðan verður tí eisini, at sambært Fiskimannafelagnum, gevur væntandi kapping ikki hægsta virði pr. kg. rávøru, og sostatt heldur ikki tað besta úrslitið.
Sum nú er, kann tað almenna tilvildarliga geva mær, ella granna mínum eitt fiskiloyvi ?free of charge?. Men hvørjar eru treytirnar fyri at fáa eitt slíkt loyvi við postinum, sum grannin (tilvildarliga) ikki fær?
Við einari fríðari kapping, hevði tann við bestu evninum, tilogna sær teir neyðugu fiskidagarnar, í eitt ávíst tíðarskeið, fyri at reka fiskiskapin á optimalan hátt.
Eingin setur spurnartekin við, at hava tilfeingisrentu og fríða kapping tá talan er um Oljuvinnuna, sum jú eisini er ein rávøra við avmarkaðum tilfeingi. Hvør er munurin á einari tunnu av olju fyri eitt nú 24 $/tunnu og á einari tunnu av Toski fyri 240 $/tunnu.
So mín spurningur er: Gongur Fiskimannafelagið eisini inn fyri kapping í veiðiliðnum, ella skal kappingin bert galda Fiskivinnuna á landi.