Øll alingin undir taki

Smoltstøðin á Fútakletti verður nú løgd undir tak, øll sum hon er. Byggingin er meira fyri at tryggja framleiðsluna heldur enn at økja hana, sigur stjórin

 

 

Aling

 

Fútaklettur: Tað verður bygt út á Smoltstøðini á Fútakletti í Vágum. Tvær hallir verða bygdar upp í verandi bygningar. Og ætlandi kemur onkur aftrat, sigur Atli Gregersen, stjóri á Fútakletti.

 

Bygt verður upp í smoltstøðina norðureftir. Tvær hallir, sum tó í grundini bara eru ein, sigur Atli Gregersen. Innan eru hallirnar ikki skildar at sum so, men tvær reisingar eru á. Tað kemst av, at spennið annars hevði verið í so langt.

 

Nýggi tilbygningurin verður nýttur til lívfiskakør og rognframleiðslu. Øðrumegin fara kørini við lívfiski at standa, og hinumegin verða strúkirúm og rongakørini.

 

Talan er ikki um nakra framleiðsluøking, sigur Atli Gregersen, uttan meira um trygging av framleiðsluni. Tað verður lættari at arbeiða, tá alt er undir taki. Eisini verður nu møguleiki at hava lívfisk og rogn fullkomiliga skild frá smolt- og sílaframleiðsluni.

 

Fútaklettur er saman við Fiskaaling teir einastu rognaframleiðararnir í Føroyum. Atli Gregersen sigur, at býtið, sum er, liggur umleið eina helvt til hvønn. Tað hevur annars verið soleiðis, at Fútaklettur hevur havt tann størra partin, sigur hann.

 

Lívfiskin fær støðin á Fútakletti úr aliringunum, felagið hevur liggjandi á Miðvági. Men tað kemur tó fyri, at onkrir fiskar verða keyptir júst frá kappingarneytanum, Fiskaaling.

 

?So talan er um bæði kapping og samstarv, sigur Atli Gregersen. Verri er tað ikki enn so.

 

Tað fara einar tvær milliínir fiskar av støðini árliga, sigur hann. Hálvonnur millión laksasmolt og ein hálv millión av sílum. Av rognum fáa tey einar 4.000 litrar árliga. Roknað verður við 6.000 rognum fyri hvønn litur, sigur Atli Gregersen.

 

Vatnið til framleiðsluna fær fútaklettur úr keldunum í haganum rundan um støðina, eins og eisini verður tikið úr Marknaánni.

 

Eini 20 fólk arbeiða hjá Fútakletti, og har er vakt alla tíðina. Nátt sum dag. Gerandis sum heilagt.

 

Tað hevur verið heldur trongligt í aðrar mátar eisini á Fútakletti, sigur Atli Gregersen. Hølisviðurskiftini hjá arbeiðsfólkinum hava ikki verið nóg góð. Men ætlanin er eisini at byggja ein fyrisitingarbygning, sum fer at hýsa matstovu, skrivstovum og øðrum manningarrúmum.

 

Tilbyggingin, sum nú verður gjørd, fer at verða liðug í heyst. Væntandi fara teir at strúka í nýggju høllini í oktober, sigur stjórin.

 

Kostnaðurin fyri hesa byggingina liggur um einar átta milliónur krónur.

 

Útlitini eru nú meira moderat aftur, sigur stjórin á Fútakletti. Í fjør gekk væl, og laksaprísurin var eisini rímiliga góður. Tá hann var upp á tað besta, var hann oman fyri 30,- krónur.

 

Í ár er hann lækkaður aftur og liggur í løtuni niðri á 21,- krónum, sum er tað lægsta, hann leingi hevur verið, sigur Atli Gregersen.