Bert í hesi samgonguni hevur verið prógvað, at FF í tveimum førum er sett uttan fyri lóg og rætt. Tað er eisini dokumenterað, at hetta er gjørt í stríð við tey rættarprinsipp, sum eru galdandi í restina av ríkinum og annars í einum veruligum fólkaræði. Men tað ófrættakenda er, hetta verður gjørt uttan fráboðan og frágreiðing. Ein og hvør roynd at fáa eina frágreiðing og grundgeving er sum at renna seg ímóti einum betongmúri. Øll skipanin, íroknað andstøða á tingi og fjølmiðlar eru so ?sammenspist?, at slík rættarbrot móti borgarum verða tøgd í hel.
Men nú er Fregnir farið í aktión! Og tað er ikki við at viðgera hesi álvarsmál, sum blaðstjórin sum samfelagsfrøðingur skuldi havt serligar fortreytir fyri at viðgera. Nú ræður um at skapa iva um trúvirði hjá tí, sum loyvir sær at vísa á, hvussu Føroyar miðvíst verður avriggað sum rættarsamfelag. Og tað verður gjørt við einum gomlum primtivum tricki: ?Tú skal bara halda kjaft. Tú sum hevur fingið so og so høga bíðiløn sum landsstýrismaður uttan at tala at.? Hóast hetta eru viðurskifti, sum eg onga sum helst ávirkan havi havt á.
Tað er sjálvsagt í lagi, at slík mál verða tikin upp. Eg skal fegin viðganga, at eg helt skipanina við bíðipening vera órímiliga, og hetta gjørdi eg eisini vart við í landsstýrinum. Men hetta kann so á ongan hátt broyta tað, sum eg havi skrivað um rættarstøðuna í Føroyum. Men hesi viðurskifti hevur Fregnir als ongan áhuga fyri. Nyrup er samb. Fregnir størsti ?fani? av verðini, tí hann ikki skal yvirhalda demokratiskar spælireglur. Men at politisku bossarnir hjá blaðstjóranum nýta somu framferð móti egnum borgarum, sum kastað verður Nyrup fyri, skal ikki koma fram. Tí so sigi eg hitt!!
Og hervið koma vit til kjarnan í hesum máli, og tað er dupultmoralurin. Nýggja leiðslan í flokkinum hjá Fregnir hevur ført seg fram sum teir, ið skuldu umboða reinleika í politikki. Sjálvt ?bróðurmorðið? á Signar á Brúnni hevur verið marknaðarført sum politiskur reinleiki á ein hátt, sum sjálvt ein Goebbels ikki hevði kunnað gjørt tað betri. Hetta var tó áðrenn ?Fregnir?.
Dentur hevur verið lagdur á, at í fyrireikingini av tí nýggja paradísinum var tað av avgerandi týdningi at fáa eitt so breitt orðaskifti sum gjørligt millum borgarar. Tað sæst greiðari og greiðari, at hetta bert eru lótir. Hetta er enn einaferð váttað. Sjúrður Skaale er ikki annað enn ein rakkaraknektur hjá fólki, sum nýta ?frælsi? sum páskot fyri at fáa makt sjálvi.
Tí er hann ikki tann rætti at seta spurnaðartekin við trúvirðið hjá øðrum!