skal sum eitt runudíki liggja, var tað ikki betri hann innigyrdur varð, til spælipláss og til barnagarð, og til gomul og útslitin pør, skapt eitt Eden í sól við Vágs fjørð. IPT [...] eina park, við Sandin innast á Vágsfirði, gongur sera væl, og ikki er langt síðani at arbeiðið av álvara byrjaði, men dagamunur sæst eftir, og longu sæst nøkulunda, hvussu ætlanin fer at taka seg út. Børn [...] Eikilund hava plantað, og eftir summarfrítíðina fara børn í Vágs Skúla at planta. Økið, ið vanliga verður nevnt Sandurin, fevnir um eitt øki, ið hevur verið nýtt til beiti hjá seyði, og ikki minst eisini hjá
sigur læknin og høvundurin Vibeke Manniche, tá ið Ekstra Blaðið spurdi hana um viðmerking um, at myndugleikarnir hava tikið barnið hjá einum av kvinnunum í sendingini. Danska sendingin De unge mødre er sera [...] sera vælumtókt í Danmark, og ikki minst í Føroyum. Sendingin snýr seg í høvuðsheitinum um nakrar ungar kvinnur, og teirra lív sum mammur. Nú er greitt, at myndugleikarnir hava tikið barnið hjá einari ungari [...] tær veikastu genturnar, og brúkar tær síðani til sín egna fyrimun, sigur hon við eb.dk. Hon heldur, at sendingin fær ógvuliga stórar avleiðingar fyri tær kvinnur, sum luttaka, og tí er tað sera skaðiligt
einstaka borgaranum í at vera sum longst í egnum heimi og at byggja brýr millum ung og gomul og harvið at styrkja samhaldsfesti millum ættarliðini. Sjá heimasíðuna hjá alm.fo, har kanst tú lesa alt Eldraálitið [...] eldrapolitikk við heitinum Trivnaður, tryggleiki og lívsgóðska. Endamálið við at orða ein føroyskan eldrapolitikk er yvirskipað at gera greitt, hvørji mál og mið Føroyar eiga at hava á eldraøkinum; at vera [...] leiðbeinari fyri framtíðina. Politikkurin eigur soleiðis at verða útgangsstøðið og grundarlagið undir teimum politisku avgerðunum og teimum tiltøkum, sum frameftir verða sett í verk á eldraøkinum. Sambært álitinum
missur arbeiði. So má hann eisini spara og fær ikki ráð at keypa klæðir og klippa sær og so missur hárfríðkarin og krambakallurin starvið. So fáa tey eisini verri ráð og soleiðis enda vit í eini endaleysari [...] arbeiði, summi eru kanska í vanda fyri at missa hús og heim og tey, sum eru nóg ung, rýma av Tvøroyri, kanska eisini úr Suðuroy og kanska enntá av landinum og tað er ein vanlukka, sigur búskaparfrøðingurin [...] at útsøgnir, sum hesar, kunnu ikki føra ikki til annað enn at skapa ótta og stúran og eru við til at ræða fólk av landinum. Og hann leggur afturat, at verður førdi politikkurin, soleiðis, sum landsins
aftur leys og smeyg sær inn í kamarið, har abbin og omman lógu og svóvu. Omman vaknaði og hin smeyg sær aftur um hana at leita sær skjól. Hon sigur, at tey vaktu abban, sum fór á føtur og hon minnist [...] hennara var til skips og hon og svágurin lógu og svóvu í hvør sínum kamari í kjallaranum. Men hon vaknaði brádliga aftur við kaldan dreym, við tað at ákærdi hálvgun sat oman á henni og hevði tikið hvørkratak [...] hvaðani tað kom frá. Hon var ræslusligin og tað, sum hendi síðani, minnist hon bara í brotum. Svágurin kom í kamarið og tískil slapp hon út og inn í eitt annað kamar og haðani út ígjøgnum eitt vindeyga. Komin
Á UNG Kulturytring fáa tey ungu m.a. høvi at venja at kjakast, at arbeiða við spurningum um fólkaræði og fáa eina rúgvu av lista- og mentanarupplivingum. Norsk kulturforum bjóðar trý ókeypis pláss til
tað má í øllum førum gerast keðiligari og truplari at vera roykjari. Tað sigur seg sjálvt. Politikarar skulu sum altíð vera fyrimyndir, og tí má tað vera ein farin tíð, at vit síggja [...] ein roykjandi heilsumálaráðharra. Politikkur er jú at vilja broytingar, og eingin fer illa av, at færri – og helst eingi fólk roykja. [...] veit hvørt mans barn. Men tað er sum við grindatilmælum, at syndararnir vita altíð best sjálvir, og eingin dugir so væl at koma við tilvildarligum undanførslum, bara tí at tey sjálvi ikki klára
hugnaligt í Havn, og úr miðbýnum fara vit at bjóða øllum vælkomnum. Vit vóna, at tit fáa eina hugnaliga løtu saman við okkum og tíð at steðga á, heilsa uppá vinir og kenningar og kenna jólagleðina og jólafriðin [...] útsýni frá stigabilinum og sá stjørnurnar og tey reyðu hjørtini og ikki at gloyma øll tey fittu børnini, sum hann heilsaði uppá. Frá jólamanshellunum uppi á Kirkjubøreyni og úti í Nólsoy síggja teir ikki [...] Jólamaðurin hevur bjóðað beiggjunum hjá sær og onkrum systkinabarni við jólaskipinum, so teir eisini fáa heilsað uppá fólkini í Havn, bæði ung og gomul, og munnu vit ikki eisini fara at síggja teir koma
_ Vit síggja fleiri og fleiri misnýtarar, sum doyggja av misnýtsluni, og tí er tað ógvuliga umráðandi at fara út á skúlar at greiða frá, hvussu vandamikil rúsevnini eru. Millum ung verður rúsevnisumhvørvið [...] ørvið ofta fatað sum ein spennandi og lokkandi verð, og tí er tað alneyðugt, at vit fara út og greiða teimum frá um tann kalda veruleikan, sigur Poul Jákup Thomsen. Hann hevur í sínum arbeiði sæð nógvar [...] ið fara út at greiða frá rúsevnum og misnýtslu, siga, at tað er sera stórur áhugi fyri at fáa teir út á skúlarnar at greiða frá. _ Vit hava fingið nógvar áheitanir og hava verið á nógvum skúlum. Sum ú
rúsevnum, gjørdist tann ungi føroyingurin meiri og meiri kriminellur, og hann bleiv blandaður upp í søluna av amfetamin og ecstacy í býnum, sum hann tá búði í. _ Eg noyddist at skaffa mær pengar, so at eg [...] kilo í mun til tey gott og væl 80 kiloini, ið hann vigar í dag, nú hann er rúsfríur. Lívið við rúsevnum og kriminaliteti hevði eisini sínar avleiðingar fyri sambandið við vinir og familju hjá tí unga manninum [...] fáa pengar til rúsevnir, og mínir gomlu og sannu vinir fullu frá, tí eg bara kom saman við fólki úr rúsevnisumhvørvinum. Misnýtslan hjá mær kostaði mær nógvar góðar vinir, og eg havi eisini oyðilagt sambandið