Hann líkist øllum øðrum ungum føroyskum monnum, hesin 25 ára gamli maðurin, sum vit hitta ein regnvátan seinnapart í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Um tú ikki visti betur, hevði tú aldrin gitt, at talan var um ein mann, sum fyri fáum árum síðani livdi á lívsins egg.
Brúkti fyri 20.000 krónur um vikuna
Sum hjá so mongum øðrum misnýtarum byrjaði misnýtsla hjá tí 25 ára gamla, sum tá var búsitandi í einum minni býi í Danmark, við einari einkultari pípu av hash. Men so líðandi vaks misnýtslan, og evnini, ið hann nýtti, gjørdust harðari.
_ Tað byrjaði ógvuliga ósekt, men tað vant skjótt upp á seg. Eg fekk fótin inn um í hasum umhvørvinum, og so gekk tað bara ein veg. Eg fór frá hash til amfetamin og ecstacy, og tá ið eg var longst úti, brúkti eg fyri umleið 20.000 krónir um vikuna í rúsevnum, greiðir ungi maðurin frá.
Fyri at fíggja ovurhonds stóru nýtsluna av rúsevnum, gjørdist tann ungi føroyingurin meiri og meiri kriminellur, og hann bleiv blandaður upp í søluna av amfetamin og ecstacy í býnum, sum hann tá búði í.
_ Eg noyddist at skaffa mær pengar, so at eg kundi keypa rúsevnir. Eg gjørdist tí eitt nú sendiboð hjá teimum stóru pusharunum í býnum. Tað vil siga, at eg flutti rúsevnini frá seljara til keypara, og tað fekk eg so pengar afturfyri, greiðir hann frá. Ungi maðurin leggur afturat, at hann eitt skifti seldi rúsevnir fyri yvir 100.000 krónur um mánaðin.
Hvørki át og drakk
Stóra nýtslan av rúsevnum setti síni eyðkenni á støðuna hjá tí unga manninum, sum gjørdist alsamt verri fyri likamliga.
_ Eg livdi bara av rúsevnum. Eg át kanska eina hálvan sandwich um vikuna og drakk tvær fløskur av kakaomjólk. Annars livdi eg bara í einum ævigum rúsi, og kroppurin hjá mær bleiv spakuliga uppetin, sigur hann. Sum dømi um vánaligu likamligu støðuna, nevnir ungi maðurin, at hann eitt skifti vigaði einans 59 kilo í mun til tey gott og væl 80 kiloini, ið hann vigar í dag, nú hann er rúsfríur.
Lívið við rúsevnum og kriminaliteti hevði eisini sínar avleiðingar fyri sambandið við vinir og familju hjá tí unga manninum.
_ Eg útnyttaði familjuna hjá mær fyri at fáa pengar til rúsevnir, og mínir gomlu og sannu vinir fullu frá, tí eg bara kom saman við fólki úr rúsevnisumhvørvinum. Misnýtslan hjá mær kostaði mær nógvar góðar vinir, og eg havi eisini oyðilagt sambandið við ein stóran part av familjuni hjá mær á henda hátt, so tað hevur kostað mær dýrt, heldur ungi maðurin.
Fongslaður og avrúsaður
Men ein dagin bleiv ungi føroyingurin tikin av donsku løgregluni við lutfalsliga stórari nøgd av rúsevnum, og hann bleiv dømdur fleiri ára fongsulsrevsing.
_ Tað var bjargingin hjá mær. Bleiv eg ikki tikin, varð eg deyður í dag, tað er vist. Eg kom inn at sita, og samstundis bleiv eg sendur í viðgerð fyri mína misnýtslu, og eg bleiv avrúsaður. Hevði eg ikki komið inn at sita, hevði eg í dag verið deyður av míni misnýtslu, heldur tann 25 ára gamli, sum í dag framvegis er í viðgerð fyri misnýtsluna, hóast hann hevur verið rúsfríur í langa tíð.
Hóttur eftir lívinum
Tað var tó ikki bara sum at siga tað at sita í fongsli í Danmark hjá tí unga føroyinginum, tí netverkið hjá teimum, ið selja rúsevnir, røkkur eisini inn um fongsulsrimarnar.
_ Tá ið eg bleiv tikin, hevði eg rúsevnir fyri nógvar túsund krónur uppi á mær, sum ein pushari átti. Rúsevnini legði løgreglan sjálvsagt hald á. Hetta gjørdi, at meðan eg sat inni, kom ein annar fangi til mín og segði, at um eg ikki rindaði pusharanum fyri rúsevnini, so kom eg at gjalda fyri tað við lívinum. Eg royndi at greiða frá, at eg hevði ikki pengarnar, og at løgreglan hevði tikið evnini, men tað løgdu teir einki í eg hevði bara at gjalda. Tað fekk eg ikki gjørt, og tí noyddist eg at verða serstakliga ansin restina av tíðini, ið eg sat inni í Danmark, greiðir ungi maðurin frá.
Ræðist fólk
Tann 25 ára gamli føroyingurin, sum í løtuni situr síðstu mánaðirnar av fongsuldóminum í Føroyum, skal í næstum út í samfelagið aftur, men tað er ikki nakað, sum hann sjálvur metur seg verða kláran til.
_ Misnýtslan hevur oyðilagt meg á nógvar mátar, og millum annað er sjálvsvirðingin hjá mær fullkomiliga burtur. Eg havi einki til yvirs fyri mær sjálvum, og fyri at siga tað akkurát, sum tað er, so ræðist eg at koma út millum fólk, sigur hann.
Somuleiðis er hann bangin fyri aftur at fella fyri freistingini við rúsevnum, og hann hevur tí í samráð við fakfólk gjørt av, at tá ið hann verður leyslatin, fer hann beina leið á viðgerðarstovnin Heilbrigdið á Velbastað, har hann skal venja seg við at verða rúsfríur og ein partur av samfelagnum.
_ Tað fer ivaleyst at taka rúma tíð, áðrenn eg aftur verði klárur at verða ein vanligur partur av samfelagnum, men eg fari at gera mítt besta, hóast rúsevnini hava merkt meg fyri lívið, sigur 25 ára gamli føroyingurin.
Í eini roynd at fyribyrgja at onnur ung koma út í somu støðu sum hann, ferðast tann ungi maðurin í løtuni út á fólkaskúlar í Føroyum, har hann saman við einum ráðgeva frá Heilbrigdinum og einum umboði fyri løgregluna greiðir frá vandanum við rúsevnum.
_ Eg vóni, at eg á tann hátt kann forða fyri, at onnur koma út á eitt síðuspor, soleiðis sum eg gjørdi, sigur hann at enda.