“Tær ungu møðurnar” vera misbrúktar

-Eg skilji snøgt sagt ikki, at ein slík sending sleppur á skíggjan, sigur læknin og høvundurin Vibeke Manniche, tá ið Ekstra Blaðið spurdi hana um viðmerking um, at myndugleikarnir hava tikið barnið hjá einum av kvinnunum í sendingini.

 

Danska sendingin De unge mødre er sera vælumtókt í Danmark, og ikki minst í Føroyum. Sendingin snýr seg í høvuðsheitinum um nakrar ungar kvinnur, og teirra lív sum mammur.

 

Nú er greitt, at myndugleikarnir hava tikið barnið hjá einari ungari kvinnu í sendingini, Glennie Nørgaard.

 

-Sendingin er eitt “freakshow”, sigur Vibeke Manniche við Ekstra Blaðið.

 

Hon heldur, at sendingin finnur tær veikastu genturnar, og brúkar tær síðani til sín egna fyrimun, sigur hon við eb.dk.

 

Hon heldur, at sendingin fær ógvuliga stórar avleiðingar fyri tær kvinnur, sum luttaka, og tí er tað sera skaðiligt fyri kvinnurnar og fyri børnini.

 

Hetta veit eb.dk í dag.