“Tilmælið um eldrapolitkk” í Tilhaldinum

Tann 23. januar 2013 handaði arbeiðsbólkur landsstýriskvinnuni í almannamálum tilmæli um eldrapolitikk við heitinum “Trivnaður, tryggleiki og lívsgóðska.

Endamálið við at orða ein føroyskan eldrapolitikk er yvirskipað at gera greitt, hvørji mál og mið Føroyar eiga at hava á eldraøkinum; at vera ein leiðbeinari fyri framtíðina. Politikkurin eigur soleiðis at verða útgangsstøðið og grundarlagið undir teimum politisku avgerðunum og teimum tiltøkum, sum frameftir verða sett í verk á eldraøkinum.

Sambært álitinum byggir framtíðar eldrapolitikkur á fýra berandi súlur, sum eru at tryggja teir karmar, sum kunnu stimbra, at eldru borgararnir í Føroyum kunnu liva eitt trygt og gott lív. At teir borgarar sum hava tørv á hjálp, fáa eina dygdargóða tænastu, sum tekur atlit til sjálsavgerðarrætt og virðileika hins einstaka. At stuðla einstaka borgaranum í at vera sum longst í egnum heimi og at byggja brýr millum ung og gomul og harvið at styrkja samhaldsfesti millum ættarliðini. Sjá heimasíðuna hjá alm.fo, har kanst tú lesa alt Eldraálitið.