Tað eru Fyribyrgingarráðið, løgreglan og Lions Club, ið hava tikið stig til átakið, sum partvís er fingið í lag, tí at tað hevur víst seg, at rúsevnismisnýtsla er ein vaksandi trupulleiki her á landi. Jens Jensen, løgreglumaður, greiðir frá, at fyrr var tað næstan bara hash, ið føroyskir rúsevnismisnýtarar brúktu. Men hesi seinnu árini eru rúsevnini blivin alsamt sterkari.
Avleiðingarnar eru ræðuligar
_ Í dag er tað eingin trupulleiki at fáa fatur á bæði amfetamin og ecstacy í Føroyum, meðan tað er heldur truplari at fáa fatur á eitt nú kokain, sum tó finst her á landi, sigur Jens Jensen.
Poul Jákup Thomsen, sum í sínum dagliga yrki fæst við misnýtarar, tekur undir við Jens Jensen.
_ Vit síggja fleiri og fleiri misnýtarar, sum doyggja av misnýtsluni, og tí er tað ógvuliga umráðandi at fara út á skúlar at greiða frá, hvussu vandamikil rúsevnini eru. Millum ung verður rúsevnisumhvørvið ofta fatað sum ein spennandi og lokkandi verð, og tí er tað alneyðugt, at vit fara út og greiða teimum frá um tann kalda veruleikan, sigur Poul Jákup Thomsen.
Hann hevur í sínum arbeiði sæð nógvar lagnur, ið eru farnar í skeljasor av misnýtslu, og hann dylur ikki fyri, at hjá teimum, sum eru komin út í misnýtsluna, er tað ógvuliga trupult at koma á rættkjøl aftur.
_ Misnýtarin missir alt tað, sum eitur sjálvsvirðing, sjálvsálit, likamliga vælveru, vinir, kærleika og annað, ið vit onnur meta gevur dagligdegnum innihald. Tað er umráðandi, at vit úti á skúlnum greiða næmingunum frá slíkum, um eg so má siga, praktiskum upplýsinum, sigur Poul Jákup Thomsen.
Stórur áhugi
Teir tríggir, ið fara út at greiða frá rúsevnum og misnýtslu, siga, at tað er sera stórur áhugi fyri at fáa teir út á skúlarnar at greiða frá.
_ Vit hava fingið nógvar áheitanir og hava verið á nógvum skúlum. Sum útgangsstøði verður sagt, at vit fara út at tosa við tey, sum ganga í 8. flokki, tí tá verður mett, at næmingarnir eru búnir til slíkt, men tað vísir seg mangan, at tað eisini koma næmingar úr øðrum flokkum at lurta, siga teir. Í sambandi við vitjanirnar úti á skúlunum, eru bíløgd nøkur armbond við tekstinum nei takk, ið teir fara at býta út til næmingarnar í hesum sambandi, men tey eru tó ikki komin enn, greiða teir tríggir frá.
Tó halda teir eisini, at tað fyribyrgjandi arbeiði kundi við, at man kunnað foreldur at børnum í 4. flokki, har man kundi tosað við foreldrini um, hvussu stóran týdning tað er at hava gott samskifti við síni børn, soleiðis at man kann fylgja við í lívinum hjá teimum.
_ Samskifti við børnini kann verða ein ógvuliga týðandi partur, tá ið tað snýr seg um at forða fyri, at tey koma út á eitt síðuspor, siga teir tríggir.
Enn er ikki greitt, hvussu leingi teir tríggir fara at ferðast kring landið, men soleiðis sum áhugin, bendir alt á, at tað verður eina løtu afturat.