Ikki tí, tað veit hvørt mans barn. Men tað er sum við grindatilmælum, at syndararnir vita altíð best sjálvir, og eingin dugir so væl at koma við tilvildarligum undanførslum, bara tí at tey sjálvi ikki klára at taka seg saman at sleppa tubbakkinum.
Íslendska altingskvinnan, Siv Friðleifsdóttir, sum vitjaði í Føroyum í síðstu viku í sambandi við fund hjá Tingmannaráð Útnorðurs var inni á gólvinum í Miðlahúsinum, har hon greiddi okkum frá áhugaverdum uppskoti, sum hon, saman við sjey øðrum altingsfólkum, hevur lagt fyri altingið. Hetta uppskot er eitt tað víðgongdasta stigið móti royking yvirhøvur. Tey vilja gera tað so strangt, at ikki kann roykjast hvar sum helst í almenna rúminum, og at tubbakk bert skal kunna keypast við resept á apoteki. Siv Friðleifsdóttir metti tó sjálv, at hetta helst fór at verða broytt til, at íslendska rúsdrekkasølan í staðin skal standa fyri søluni.
Hetta ljóðar rættiliga restiktivt. Men hví ikki tað? Hvør hevði ímyndað sær fyri fáum árum síðani, at vit í 2011 kunnu halda roykfríar kaffipausur á arbeiðsplássum, ella at tað als ikki verður roykt innandura? Men tað gongur jú fínt.
Tá vit kunnu staðfesta, at so stórur heilsuvandi er tengdur beinleiðis at royking – og at tað ikki bert er roykjarin sjálvur, sum er sjálvmorðskandidatur, men at hann eisini beinleiðis er til vanda fyri onnur, so er at sláa hart niður á slíkt. Í Íslandi byrja tvey ung at roykja hvønn dag. Hví ikki hava eina null-hugsjón um, at eingin skal byrja at roykja?
Landsstýrismaðurin í heilsumálum helt tað als ikki vera hóskandi, at apotekini skulu selja tubbakk. Hann segði í sjónvarpinum, at hann hevði ætlað at givið fólki ókeypis roykiavvenjing í nakrar dagar í sambandi við roykfría dagin 31. mai, men at hann ongar pengar fann til endamálið. Come on John...!
Men eyðsæð er, at tað má í øllum førum gerast keðiligari og truplari at vera roykjari. Tað sigur seg sjálvt. Politikarar skulu sum altíð vera fyrimyndir, og tí má tað vera ein farin tíð, at vit síggja nakað so politiskt ókorrekt, sum ein roykjandi heilsumálaráðharra. Politikkur er jú at vilja broytingar, og eingin fer illa av, at færri – og helst eingi fólk roykja.