- Eftir mínum tykki, eru føroyskir politikararnir beinleiðis farnir at satsa upp á, at føroyingar skulu rýma av landinum.
- Og tað er ein lorta strategi!!!!
Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur og fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum, heldur lítið um tær ætlanir, sum higartil hava verið frammi um, hvussu politikararnir ætla at stýra Føroyska samfelagnum ígjøgnum kreppuna, sum nú leikar á.
Hann sigur, at politikararnir í Føroyum gera akkurát tað øvugta av tí, sum teir áttu at gjørt.
Higartil hava vit ikki fingið nógv at vita um, hvørjar politiskar ætlanir, samgongan hevur lagt fyri ætlaða politikkin tey næstu árini fyri at koma okkum so snikkaleys burtur úr kreppuni, sum gjørligt.
Men vit hava í øllum førum fingið at vita, at yvirskipaða endamálið er, at hallið á fíggjarlógini skal vera burtur um 3-5 ár.
- Hetta eru fullkomiliga skeiv signal at senda almenninginum í eini kreppustøðu, sum hesari, sigur búskaparfrøðingurin.
Hann sigur, at útsøgnir, sum hesar, kunnu ikki føra ikki til annað enn at skapa ótta og stúran og eru við til at ræða fólk av landinum.
Og hann leggur afturat, at verður førdi politikkurin, soleiðis, sum landsins fremstu leiðarar hava fráboðað, fer tað at gera keppuna nógv djúpari, enn neyðugt.
Búskaparfrøðingurin sigur, at tað, sum fer at raka føroyska samfelagið harðast av øllum, er, vissi vit føra ein politikk, sum fer at reka fólk av landinum.
Tað, sum hendi í kreppuni í nítiárunum, var, at tað almenna skyldaði so nógv, at vit høvdu ongar møguleikar at læna.
Og tí bar ikki til hjá landinum at spenna seg út og brúka pengar fyri at forða fyri arbeiðsloysi og úrslitið var, at túsundtals føroyingar rýmdu av landinum.
- Avleiðingin av tí, er, at vit eru bara 49.000 fólk í Føroyum, men vit kundu verið 56.000 - 58.000 fólk.
Og tað hevur ómetaligar avleiðingar fyri føroyska samfelagið og føroyska vælferð, at vit eru 7.000-9.000 fólk færri at framleiða vørur og tænasturm eitt nú til tey eldru. Tann stóra vanlukkan er ikki, at vit ikki hava ráð til eftirlønir. Tann stóra vanlukkan er, at vit hava ikki nóg mikið av fólki til at røkta gomul og sjúk.
Hermann Oskarsson sigur, at eftir hansara tykki er politikkurin, sum nú er fráboðaður undir hesi kreppuni rætt og slætt kensluleysur.
- Hetta minnir um tann politikkin, sum vit vórðu tvingað at føra undir hinari kreppuni fyrst í nítiárunum, har løgmaður í veruleikanum onki fekk gjørt uttan at ynskja fólki, sum stungu í sekkin, góða ferð av landinum.
- Tað er ikki neyðugt í dag, men tað er tað, sum er fráboðað. Og eg haldi, at føroyskir politikarar svíkja borgaran við at sveiggja við spariknívinum í hesum, tíðum.
Nú vita vit ikki, hvat endaliga úrslitið verður, men bara tað, at signalini um sparingar verða send út, loysir tað ótta á fólk og órógvar nýtsluna og íløgurnar í landinum og tað er til stóran skaða, fyri ikki at tosa um hóttandi fráflyting.
Hvør skal bera hallið?
Hermann Oskarsson sigur, at í eini kreppustøðu, sum hesari, er ongin ivi um, at vit koma at hava hall mótvegis umheiminum.
Tað einasta, sum spurningurin snýr seg um, er: Hvør skal bera hetta hallið, tí tað sigur seg sjálvt, at onkur skal jú hava tað.
Hann hevur hug at býta eitt samfelag sundur í trý: Privatu borgararnir, privata vinnulívið og teir almennu kassarnir.
- Privatu borgararnir hava sína avmáldu tíð á jørðini, so doyggja vit og so verður gjørt upp eftir okkum. Vinnulívið hugsar nøkur fá ár fram, í tíðina, kanska eini 20 ár fyri tær mest framrættaðu fyritøkurnar.
- Men almennu kassarnir eru her í allar ævir og tí er tað bara tað almenna, sum kann átaka sær skuld í allar ævir. Tað er bara tað almenna, sum kann átaka sær eitt hall og betala tað aftur yvir tey næstu 100 árini og tí hevur tað almenna eina heilt serliga støðu sum skuldari.
Fyri at sleingja eitt tal út, er tað einki í vegin fyri, at landskassin átekur sær eina skuld upp á eini 10% av bruttotjóðarúrtøkuni í eitt ella tvey ár, er tað ein skuld, sum, sum landið kann betala aftur tey næstu 20 árini ella longri.
- Men verða tað teir privatu borgararnir og privata vinnulívið, sum skulu átaka sær ein slíka skuld, verður tað ein rúgva, sum rýmir av landinum, tí tað fer at broyta teirra tilverugrundarlag so grundleggjandi við arbeiðsloysi og húsagangi.
Hann sigur, at hetta er tann boðskapurin, sum politikararnir í øllum øðrum londum senda sínum borgarum.
Sostatt er boðskapurin hjá politikarum í øðrum londum, at tað almenna er til reiðar at átaka sær eina skuld fyri at tryggja borgararnar.
Tí er tað, at politikararnir í øðrum londum royna at sissa sínar borgararar við boðskapinum um, at teir skulu kenna seg tryggar, tí tað almenna skal átaka sær tað neyðugu skuldina fyri at stýra ígjøgnum kreppuna.
Tað merkir í veruleikanum, at borgararnir sjálvir skulu betala tað – men bara yvir nógv longri tíð.
Hann sigur, at soleiðis er tað, at politikarar í øllum øðrum londum handfara eina kreppustøðu upp á.
Púra skeivt
Hermann Oskarsson staðfestir, at í Føroyum gera politikararnir akkurát tað øvugta.
- Tær politisku útmeldingarnar vit hava fingið higartil, tað er neyðugt, at finna sparingar í landskassunum tey næstu árini.
- Vit hava fingið at vita, at hallið á fíggjarlógini skal vera burtur um 3-5 ár og at næsta ár skal hallið í øllum førum vera undir 500 milliónir.
- Tað er ein púra skeiv útsøgn at koma við í eini krepputíð, sum hesari. Ístaðin fyri at fráboða sparingar, áttu politikararnir at boða borgarunum frá, at teir skulu kenna seg púra tryggar, tí at landskassin er til reiðar at átaka sær so stóra skuld sum neyðugt fyri at halda arbeiðsloysinum niðri.
- Hetta er akkurát tíðin, tá ið politikararnir skulu gera seg út til at átaka sær skuld og at brúka pening skilagott so at so fá sum gjørligt verða arbeiðsloys.
Hann sigur, at tað er als ongin trupulleiki fyri almennu Føroyar at átaka sær eina skuld upp á einar tvær milliardir tey næstu fáu árini.
- Tað avgerðina hava føroyskir politikarar ikki verið nóg vaksnir til at taka, leggur Hermann Oskarsson afturat.
Ístaðin fyri koma teir við útsøgnum, sum elva til óttan og stúran og sum kann gera sítt til, at fólk fara at rýma av landinum.
Og tað er ein vanlukka av dimensjónum.
Hann spyr um politisku útsøgnirnar kunnu vera eitt úrslit av at tað er føroyskur hugburður, at vit skulu spara og onki skylda.
- Kanska eru vit so bygdaslig í heimssamfelagnum, at vit seta tað fremst av øllum at spara og onki skylda, hóast avleiðingin er, at arbeiðsloysið veksur og at byrðan hjá mongum verður so tung, at tey kanska rýma av landinum.
- Kanska duga vit at síggja avleiðingarnar av einum slíkum hugsunnarhátti. Men so eiga politikararnir at ganga undan og vísa á tað røttu leiðina í eini støðu, sum hesari og rætta leiðin er ikki at spara.
Hann sigur, at sparingar fara sum ringar í vatninum. Koyrir tú minni í hýruvogni er tað onkur hýruvognskoyrari, sum missur arbeiði. So má hann eisini spara og fær ikki ráð at keypa klæðir og klippa sær og so missur hárfríðkarin og krambakallurin starvið. So fáa tey eisini verri ráð og soleiðis enda vit í eini endaleysari, negativari spiral.
- Tí er tað í tíðum, sum hesum, at tað avgjørt ikki skal spara at veita tænastur og at keypa tænastur, tvørtur ímóti er tað einasta rætta hjá landinum at økja um virksemið fyri at halda hjólinum gangandi.
- Men eftir mínum tykki hevur tað bara gingið galið higartil, sigur Hermann Oskarsson.
Ber tað so til at hava hall í óavmarkaða tíð?
- Vit tosa nettupp ikki um óavmarkaða tíð, tí einaferð gongur fram á aftur. Í øðrum londum tosa tey um at hava hall tey næstu fimm árini upp á eini 5% av bruttotjóðarúrtøkuni og tað er heldur ongin trupulleiki hjá føroyingum.
Feskt dømi á Tvøroyri
Búskaparfrøðingurin sigur, at feskasta dømi um hetta er Tvøroyrar, har eini 14 fólk eru søgd upp, tí at kommunan er noydd at spara.
- Heldur enn at gera fleiri fólk arbeiðsleys, hevði tað verið munandi skilabetri at latið Tvøroyrar Kommunu sloppið at økt skuldina tey næstu fáu árini, til tíðirnar batna aftur, tí kommunan kann brúka ein mansaldur ella meiri, upp á at betala skuldina aftur.
Tað hevur ongan týdning fyri Tvøroyrar Kommunu at økt skuldina einar tvær, tríggjar milliónir um árið í nøkur ár, til vend kom í aftur.
Men fyri tey 14 fólkini, sum eru uppsøgd, er støðan ein heilt onnur. Tey hava mist arbeiði, summi eru kanska í vanda fyri at missa hús og heim og tey, sum eru nóg ung, rýma av Tvøroyri, kanska eisini úr Suðuroy og kanska enntá av landinum og tað er ein vanlukka, sigur búskaparfrøðingurin
Hermann Oskarsson sigur, at tað eru aðrar kommunur enn Tvøroyri, sum eru í eini slíkari støðu, at tær verða tvingaðar at spara, tí at tær skylda meiri enn eina álíkning, sum er tað mesta, tær hava loyvi at skylda og sum verða noyddar at skerja raksturin, tí inntøkurnar svíkja.
- Tvinga landspolitikararnar kommunurnar at spara, átti landið at átikið sær ábyrgdina, men tað haldi eg ikki, at landið ger, sigur Hermann Oskarsson.
Hann skilir ikki hví politikarar eru áhugaðir at føra ein afturhaldspolitikk.
- Tað kann vera tí at teir føla, at hugburðurin hjá føroyingum er so. Tað kann eisini vera tí, at ikki sær so gott út á CV-num hjá einum politikara, at hann hevði hall øll árini, hann sat.
Men Hermann Oskarsson sigur politikarar mugu lyfta seg upp um tað, tí so sjálvsøknir kunnu teir ikki føra politikk.
Eitt, sum verður ført fram, er, at avtaka rentustuðul til sethús og sjómannafrádráttin?
- Eg eri ikki ímóti at avtaka studningsskipanir. Men hetta er avgjørt ikki rætta tíðin at gera tað. Sum støðan er nú, skulu politikarar halda fingrarnar burtur frá øllum, sum ávirkar inntøkurnar hjá fólki til tað verra. Slíkt skal gerast í góðum tíðum, sigur Hermann Oskarsson.
- Og hvør skal tora at seta spakan í at byggja, við eini hóttan um at avtaka rentustuðulin. Og tað rakar byggivinnuna hart. Hetta er ein óneyðug ræðslu-herferð frá tí almenna, sum er til stóran skaða, heldur Hermann Oskarsson.
Men vera stig tikin á hesum øki, er tað einasta rætta at pumpa pengarar út aftur í samfelagið beinanvegin í íløgum, bæði í betong, útbúgvingar og við at keypa vørur og tænastur frá ymsum veitarum fyri at halda hjólini malandi. Eitt nú eru nógv skrásetingararbeiðið av ymsum slagi, bæði hagtøl, fólkaflytingar og annað, sum okkum manglar og sum tað er eitt gott høvi at fara undir nú.
Humbukk
Fleiri politikarar hava víst, at tað er alneyðugt, at hallið á fíggjarlógini verður avmarkað, tí annars er vandi fyri, at vit koma at skylda so ogv, at vit fáa ikki ráð at betala tað aftur.
Hermann Oskarsson er so bersøgin sum at siga, at hetta er humbukk.
- Eg havi hoyrt politikarar tosa um, at vandi er fyri, at føroyingar enda í eini skuldarfellu. Men fyri nøkrum døgum síðani seldi landskassin lánsbrøv fyri 1,5 milliard. Tað tók ein lítlan tíma at selja tey.
- Er tað tekin um, vit eru nær í námind av eini skuldarfellu, spyr hann.
Hann sigur, at skuldarfella er tað, sum Zimbabve, Suðurafrika og Peru kunnu koma í.
- At politikarar soleiðis loypa ræðslu á borgaran tænir bara einum endamáli og tað er at rættvísgera tann førda politikkin – sum er skeivur.
Annars er tað ongin, sum nakrantíð hevur roknað út, hvussu stórt hall vit kunnu loyva okkum at hava og, hvussu leingi.
- Høvdu vit sett okkum niður at tosa um, hvussu stórt hall, vit kunnu hava tey næstu fimm árini, høvdu vit komið langt. Men tað er altso ongantíð roknað út, hóast ymsir politikarar hava til fragd at hála ymisk upp úr hattinum at ræða fólk við.
Hermann Oskarsson staðfestir, at hvør króna, sum tað almenna sparir, rakar onkran annan.
Tí er tað eisini fullkomiliga mótstríðandi at siga, at vit skulu spara útreiðslur, men samstundis halda hjólunum gangandi. Tað er burturvið at siga, at vit skulu spara eina ávísa upphædd í heilsuverkinum og billa fólki inn, at tað onga ávirkan fær fyri sjúklingin, tí sjálvandi fer tað ávirkan.
- Veruleikin er, at fyri hvørja einastu krónu, tað almenna sparir, verður eitt tilsvarandi hall ført yvir á onkran annan, staðfestir Hermann Oskarsson
Les eisini greinina: Tosa í blindum og greinina : Kann ganga heilt galið