Av tí, at Hilda hevur verið so oftani heima og ferðast, er jóansøkan ikki so fremmand fyri henni, sum hon er fyri so mangar útisetar. Hon hevur ofta verið á jóansøku, og tað er serliga kappróðurin, sum [...] ella »certificat« við navninum hjá Bátafelagnum á, sum siglarar, ið koma hendan vegin, kunnu keypa fyri 100,- krónur. Hetta er eisini eftir hugskoti frá Jóannesi Andreasen, sigur Øssur Hjalt, næstformaður [...] heima í stovuni, sum Øssur tekur til. Øssur Hjalt sigur, at Bátafelagið er Jóannesi sera takksamt fyri hjálpina, hann hevur veitt teimum. Annars sigur næstformaðurin í Bátafelagnum, at mánadagin fer ein
taka ímóti steypavinnarunum úr StÍF, sum samstundis eru eitt av liðunum, sum av øllum alvi berjist fyri at broyta myndina av føroyska hondbóltsoddinum. Misnýttir møguleikar Her var Kyndil á odda undan dystinum [...] teljast millum teir breiðastu í landinum, og tí hava teir higartil í sera stóran mun megnað at byrgt fyri missinum av serliga Sveini Justinussen og Marian Cirloganescu. Tað tóktist hinvegin ikki, sum megnaði [...] at halda lagnum uppi við tankanum um stigini, sum tóktust vís. Spakuliga byrjaði Kyndil tó at koma fyri seg. Jacob Jónsson treiskaðist boðini úr fingrunum og fór kortini inn á vøllin, og saman við Jónleif
og hevur øll árini havt sáttmálan fyri miðlafólk á privata arbeiðsmarknaðinum. Men meðan øll Norðurlond langt síðani hava viðurkent, at fakfeløgini fyri miðlafólk í teirra londum hava ein [...] grovt álop á fjølmiðlarnar. Norðurlendskt krav Felags fyri øll Norðurlond er, at londini hava ein sterkan, almennan public service stovn. Felags fyri øll Norðurlond er eisini, at tey viðurkenna rættin [...] noktar framhaldandi miðlafólki at savna seg í eitt fakfelag, sum hevur samráðingarrættin fyri miðlafólk í okkara almenna public service stovni, Kringvarp Føroya. Hin 22. mai í ár boðaði Føroysk
millum ljóðførisbólkar - er viðkvæmt og torført at sáttast við, men gevur løn fyri ómakin og er av so almiklum týdningi fyri alt klassiskt samanspæl. Tí var tað ein sonn frøi at síggja tey lutfalsliga [...] boga í hond gjørdu seg til reiðar til ta stóru løtuna framman fyri foreldrum og øðrum áhugaðum. Vanliga væntar tú tær ikki beinleiðis fragd fyri oyru at hoyra strúkarasamanspæl á byrjanarstigi; men her vóru [...] barnflokk sitandi alspent við ljóðføri í hond var kveikjandi í sjálvum sær, og festliga løgdu tey fyri við “Old Mc Donald´s Band”. Í mong ár hava vit við ymisk musikkskúlahøvir varnast Peder Riis sum dyggan
verður um kvøldið fyri innbodnum. Brúdleyp Leygardagin 1. august kl. 15 giftast í Havnar kirkju Ingibjørg Hansen úr Gøtu og Torleik Mortensen úr Keypmannahavn. Veitsla verður hildin fyri innbodnum í B36 [...] um kvøldið fyri innbodnum í Bakkastovu. Brúdleyp Leygardagin 1. august kl. 14.00 giftast í Glyvra kirkju Maria Hansdóttir Tausen, Saltangará, og Høgni Lamhauge, Lamba. Brúdleyp verður fyri innboðin í [...] verður fyri innbodnum á Hotel Føroyum kl. 18.00. Brúdleyp Leygardagin 8. august giftast í Kimmerslev Kirkju, Kamille Rosenfalck, Borup og Gunnleif F. Ellefsen Blaasvær, Tórshavn. Brúdleyp verður fyri innbodnum
var komið til Vestmanna fyri at geva seg yvir. Heldur royndu teir frá fyrsta bríksli við ágangandi verjuspælið at gera sítt til, at tungu skjúttarnir hjá VÍF ikki skuldu koma fyri seg, og við einum VÍF liði [...] kanska ikki so stórur, men tá Kyndil samstundis tveitti alt umhugsni fyri borð, fekk VÍF skapt avgerandi holið. Hóast teir tá vóru aftan fyri við tveimum og trimum málum, so var eingin orsøk til panikk hjá [...] seinni dysturin millum liðini endaði við javnleiki. Tvungið skifti gagnaði Og tað var eisini sera javnt fyri tað allar mesta, tá risarnir so aftur hittust í Vestmanna sunnudagin. Við eini lívligari áskoðarafjøld
Innlendismálaráðið góðkennir broytingina, skal Býarskipanarnevnd Landsins eisini siga sína hugsan. Og nú var støðan tann, at ein meiriluti í Býarskipanarnevndini Landsins var ikki fyri at broyta bygg [...] Tórshavnar kommuna helt heldur ikki góðan fyrisitingarsið, tá hon viðgjørdi og broytti byggisamtyktina við Sandá í 2010 og 2011. Eitt týðandi skjal um sjálva útstykkingina á trøðni hjá Müller familjuni [...] sum Áhugabólkurin og løgfrøðingar halda vera sera týðandi, er tó nevnt í viðgerðarhøpi. Tá umboð fyri tey 245 fólkini á Argjum, sum skrivliga mótmæltu staðsetingini í 2010, høvdu fund við býarfyr
Men hann hevði eisini áhuga fyri øðrum enn fugli, hann dugdi eisini væl at skriva. Eisini var hann kvøldskúlalærari. Hann var ein íblástur fyri mong. Eisini hevði hann áhuga fyri tónleiki eins og Esther, [...] teimum myrku tíðum, tá ið vandi var fyri týskari innrás í Bretlandi”. Esther og William giftust í Føroyum í 1944 og fingu her fyrra barnið Hervør, sum doyði fyri nøkrum árum síðani. Á Fair Isle Frá 1948 [...] sangfugli, og hevur hon havt stóran týdning fyri hendan fuglabólkin, har tað hevði verið trupult við eyðmerking. Kenneth var eisini undangongumaður fyri at kortleggja ferðing hjá fugli. Her kundi
varveita plássið í meistaradeildini. Sigurin hjá ÍF b móti Fram stutt fyri jól, fer nú at vísa seg at hava sera stóran týdning fyri fuglfirðingar. Teir eru nú trý stig frammanfyri SÍ og tað merkir, at tað [...] Kristiansen sat uttanfyri allan dystin við einum skaða. Sørvingar høvdu umskipað liðið nakað fyri at gera pláss fyri teimum báðum nýggju monnunum. Jón Nielsen leikti á miðjuni, men hesum kom hann ikki væl frá [...] Zachariassen við á liðið og tað gav betri breidd í álopinum. Hinumegin netið var ÍFb eisini styrkt við Kennet Neshamar, sum vanliga leikar á fyrsta liðið, og hann gav álopinum tann tryggleika sum tørvaði, tá
skálkaskjól fyri mangt og hvat. Vitjanin ávirkar bankakanningina Eina góða viku, áðrenn bankakanningin verður avdúkað, kemur danski forsætisráðharrin á vitjan. Tað kann hann gera í góðum treysti. Fyri tað fyrsta [...] tað ikki óttin fyri ágangi, sum gjørdi, at Nyrup avlýsti ferðina til Føroya í mai 1995. Nyrup ynskti bara at sleppa sær undan at standa til svars mótvegis kravinum um eina dómarakanning. Kenn tína vitjunartíð [...] Væl veit eg, at Edmund hevur ikið á knøunum fyri at fáa Nyrup hendan vegin. Men timingin er vánalig. Tað er bæði óheppið og óhóskandi, at Nyrup vitjar Føroyar í hesum døgum. Hetta átti bæði løgmaður og