Musikkskúlin ger vart við seg

Ólavur Hátún
-----

Í farnu viku vóru orkestur­dag­ar hildnir innan karmar Tórshavnar Musikkskúla – blás­arar mánadagin og týs­dagin 28. og 29. januar og strúk­arar fríggjadagin og leygar­dagin 1. og 2. februar.
Hugaligt var tað týskvøldið at leita inn í konserthøllina í Norðurlandahúsinum, har Peder Riis-Jensen var til reið­ar við teim yngstu blás­ar-un­um. Bara at síggja hendan fitta barnflokk sitandi al­spent við ljóðføri í hond var kveikjandi í sjálvum sær, og festliga løgdu tey fyri við “Old Mc Donald´s Band”. Í mong ár hava vit við ymisk musikkskúlahøvir varnast Peder Riis sum dyggan stuðul bæði gangandi til handa í tí praktiska, men fyrst og fremst sum tann dugnaligi tónleikalærarin, ið við sera góðum handalag hevur skipað fyri samanspæli.
Men tað, sum vit við hesum byrjanarbólki, Orkestur I, og teimum báðum fylgjandi fingu at hoyra hetta kvøldið í Norðurlandahúsinum var ikki einsmans avrik, men úr­slit av góðum fyrireikandi sam­­starvi millum musikk­lær­arar.
Hetta samstarv kom eis­ini greidliga til sjóndar, tá vala­liðið av væl útbúnum tón­leikarum sessaðist millum næmingarnar til enn meira framkomið samanspæl í Or­kestri II. Rímiligt má vera at nevna tey við navni: Andrea Heindriksdóttir og Katja Volovelskaja floytu, Christ­ina Andersen fagott og Atli K. Petersen, Ken Jones og Jens Knudsen mess­ing. Í slag­v­erkinum tryggj­aði Rúni Kallsoy Mourit­sen tann týð­andi pulsin í fram­førsl­unum. Aðrir musikk­lærarar, sum ikki tóku lut á hesum sinni, men sum eru við til at skapa fram­haldandi menning av ríku blásaratraditiónini í høv­uðs­staðnum, eru Bjarni Berg og Oddur Hentze klarinett, Kári Bæk obo, Eirikur Skála saxo­fon og Ólavur Olsen mess­ing.
Men last but not least er at nevna yvirskiparan Berhard Wilkinson, hvørs ljóðføri er floytan, men sum er at meta sum ein aðalinspiratorur í okk­ara verandi tónleika­heimi. Lítandi hundrað ár aft­ur í tíðina hóma vit Bager Hansen, sum var fremsta eldsálin í tátíðar tónleika­lív­in­um í Havn.Væl man bera til at siga, at Benny er tað sama hjá okkum nú, um enn á heilt øðrum stigi.
Orkestur II gav góða kenslu av breiddini í blásara­heimi býarins í dag, men tá so Føroya Landsorkestur lat ljóma frá sær, kundu vit við gleði og stoltleika fetta okkum á í sæti, tí í hondum Berhards Wilkinsonar eiga vit her eitt ljómlið, sum við treysti kann fara um øll høv og við sóma hava framførslu í einihvørjari konserthøll í heiminum.
Leygardagin seinnapartin endaði annað umfarið av orkesturdøgum Tórshavnar Musikkskúla á hesum sinni, og tá vóru tað strúkarnir, sum lótu okkum hoyra, hvat tey høvdu fingið burturúr hesar báðar dagarnar.
Karmurin var nú nýggi Skúl­in við Løgmannabreyt, og bara at koma á gátt har og oman í stóru høllina gav upp­living í sjálvum sær. Tøkk fái býráðið fyri sítt fíggjarliga stórtøkni til tað listarliga, tí veggjaprýði hjá Edvardi Fuglø er ikki bara hugtakandi hjá tilvitað vitjandi, men man skapa trivað og hava menn­andi ávirkan á tær barnasálir, sum sleppa at hava sína gongd í slíkum umhvørvi.
Sum vituligt vóru tað aft­ur tey yngru, sum løgdu fyri. Ilt er at gera mun í meting av ljóðførum, men viðganga má eg, at í mínum hugaheimi er strokspælið primadonnan mill­um ljóðførisbólkar - er við­kvæmt og torført at sátt­ast við, men gevur løn fyri ómakin og er av so almikl­um týdningi fyri alt klass­iskt saman­spæl. Tí var tað ein sonn frøi at síggja tey lut­fals­liga mongu smábørn, sum við boga í hond gjørdu seg til reiðar til ta stóru løtuna framman fyri foreldrum og øðrum áhugaðum.
Vanliga væntar tú tær ikki beinleiðis fragd fyri oyru at hoyra strúkarasamanspæl á byrjanarstigi; men her vóru ongi misljóð at hoyra. Við skilagóðum tónleikavali og í tryggu leiðarahondum Claire Thomsens gjørdist hendan byrjanarløta ein gevandi og vónríkur inngangur. At fegn­ast um var eisini tað javna býtið millum høgar og lágar stemmur, og at tað umframt teir mongu smáu cellistarnar eisini var væl mannað við kontrabassum.
Hendan javnvág mill­um ljóðførini var eisini merk­is­verd, tá teir búnu strúkarnir sessaðust í salinum. Aftur hesaferð var tað Bernhardur Wilkinson sum bar tann stóra leiðaralutin. Eins og við blásarunum var eisini her tað fyrireikandi arbeiðið ein fortreyt fyri tí góða úr­slit­inum, og musikkskúlin á Frúutrøð hevur væl­kvali­ficer­að læraratoymi til tess: Violin og bratsch: Angelika Nielsen, Annette Nielsen, Claire Thomsen, Jona Jacob­sen, Nikolaos Kapnas og Sámal Petersen, cello: Jens Christian Guttesen og Tóri Restorff Jacobsen og kontra­bass: Agnar Lamhauge. Trygg­ur miðdepil í hesum saman­spæli var okkara frægi pianistur Jóhannes Andreasen, um enn skúlin ikki enn hevur fingið sær hósk­andi ljóðføri til hansara hendur.
Við musikkskúlans fram­komnastu stroknæmingum og lærarunum lutvís uppií bar væl til hjá Benny í tí ljóð­stuðlandi høllini at dusa sær við tí tónlistarliga. Tann væl skipaða skráin gav okkum høvi til at uppliva elegantan lættleika, markantar rytm­ur, erfínar fraceringar og mergjað patos – eitt ljóm­andi úrslit eftir so stutta fyri­reik­ing!
At slíkt unglinga strúki­orkestur er besta undir­støðið hjá okkara tónlistar­liga flagg­skipi Føroya Sym­­­foni­or­kestri er eyð­sæð. Tað er tí at ynskja eftir, at Bern­­hardur Wilkin­son fær høvi til at arbeiða við okkara gávu­ríku strúkara­ung­dóm­um eftir sama leisti, sum hann hevur tað við teim ungu blásarunum í Føroya Lands­orkestri.
Samanumtikið kann tað eftir hesar orkestur­dag­ar tykjast, sum at musikk­skúla­støðan er góð í høvuðs­stað­num. Men fullgott kann tað ikki sigast at vera, tá tvífalt so nógv børn standa á bíðilista, sum tað eru næmingar á skúl­anum. Neyvan er tað kommunan, sum heldur aftur í hesum týðandi máli, tá vit hava í huga, at nýggj­ur stásisligur musikk­skúla­bygningur er í umbúna. At øll mugu spara í hesum tíðum, vita vit; men at fara so fram við sparilíggjanum, at hann uttan fyrilit skerjir alt yvir ein kamb, er størri skaði fyri trivnað í hesum landi, enn tað uggar í tí fíggjarliga.