Slitnir Kyndlarar halda fast

Strandingar høvdu allar møguleikar at taka stigini sunnudagin, men tá teir ikki tóku av, so gjørdi Kyndil tað

Hans Áki Dal-Christiansen hevði leikbann, ogJacob Jónsson hevði ein brotnan fingur. Økslin hjá Finnuri Hansson kundi als ikki nýtast at skjóta við, og so hevði Janus Einar Sørensen eisini verið ivasamur upp til dystin.
Tað vóru fortreytirnar, sum Kyndil mátti virka eftir, tá teir sunnudagin skuldu gera seg til at taka ímóti steypavinnarunum úr StÍF, sum samstundis eru eitt av liðunum, sum av øllum alvi berjist fyri at broyta myndina av føroyska hondbóltsoddinum.

Misnýttir møguleikar
Her var Kyndil á odda undan dystinum sunnudagn, og tann støðan stendur við. Eisini hóast tað í longum løtum tóktist so, at her kundi endin bara gerast tann, at StÍF skuldi fara við stigunum.
Hóast strandingar eisini hava fingið skert munandi um sín hóp, so man hópurin hjá teimum teljast millum teir breiðastu í landinum, og tí hava teir higartil í sera stóran mun megnað at byrgt fyri missinum av serliga Sveini Justinussen og Marian Cirloganescu.
Tað tóktist hinvegin ikki, sum megnaði Kyndil at koma seg yvir missin av sínum stuðulsspælarum. Janus Einar tóktist vera klárur, men í aðrar mátar stóð illa til. Finnur var á vøllinum, men hóast hann fleiri ferðir hevði møguleikan, so var eingin skotroynd at síggja, tí økslin vildi ikki loyva honum hetta. Jacob sat á beinkinum, og tað bendi leingi á, at her skuldi hann verða verandi, og so var tað upp til aðrar at taka yvir.
Og júst í hesum hevur Kyndil havt sín kanska størsta trupulleika í ár. Tað er eingin ivi um, at teir fyrstu sjey á vøllinum teljast millum teir allar stinnastu leikararnar í føroysku kappingini, men breiddin í hópinum hevur latið nógv eftir at ynskja.
Og hetta sá eisni út til at kosta heilt nógv. Hóast strandingar als ikki fingu glið á sítt spæl, so megnaði Kyndil í alt ov lítlan mun at hótta gestirnar, og meira enn nakað, so tóktist alt bara vera ein spurningur um, nær StÍF av álvara kom ígongd. Tí møguleikarnar høvdu teir. Ikki minst seinasta triðingin av seinna hálvleiki megnaðu teir ferð eftir ferð at bróta álopsspælið hjá Kyndli, soleiðis at eyðkeynda kontra-spælið kundi setast í verk, men fleiri ferðir á rað vórðu gyltir møguleikar misnýttir, soleiðis at munurin ikki gjørdist tann heilt stóri kortini.

Spælskiparar gjørdu mun
Misnýttu møguleikarnir hjá StÍF saman við til tíðir beinleiðis vánaliga spælinum frá Kyndli førdu við sær, at dysturin í nógvar mátar var um at rura áskoðararnar í svøvn, tó at væl mannaðu strandingarnir royndu at halda lagnum uppi við tankanum um stigini, sum tóktust vís.
Spakuliga byrjaði Kyndil tó at koma fyri seg. Jacob Jónsson treiskaðist boðini úr fingrunum og fór kortini inn á vøllin, og saman við Jónleif Sólsker var hann við til at seta eitt sindur av skili á spælið hjá Kyndli. Strandingar tóktust tó alla tíðina at halda fast um leiðsluna, og við góðum tíggju minuttum eftir á klokkuni vóru gestirnir framvegis tvey mál frammanfyri, men so kom av álvara vend í.
Við Jacob og Jónleif inni á vøllinum hevði Kyndil í eina lítla tíð sýnt, hvussu stóran týdning tað kann hava at hava kanska besta strikuleikaran í landinum á liðnum. Janus Einar fekk fleiri ferðir bóltar spældar inn hálvgum í loyndum, og altoftast megnaði hann eisini at fáa antin mál ella brotskast burturúr, og so var tað, at verjan hjá StÍF av álvara fór at halta.
Kontraspælið koyrdi sjálvsagt heldur ikki av tí sama, og tí gekst nú meira enn striltið hjá StÍF at fáa nakað sum helst burturúr.

Í sjálvsving
Og nú vaknaði Kyndil eisini. Eyðkendi stríðsviljin, sum hevur borið liðið so langt higartil í ár, var nú aftur at síggja. Fyrstu trý korterini tóktist annars, sum trúðu menn lítið uppá, at hetta á nakran hátt skuldi bera til, men nú var tað eins og eitt pendul, sum var um at fara í sjálvsving. Hóast Josef Abrahamsen misnýtti brotskast, tá Kyndil loksins hevði møguleika at javna, so tóktist hetta á ongan hátt at nerva liðið.
Heldur settu menn enn meira ferð á, og tá Jónleif Sólsker so eisini sýndi, at hóast ferðin á beinunum kanska er nakað minni, so megnar fótskiftið framvegis at seta verjuleikarar av, kom sjógvur av álvara í.
Strandingar royndu sum seinasta vápn at mansverja bæði Jónleif og Jacobn, og fingu eisini eftir lítlari løtu minkað niður í 24-21. Mønustingin fingu teir tó, tá Kyndil tveir minuttir fyri tíð fekk tríggjar metrar. Dómararnir høvdu armin á lofti, og Jacob mundi ásanna, at tað var nú ella ongantíð, tá hann uttan nakað fet yvirhøvur støkk upp sum ein fjøður og langaði bóltin í meskarnar.
StÍF var nú snøgt sagt knekkað. Seinastu minuttirnar fánaðu herrópini frá viðhaldsfólkunum burtur í einki, samstundis sum tey hjá Kyndli gjørdust alt meira ljódlig við sínum klappum. Og ikki uttan orsøk. Kyndil hevur nú lagt seg trý stig á odda í bestu mansdeildini, og tó at tann leiðslan væl kann vera minkað niður í eitt stig longu mánakvøldið, so heldur liðið framvegis fast um oddasessin. Og hann man vera tað, sum vigar mest av øllum.

Dysturin í tølum
Kyndil-StÍF 27-21 (8-9)
Málskjúttar
Kyndil: Josef Abrahamsen 6(2), Ken Zachariasen 5(1), Janus Einar Sørensrn 5(1), Jónleif Sólsker 3, Hanus Johansen 2, Finnur Hansson 2, Jacob Jónsson 1, Høgni Klein 1, Gunnar Wardum 1, Hans Arni Thomsen 1
StÍF: Artur Johansen 8(1), Leivur Justinussen 3, Sverri Justinussen 3, Andre F. Danielsen 3, Jón Rasmussen 1, Mihai Marinescu 1, Pauli Hansen 1, Borgar Danielsen 1
Brotskøst: Kyndil 7, StÍF 1
Útvísingar: Kyndil 3, StÍF 3
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen. Fylgidómar restaðu nakrar ferðir. Millum annað eitt klokkuklárt reytt kort ta einu ferðina.