Kommunan ignoreraði týðandi skjal

Tórshavnar komm­una breyt eina privata av­talu, tá bý­­ráð­ið sam­tykti at broyta bygg­i­sam­tykt­ina fyri frí­økið við Sandá til bygg­­iøkið

Tórshavnar kommuna helt held­ur ikki góðan fyri­sit­ing­ars­ið, tá hon viðgjørdi og broytti byggisamtyktina við Sandá í 2010 og 2011. 

 

Eitt týðandi skjal um sjálva útstykkingina á trøðni hjá Müller familjuni var nevn­liga ikki við í við­gerð­ini. Skjalið nevnir tvey frí­øki. Annað fríøkið liggur om­an móti Sandá. 

 

Skjalið er tinglisið í ok­tob­ur 1975. Í skjalinum verð­ur sagt, at “Øki til veg, bil­støðl­ar, frítt øki, spælipláss...verða bein­anvegin, sum bygg­i­búningin er lokin, at leggja út sum almenn ogn utt­an endurgjald av nøkr­um slagi.” 

 

Skjalið finst ikki 

 

Ein advokatur hjá Á­huga­bólk­i­num og ein eftirkomari hjá Müller familjuni høvdu í juni fund við em­bæt­is­fólk í kommununi. Í fund­ar­frá­søgn­ini verður sagt, at skjal­ið var við í viðgerðini. 

 

Men hvussu kann eitt skjal hava verið viðgjørt, tá tað ikki finst í málinum ella í skjal­a­goymsluni hjá komm­u­nuni? Fulltrúin, sum fann innlitið fram til á­hug­a­ból­k­in váttar, at skjal­ið finst ikki.

 

##med2##

 

Mótmælisfólk gjørdu vart við skjalið 

 

Tað umrødda skjalið, sum Áhugabólkurin og løg­frøð­ing­ar halda vera sera týð­andi, er tó nevnt í viðgerðarhøpi. Tá umboð fyri tey 245 fólkini á Argj­um, sum skrivliga mót­mæltu staðsetingini í 2010, høvdu fund við bý­ar­fyr­i­sit­ing­ina, vístu mót­mæl­is­fólk­ini til skalið. Eitt foto­kopi finst eisini av for­síð­uni, sipað verður til skjal­ið í innlitinum, men sjálvt skjalið finst ikki og bý­ráðs­limir tá kenna tað ikki.

 

Tekniska leiðslan og byggi­leiðslan í Tórshavnar komm­unu valdu sostatt at ign­o­r­era skjalið, tó at tey vóru gjørd varðug við tað. Harvið fingu bý­ráðs­pol­it­ik­arar ikki allar neyðugu upp­­lý­s­­ingarnar. 

 

##med3##

 

Býráðslimir kenna ikki skjalið 

 

Limir í áhugabólkinum hava tosað við fýra fyrr­ver­andi býráðslimir. Teir siga, at skjalið var IKKI við í við­gerðini. Tveir teirra siga har­um­framt, at hevði skjalið ver­ið við, so hevði úrslitið ver­ið eitt annað. 

 

Hetta merkir, at við­gerð­in var ikki nóg neyv. Og “hvis en sag er utilstrækkeligt op­lyst, kan det betyde, at af­gør­­el­sen må tilsidesættes som u­gyldig”.(Fólkatingsins Um­­boðs­maður). 

 

Áhugabólkurin heldur, at hetta álvarsamt. Um bý­ráð­ið ikki ásannar, at mis­tøk eru gjørd, góðtekur tað, at brot er gjørt á eina priv­at­rætt­arliga avtalu og fyri­sit­ing­ar­rættin. 

 

Eisini ger býráðið seg sek­an í einum grefligum inn­trivi í eitt frílendi við størstu ánna í høvuðsstaðnum á skeiv­um grundarlagi. Tað fara vit og komandi ættarlið at minn­ast sitandi býráðið fyri.   

 

Skjalið ikki sent Innlendismálaráðnum 

 

Eftir hoyringina, har argj­a­fólk skrivliga mótmæltu, broytt­ist meirilutin í byggi- og bý­ar­skip­an­arnevndini, frá ein­um samdum JA til eitt NEI. Men ein minst møgu­ligur meiriluti í bý­ráð­num samtykti tó at broyta byggisamtyktina, so frí­øk­i­ð kundi umskipast til bygg­i­økið. 

 

Áðrenn ein byggisamtykt kann broytast endaliga, skal Innlendismálaráðið eft­ir­kanna, at alt er farið rætt fram, og fær tí alt tilfarið frá kommununi um málið. Men í innlitnum, sum Á­hug­a­ból­kur­in hevur fingið frá Inn­lend­is­mál­aráðnum, er um­rødda skjalið ikki við. Aft­ur eitt greitt tekin um, at skjalið var ikki við í við­ger­ð­ini í Tórshavnar kommunu. 

 

Biða Innlendis­mál­a­ráð­ið ikki lurta eftir bý­arskipanarnevndini 

 

Áðrenn Innlendismálaráðið góð­kenn­ir broytingina, skal Bý­ar­skipanarnevnd Lands­ins eisini siga sína hugs­an. Og nú var støðan tann, at ein meiriluti í Bý­ar­skipanarnevndini Lands­ins var ikki fyri at broyta bygg­i­samtyktina fyri fríøkið við Sandá.

 

Men tá skriva teir, sum sita ovast á teknisku deild­ini og byggideildini í Tórs­havnar kommunu eitt langt bræv til Innlendismálaráðið, har teir biðja aðalráðið um IKKI at taka støðuna hjá Bý­ar­skip­an­arnevnd Lands­ins til eftirtektar.

 

Innlendismálaráðið lurt­aði eftir tveimum em­bæt­is­monnum í Tórshavnar komm­unu heldur enn Bý­ar­skip­an­ar­nevnd Landsins. Ein full­trú staðfesti síðani ta broyttu byggisamtyktina fyri fríøkið við Sandá í 2011. 

 

##med4##

 

Tórshavnar kommuna sel­ir tað, ið latið varð henni

 

Í tinglýsta partinum av um­rødda skjalinum lata tey fýra børnini hjá Poul Müll­er kommununi fríøkið utt­an endurgjald. Einasta treyt­in er, at kommunan heldur frí­økið viðlíka.

 

Men uttan at tosa við gomlu eigararnar, ella eft­ir­kom­ar­ar hjá teimum, broyt­ir kommunan fríøkið til eitt byggiøki, og selir tað fyri 641.000 krónur til tey, sum vilja byggja eina kirkju á Argj­um.

 

Áhugabólkurin ivast ikki í, at skjalið um út­stykk­ing­ina, sum er ting­lis­ið 20. oktober 1975, og ikki er avlýst, er sera týðandi fyri viðgerðina og end­a­liga avgerðina at broyta byggisamtyktina. Tí eig­ur býráðið at taka mál­ið upp aftur til nýggja við­gerð, tí ”… hvis en sag er ut­il­stræk­keligt oplyst, kan det betyde, at afgørelsen må til­sid­e­sæt­tes som ugyldig…”

 

Umboðsmaður Fólka­tings­ins um fyri­sit­ing­ar­rætt:

 

Myndighederne har an­svaret for at oplyse en sag tilstrækkeligt, inden de træf­fer afgørelse – det er et grund­læg­gende princip i for­valtningsretten. Prin­cip­pet kaldes oftest offic­i­al­prin­cippet...  

 

Formålet med of­fi­ci­al­prin­cippet er at understøtte, at der træffes materielt lov­lige og rigtige afgørelser. 

 

Officialprincippet hør­er til de såkaldte garanti­for­skrif­t­er, og hvis en sag er u­til­stræk­keligt oplyst, kan det betyde, at afgørelsen må tils­ide­sættes som ugyldig. Det kan også betyde, at sag­e­n må genoptages, så de mangl­ende undersøgelser kan blive foretaget. 

 

 

 

Áhugabólkurin "Varð­veit­ið fríøkið við Sandá":

 

Jóhann Mortensen

 

John P. Danielsen

 

Maria C. Nielsdóttir

 

Súsanna Sørensen

 

Turið Jacobsen

 

Urd Johannesen

 

Teksturin til vinstru sigur, at byggjast skal ikki á fríøkjunum. Hetta var fyritreytin hjá teimum, sum keyptu stykki á trøðni hjá Müller sunnan fyri Sandá