Óli Jacobsen
----
Herfyri var eg á ferð úr London saman við Esther Williamson, f. Rein, ættað úr Havn. Hon var á veg til Føroya at halda sín 90 ára føðingardag 20. juli. Saman við henni var sonurin, Robin, og kona hansara, Jane.
Vit komu á tal og tískil ber til at geva eina lýsing av enn eini hermannakonu frá seinna heimsbardaga, sum fleiri hava verið av í Miðvikuni.
Havnarfólk burturav
Hóast Esther hevur verið so leingi úr Føroyum, so hoyrist tað ikki á henni. Hon tosar føroyskt sum eitt rættiligt havnarfólk, sum hon eisini er.
Esther er dóttir Hansinu, kend lærarinna, og Niels Rein. Hennara abbar, Pedda við Stein og Luddi í Dali, vóru kendir havnarmenn. Eitt upplivilsi hjá Esther var at kunna vitja gravirnar á Svínaryggi hjá ommunum og abbunum og hjá mostrini Onnu Sofíu Mohr, sum eisini var lærarinna á egnum privatskúla. Hon tók við sum lærari aftaná Hansinu, mammu Esther.
Esther var yngst av systkjunum og nú er bara hon eftir. Systkini vóru
Ebba, sum var gift í Froðba við Dánjal Jákup Jensen í Froðba.
Anna, sum var gift við Óla Jákup Jensen í Havn.
Haggi, giftur við Julinu.
Petur, búði í Køge.
Mia, sum var gift við donskum bónda.
Lina, ógift. Hon var útbúgvin løgfrøðingur, men gjørdist telefongenta í Havn.
Lívið hjá Esther var upprunaliga sum hjá øðrum havnargentum. Hon arbeiddi hjá tannlæknanum Kaaber í Tinganesi, men hann ferðaðist eisini runt landið at umvæla tenn. Hann mátti hava alla útgerðina við sær. Tá var Esther eisini við honum.
Esther letur væl at Kaaber og donsku konu hansara, Sigrid, fyri at hava verið fitt fólk.
Ein serlig vinkona frá tíðini í Føroyum er tann javngamla Solveig hjá Jóan Jakku, skómakaranum. Tær hava havt samband sínámillum alla hesa tíðina.
Heimsbardagin broytti alt
Men í 1940 kemur kríggið við øllum teimum bretsku hermonnunum. Niels var blíður og bjóðaði einum hermanni heim, og tað rann saman millum hann og Esther. Hetta var tann nýggju ár eldri Kenneth Williamson.
Niels J. Arge skrivar um hann:
“Tíðliga undir krígnum kom ein hermaður, sum var settur at røkja hersins bókasavn í Havn. Hetta savn helt leingi til í handilshølunum hjá Aksel Nielsen í Tórsgøtu. Hann var so hugtikin av hesi lítli norrønu tjóð, at hann setti sær fyri at nýta hvørja fríløtu til at kanna land, fólk og mentan, tí her var ørgrynni av tilfari at gera burtur úr.
Fleiri ferðir fór Kenneth ikki til Bretlands at halda frí sum hinir hermenninir. Hann fór heldur at ferðast í Føroyum at hitta fólk, sum kundu greiða honum frá, hvussu samfelagið var lagað og virkaði”.
Kenneth gjørdist so hugtikin av Føroyum, at hann skrivaði eina bók um Føroyar, The Atlantic Islands, sum gjørdist so væl umtókt, at hon varð endurprentað.
Í henni eru tekningar av høvundanum og 35 fotomyndir og fýra kort. Aftast í bókini er grein við nøvnum um føroysk súgdjór og ein onnur um føroyskar fuglar. Bókin er heilar 385 síður.
Alsk til føroyingar
Kenneth skrivar í fororðinum, at hugskotið til hesa bók fekk hann á kvøldi tann 19. september 1941, tá ið hann skrivaði eitt bræv til vinir heima um grindadráp. Hann leggur m.a. afturat:
“Tá kom eg eftir, bert fáar dagar eftir at vera komin til Føroya, at hetta bræv var byrjanin til eina kanning av føroyska samfelagnum, sum skuldi geva mær nógvar eydnusamar royndir næstu fýra árini, og sum skuldu enda við, at eg fekk eina føroyska konu.
Henda bók kom at gerast eitt neyðugt ítriv, tí einki er so keðiligt sum lívið í eini hermannalegu.
Men eg vóni at kunna nøkta ein tørv, tí eg eri komin eftir, at almenningurin í Bretlandi veit stórt sæð einki um Føroyar. Hesin kunnleiki er so lítil, at nógv halda, at “Faroe” hevði samband við gamla Egyptaland vegna konganavnið Faro!
Í hesi bók royni eg at geva sanna mynd av Føroyum. Fyri at røkka hesum havi eg ferðast nógv um í Føroyum, kanna fuglalívið, hitt fólk, og eygleitt tey í teirra dagliga arbeiði.
Eg fari ikki at gloyma hesar ferðir vegna tann vinskap og blíðskap, sum eg møtti. Alt var gjørt fyri meg. Um stivlarnir vóru skitnir, so vórðu teir vaskaðir, og um sokkarnir vóru vátir, so blivu teir turkaðir. Hvar eg kom vóru fólk sannførd um, at eg var við at svølta í hel. Og sjálvt um eg át so nógv sum eg orkaði, so kundi eg sjáldan sannføra mínar vertir um, at eg var mettur!
Sjálvt tá ið tað seinni varð sett í verk skamtan av ymiskum vørum, so minkaði hetta ikki um gestablídnið.
Eg sannaði, at flestu føroyingar vóru bretskt vinarligir, eisini í teimum myrku tíðum, tá ið vandi var fyri týskari innrás í Bretlandi”.
Esther og William giftust í Føroyum í 1944 og fingu her fyrra barnið Hervør, sum doyði fyri nøkrum árum síðani.
Á Fair Isle
Frá 1948 til 1957 búðu Esther og Kenneth á oynni Fair Isle í Hetlandi, sum liggur um 40 km sunnanfyri Mainland.
Her var Kenneth leiðari á eini fuglaeygleiðarastøð. Oyggin er kend fyri sítt ríka fuglalív. Hon er bert 8 ferkilometrar til støddar, um 2/3 av Skúvoy. Íbúgvaratalið er um 70 og fremsta virksemið er bóndaskapur og binding.
Tey fluttu so til Bretlands og fingu Robin í 1955. Esther fór tá aftur at arbeiða hjá tannlækna. Men hon tók sær so sanniliga eisini av børnunum. Robin helt røðu fyri mammuni føðingardagin. Hann segði, at hann hevði havt eina “wonderful mother” og ein lukkuligan barndóm. Eisini var Esther við í vælgerandi arbeiðinum hjá Macmillan charity, sum hjálpir fólki við krabbameini.
Tað varð eisini tikið til í føðingardegnum av føroyskari skyldkonu, hvussu væl hon dugdi at skipa fyri. Var føðingardagur legði hon altíð so til rættis, at hon var liðug ein tíma áðrenn ásettu tíðina. So setti hon seg við einum vínglasi at sleppa av til gestirnir komu!
Esther var hugnalig at práta við, og hon minnist nógv frá teirri gomlu Havnini.
Hennara ynski at koma til Føroya at halda sín føðindardag sýnir tann alsk, sum hon hevur til sín føðiland og til sín gamla heimbý.
Esther býr nú nærindis soninum, Robin, í Sevenoaks sunnast í Onglandi.
Kenneth – millum teir fremstu fuglafrøðingar
Kenneth Williamson var ein serstakur persónur, sum hevur uppiborið at vera meira kendur, eisini í Føroyum.
Hann var føddur 22. mars 1914 i Lancashire norðarlaga í Onglandi. Hann skrivaði sína fyrstu bók um fugl “The Sky’s Their Highway” longu 23 ára gamal. Undan tí hevði hann roynt at koma inn á lærdan háskúla, men hetta bar ikki til, tí mamman var sjúk. Hann gjørdist blaðmaður eitt skifti, men hann fekk eitt starv á Manx museum á oynni Man, haðani mamma hansara var ættað. Her fekk hann møguleika til at menna sín áhuga og kunnleika til millum annað ferðing hjá fugli. Henda møguleika fekk hann eisini seinni í Føroyum.
Serliga kom Kenneth at kunna gera seg galdandi á hesum økinum á Fair Isle. Her kundi hann m.a. staðfesta fýra til tá ókend fuglasløg i Stóra Bretlandi umframt aðrar sjáldsamar fuglar. Hann hevði eisini áhuga fyri at kanna parasittar á fugli og kundi eisini her staðfesta fyrr ókend sløg.
Allar hesar royndir eru lýstar í bók hansara “The Fair Isle and its Birds”, sum kom út í 1965. Henda bók verður framvegis mett at vera áhugaverd hjá fólki, sum er áhugað í oyggjum og fugli.
Eftir at vera farin av Fair Isle var Kenneth eitt skifti á St. Kilda. Her fekst eisini møguleiki at kanna ferðing av fugli. Hetta hevur hann eisini skrivað um.
Kenneth menti eina skipan til eyðmerking av ringmerktum sangfugli, og hevur hon havt stóran týdning fyri hendan fuglabólkin, har tað hevði verið trupult við eyðmerking.
Kenneth var eisini undangongumaður fyri at kortleggja ferðing hjá fugli. Her kundi staðfestast sam-bandið millum fugl og tey øki, har teir hildu til. Henda skipan verður grundleggjandi nýtt framvegis.
Frá 1969 og til hann doyði í 1977 var Kenneth blaðstjóri á blaðnum Bird Study eins og hann skrivaði í øðrum miðlum um fugl. Hann var eisini sjálvskrivaður at luttaka í sendingum um fugl í bretskum loftmiðlum.
Eitt annað øki, sum Kenneth eisini kannaði gjøgnum nógv ár var hamskifti á fugli.
Vegna sítt virksemi fekk Kenneth í 1976 heiðursmerki frá Bretska Fuglafrøðifelagnum. Hetta heiðursmerki verður ikki latið hvørjum sum helst. Fram til fyri fáum árum síðani vóru bert 41, sum hava fingið tað.
Men hann hevði eisini áhuga fyri øðrum enn fugli, hann dugdi eisini væl at skriva. Eisini var hann kvøldskúlalærari. Hann var ein íblástur fyri mong. Eisini hevði hann áhuga fyri tónleiki eins og Esther, sum spældi klaver.
Kenneth kannaði eisini sambandið millum fugl og veðurlagsbroytingar. Eitt evni sum sanniliga er aktuelt í dag. Hann var hálvliðugur við eina bók um hetta evnið, tá ið hann doyði. Onkur annar rithøvundur hevur fingið nyttu burtur úr hesum tilfarinum.
Tað verður eisini tikið til, hvussu stóra hjálp Kenneth fekk frá Esther. Ikki minst á Fair Isle, har tað kom til góðar, at Esther hevði royndir av at búgva á eini oyggj. Tað verður sagt, at tað er ikki minst henni fyri at takka, at fuglaeygleiðarastøðin har framvegis er “still going strong”.
Kenneth doyði knappliga av hjartaslagi 14. juni 1977, og við honum fór ein av teimum størstu innan fuglafrøðiheimin í Bretlandi. Hann verður lýstur sum tann møguligi “last birding hero”.
Hildið verður, at hann fekk ikki tann almenna heiður, hann hevði uppiborið. Orsøkin var kanska tann, at hann hevði ikki nakra formella útbúgving. Hann var “bara” sjálvlærdur!
Tað liggja fleiri rit eftir Kenneth.
Í 1948 kom út “A study of the Faroe Life ans Scene”, sum er gjørd saman við Niels í Botni.
Í tíðarritinum The North Western Naturalist skrivaði Kenneth eina grein um grindadráp í Føroyum. Hann lýsir grindadrápið heilt frá tí grindaboðini koma og inntil tað verður býtt. Umframt hevur hann tekningar av øllum tí reiðskapi, sum verður nýttur.
Hann endar hesa grein við at takka verfaðirinum Niels Rein, sum hevur givið munandi íkast til hesa frásøgn. Ì greinini er eisini fitt av heilt góðum myndum frá grindadrápi í Havn.
Í tíðarritinum Antiqiquity hevði Kenneth i 1946 eina grein um vatnmyllur í Føroyum. Hann heldur ikki tær vera so gamlar. Men hesar myllur vóru longu tá við at fara í søguna. Ein orsøk var, at føroyingar í nógv størri mun vóru farnir at eta eplir heldur enn bygg. Eisini í hesi greinini hevur Kenneth fingið hjálp frá sínum nærmastu í Føroyum. Ein góð kelda var svágurin Dánjal Jákup Jensen í Froðba. Og konan, Esther, hevði verið ein sera góð hjálp sum tulkur eins og hon hevði verið til hjálpar á annan hátt.
Í 1944 skrivaði Kenneth eina grein um forkunnug fuglasløg, sum eiga í Føroyum. Eitt dømi var um sanglerkar, sum fyrr høvdu hildið til í Nólsoy, men sum í 1944 vóru at finna á Sandoynni.
Í 1963 kom út bók A mosaic of Islands, sum Kenneth hevði skrivað saman við J. Morton Boyd, skotskur djórafrøðingur, sum eisini hevur skrivað nógv um hetta økið.
Henda bókin umrøður fleiri skotskar oyggjar og eisini Føroyar. Men tað sum kanska eisini hevur áhuga í Føroyum er, at Kenneth eisini skrivar um St. Kilda.
Hesin oyggjabólkur liggur 64 km í ein útnyrðing av North Uinst á Hebridunum. Størsta oyggin er Hirtha, sum er hægst í øllum Bretlandi. Fólk hava búð á St. Kilda í tvey ártúsundir. Men fólkatalið hevur ongantíð verið hægri enn 180. Tey seinastu fólkini fóru av oynni í 1930. Nú eru tað bara vísindafólk og líknandi sum eru á St. Kilda.
Men her hevur eisini verið eitt fuglaparadís, sum tað eisini hevur verið hjá Kenneth við hansara áhuga fyri fugli. Kenneth greiðir væl frá søguni hjá oyggjabólkinum, sum kann vera áhugaverd hjá føroyingum eisini. Bøkurnar hjá honum kunnu lænast á bókasøvnum.
Meðan Kenneth var á Fair Isle gjørdi hann kanningar av ferðingini hjá íslendska smyrlinum, og henda grein varð eisini prentað í eini fakbók. Í hesum sambandi hevði hann fangað 30 smyrlar.
Her hevur verið talan um eini megnarhjún, og skal eina ferð enn verða send Esther ein heilsan
------
Komandi partur
Tann 4. september eru 175 ár síðan William G Sloan varð føddur. Henda dag verður eitt føroyskt ferðalag í Dalry, har hann var føddur. Komandi Miðvika verður ein lýsing av gamla Sloan, sum hann varð kallaður.