- Nú ein góður mánaði er farin av býráðssetuni, og nýggja býráðið hevur havt fundir í ymisku nevndunum, vilja vit kunna um, hvat vit ætla at gera komandi fýra árini. Fyrsti býráðsfundur varð hildin síðst [...] avbjóðingar og avgerðir í kommununi. - Vit fara at føra ein skynsaman fíggjarpolitikk. Seinastu árini er raksturin í kommununi nógv øktur. At hava eina kommunu við ellivu einstøkum bygdum, ið landafrøðiliga [...] verða dagførd og viðlíkahildin. Somuleiðis skal fríðkan av kommununi raðfestast munandi. Meira um, hvat nýggi býráðsmeirilutin í Sunda kommunu ætlar sær at gera í valskeiðnum, kann lesast á www.sunda.fo
Sambært tíðindastovuni NTB er tað Danmark, sum stendur seg best á sonevnda Transparency International-listanum yvir heimsins lond. Og tað er ikki bara í ár, at so er. Danmark er nevniliga kosið at vera minst [...] korrupta land á hvørjum ári síðan 2018. Á Transparency International-listanum eru londini mett eftir, hvat eitt nú serfrøðingar og vinnulívsleiðarar uppliva innan almena geiran. Á 2024-listanum liggur Finnland
tunlunum eru ikki tryggjaðir við betongi, tí tilfarið í fjallinum er so mikið gott, at tað er ráðiligt at lata teir standa berar. Har tað er neyðugt, verða partar av tunlunum tó tryggjaðir við betongi og [...] spurdi soleiðis: 1. Er Landsverk vitandi um grótið, sum javnan dettur niður undan loftinum í Gásadalstunlinum? 2. Rapar grót javnan undan loftinum í smáu tunlunum í Føroyum? 3. Er nøkur skaðafráboðan um [...] tó ikki førd fyri hesar fráboðanir, og vanliga er hetta eitt mál millum bileigaran og tryggingina. Og til 5 og 6 spurningin svarar hann soleiðis: – Tað er loyvt at ganga ígjøgnum tunlarnar, sum Landsverk
abortin er náttúrunnar máti at sálda sjúk fostur frá. Fostur við t.d. kromosomfeili. Hetta byggir tó ikki á nágreiniliga gransking, tí millum lítil og ongin gransking er gjørd á økinum. Nakað, sum er galdandi [...] Føroyum bjóðað hjálp í sambandi við spontanar abortir? 3. Hvat verður gjørt fyri at fyribyrgja spontanar abortir hjá kvinnum í Føroyum? 4. Er nøkur ætlan um at broyta mannagongdir? Í viðmerking til fy [...] Tað er løgtingskvinnan, Liljan Weihe, sum spyrj landsstýriskvinnuna í heilsumálum, Súsonnu Bertholdsen, og tað ger hon í einum grein 52a fyrispurning. Ítøkiliga spyr Liljan Weihe soleiðis: 1. Hvørjar
Vágs Kommuna er vorðin royndarkommuna. Í hesum sambandi verður ein framløga í Miðlatúni mánadagin 10. februar klokkan 19.00. Framløgan fer at kunnað yvirskipað um Barnaverkætlanina, og hvat hon fer at týða [...] týða fyri borgararnar í Vágs kommunu, skrivar vagur.fo. Endamálið er at víðarimenna barna- og ungdómsøkið í Vágs Kommunu, har málið er at betra um støðuna hjá børnum og ungdómi í kommununi. Bjarni Johansen [...] skipanina “Tann Góða Tilgongdin”, sum longu hevur hjálpt nógvum børnum og familjum í Føroyum. Málið er at skapa eina enn betur skipan, har øll børn fáa javnbjóðis atgongd til hjálp og stuðul eftir tørvi
upp. Grindadrápið er við at gera okkum til serstaka tjóð. Tað var lívsneyðugt tilfongi fyri fólkið, ið búleikaðist á hesum klettum. Sjálvt um grindin ikki hevur sama týdning longur, so er hon ein tíðandi [...] aftur til 1200 talið. Tó meta søgukøn, at sýslumannsskipanin í Føroyum er eldri enn tann í Íslandi. Løgreglan ella politiið er eitt rættuliga nýtt fyribrigdið í Føroyum. Eg haldi teir fyrstu politistarnir [...] danskt embætisfólk gerð semju við eina føroyska stjórn um serføroysk viðurskifti. Serliga, um so er, at hetta er gjørt uttanum danska løgmálaráðið. Eftir hana varð John Kølbæk settur í starv sum fúti, men hann
Órógv er danska bilasølumarknaðinum, nú bæði Ford og Hyundai hava sagt upp øllum sínum søluumboðum í Danmark. Nic. Christiansen Gruppen, sum stendur fyri innflutningi av bæði Ford og Hyundai í Danmark [...] umboðum fyri at effektivisera virksemið. Vinnan stendur fyri stórum broytingum, og sambært greinarum der er hendan gongdin bert júst byrjað: Roknað verður við, at hendan gongdin eisini verður helst eisini at [...] verður til dømis, um Stellantis fer at halda fram við verandi, nakað sundurbýttu forhandlaraskipan. Og hvat við Volkswagen og Skoda?” Fyri donskar bilasølur merkir henda broyting, at nógvir umboðsmenn missa
sigur hann. Elsti parturin av Kvívíkar skúla, sum er frá miðskeiðis í sjeytiárunum, er ikki í góðum standi. Hetta er parturin, har svimjihylurin er, og hann er bæði slitin og illa bjálvaður. - Tørvsmetingar [...] slíka á skrá, er enn ein opin spurningur, men ein møguleiki er ivaleyst nærindis skúlanum og ein annar er nærindis dagstovninum í Kvívík. - Fingu vit eina slíka høll, sum eg meti, at tørvur er á, hevði hon [...] vit kappróður her í kommununi, og nú er eisini svimjifelag stovnað, sum er ein sólskinssøga. Her koma børn at svimja bæði úr Kollafirði, Vestmanna og Vágum, og her er faktiskt bíðilisti at sleppa at venja
Suðurkorea fyri at skapa hernaðarligan ójavna í økinum og skapa álvarsligar trygdarligar avbjóðingar. Tað er í sambandi við hansara atfinningar av trílandasamstarvinum, at hann í gjár segði, at tað verða móttiltøk [...] eitt nú sum framhaldandi menning av kjarnorkuætlanini hjá landinum. Hann greiddi ikki nærri frá, hvat ein slík gongd serliga fór at merkja. Ritzau/Reuters
Ivittuut. - Danska síðan hevur mangan ført fram, at Grønland bara er ein útreiðsla, hóast vit hava lagt nógv fyri til teirra vælferð og vælstand. Hvat hevði Danmark verið uttan Grønland, skrivar hann á Facebook [...] tú mást minnast til, at talan er um eina upphædd yvir nógv ár, og tað sigur einki um vinningin, sigur hann við DR News. Torben M. Andersen leggur dent á, at munandi óvissa er um talið. Hetta tí, at gamlir [...] ríkidømi við námsvinnu við kryolit í Grønlandi í yvir 100 ár. Skal Grønland vera óheft frá Danmark, er ein av stóru spurningunum, hvussu heimsins størsta oyggj fer at klára seg uttan fíggjarligan stuðul