Tankar eru um at byggja eina høll í Kvívík

- Eg vænti, at vit í bygdaráðnum fara at taka henda spurningin upp, og at vit fara at finna eina góða og skynsama loysn – í fyrsta lagi fyri okkara borgarar, sigur borgarstjórin

Tað hevur verið upp á tal at byggja eina høll til frítíðarvirksemi í Kvívík, men eingin avgerð er tikin um hetta enn. Hugsað hevur verið um eina høll, sum eitt nú kundi rúmað flogbólti og øðrum ítróttar-og frítíðaraktivitetum.

 

Hvar ein slík høll kundi ligið í bygdini, um bygdaráðið velur at seta eina slíka á skrá, er enn ein opin spurningur, men ein møguleiki er ivaleyst nærindis skúlanum og ein annar er nærindis dagstovninum í Kvívík. 

 

- Fingu vit eina slíka høll, sum eg meti, at tørvur er á, hevði hon helst verið hitað við avlopsorku frá vatnorkuverkinum og hitapumpu – og ikki beinleiðis við olju.

 

Tað sigur Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri í Kvívíkar kommunu. Hann heldur, at ein slík høll kundi rúmað bæði ítrótti, ymiskum frítíðaraktivitetum og mentanarligum tiltøkum.

 

Hugsað verður um eina høll, sum kundi verið góðkend til eitt nú flogbóltsdystir.

 

- Í fleiri ár høvdu vit kappróður her í kommununi, og nú er eisini svimjifelag stovnað, sum er ein sólskinssøga. Her koma børn at svimja bæði úr Kollafirði, Vestmanna og Vágum, og her er faktiskt bíðilisti at sleppa at venja við svimjifelagnum.

 

Borgarstjórin vísir á, at í Kvívíkar kommunu eru eisini skótar, og børn úr eitt nú Vestmanna og Kollafirði koma heim til Kvívíkar og luttaka í skótavirksemi. Á hinari síðuni ganga eisini onkrir ungdómar úr Kvívíkar kommunu til hondbólt í Vestmanna.

Hans Jóhann heldur, at ein nýggj høll í Kvívík hevði verið ein góður karmur um ymiskt felagsvirksemi.

 

- Jú, eg vænti, at vit í bygdaráðnum fara at taka henda spurningin upp, og at vit fara at finna eina góða og skynsama loysn – í fyrsta lagi fyri okkara borgarar, sigur hann.

 

Elsti parturin av Kvívíkar skúla, sum er frá miðskeiðis í sjeytiárunum, er ikki í góðum standi. Hetta er parturin, har svimjihylurin er, og hann er bæði slitin og illa bjálvaður.

 

- Tørvsmetingar eru gjørdar av skúlanum fyri at finna út av, hvat skal gerast, og tørvurin er størstur í elsta partinum. Onkur vindeygu eru skift í skúlanum, men í gamla partinum eru bæði tak og útveggir eisini í ringum standi.

 

Borgarstjórin kann fegnast um, at bæði fólkatalið í kommununi og barnatalið í skúlanum eru nakað økt seinastu tíggju árini, tó at talan hevur verið um hóvligan vøkstur.

 

- Fólkatalið, sum lá um sløk 600 fyri tíggju árum síðan, nú er á umleið 620, og talið av børnum í skúlanum er hesi árini eisini vaksið úr umleið 50 í 2015 upp í 72, og í Kvívíkar skúla ganga børnini til og við 7. flokk, sigur Hans Jóhann Sørensen.

Nærliggjandi er at hugsa sær, at neyðugt eisini verður at veksa um skúlan við onkrari skúlastovu aftrat. 

 

Tað eru eftirhondini nøkur ár síðan, at dagstovnagjaldið í Kvívíkar kommunu varð avtikið, soleiðis at foreldur í kommununi ikki rinda fyri dagstovnapláss. 

 

Lesið eina størri samrøðu í VikuskiftisSosialinum við borgarstjóran í Kvívíkar kommunu. Blaðið fæst til keyps í blaðsølunum kring landið.

 

##med2##

 

Hans Jóhann Sørensen er borgarstjóri í Kvívíkar kommunu