Býráðsmeiriluti: Ein góð kommuna fyri øll

- Skattakrónurnar skulu umsitast væl, soleiðis at borgararnir fáa sum mest fyri pengarnar, sigur nýggi býráðsmeirilutin í Sunda kommunu

- Nú ein góður mánaði er farin av býráðssetuni, og nýggja býráðið hevur havt fundir í ymisku nevndunum, vilja vit kunna um, hvat vit ætla at gera komandi fýra árini. Fyrsti býráðsfundur varð hildin síðst í januar, har ein røð av málum vóru á skrá. Flestu málini vórðu einmælt samtykt, og restin við breiðum meiriluta.

 

Soleiðis sigur nýggi býráðsmeirilutin í Sunda kommunu í dag.

 

- Sum býráð fara vit at arbeiða fyri, at allir borgarar skulu føla seg virdar og hoyrdar. Opinleiki og gjøgnumskygni verður bulurin í okkara býráðsarbeiði, har borgararnir verða miðdepilin í førda politikkinum. Við árligum borgarafundum fara vit at tryggja okkum, at tær avgerðir, ið kommunustýrið tekur, eru í tráð við ynskini hjá bygdarfólkunum.

 

Býráðsmeirilutin leggur aftrat, at tey ætla sær at leggja nógva orku í at kunna borgarar um møguleikar, avbjóðingar og avgerðir í kommununi.

 

- Vit fara at føra ein skynsaman fíggjarpolitikk. Seinastu árini er raksturin í kommununi nógv øktur. At hava eina kommunu við ellivu einstøkum bygdum, ið landafrøðiliga telist millum størstu kommunur í landinum, krevur nógv av politikkarunum og umsitingini.

 

Víst verður á, at skattakrónurnar skulu umsitast væl, soleiðis at borgararnir fáa sum mest fyri pengarnar.

 

- Komandi árið verður dentur serliga lagdur á rakstur og viðlíkahald, so vit uppbyggja ein íløgukarm aftur, sum fer at styrkja og menna kommununa. Ein viðlíkahaldsætlan skal gerast, og við hesum tryggja vit, at allar ognir og vegir hjá kommununi verða dagførd og viðlíkahildin. Somuleiðis skal fríðkan av kommununi raðfestast munandi.

 

Meira um, hvat nýggi býráðsmeirilutin í Sunda kommunu ætlar sær at gera í valskeiðnum, kann lesast á www.sunda.fo