Neyvan skilagott at skúlaflokkar ganga í tunlum

Landsstýrismaðurin hevur heitt á Landsverk um at taka málið upp um, hvussu ábær ferðsla kann skipast í tunlunum.

Tað sigur Dennis Holm í svari til Jóhannus Joensen, løgtingsmann, sum í einum grein 52a fyrispurningi hevur spurt landsstýrismannin nakrar spurningar um viðurskiftini í Gásadalstunlinum. Løgtingsmaðurin spurdi soleiðis:

1. Er Landsverk vitandi um grótið, sum javnan dettur niður undan loftinum í

Gásadalstunlinum?

2. Rapar grót javnan undan loftinum í smáu tunlunum í Føroyum?

3. Er nøkur skaðafráboðan um hetta?

4. Hvat verður gjørt fyri at forða fyri, at skaði stendst av omanlopi í tunlum?

5. Eru hesir tunlar nóg tryggir fyri fólk og akfør?

6. Nær kunnu fólk kenna seg trygg við at brúka hesar tunlar?

Í svarinum til spurning 1, 2 og 4 vísir landsstýrismaðurin á, at Landsverk varðar av 21 tunlum. Teir eru 40 kilometrar samanlagt. Tveir nýggir tunlar eru í gerð, Dalstunnilin og Fámjinstunnilin, meðan tríggir tunlar ikki eru í rakstri longur.

– Tunlarnir hjá Landsverki eru gjørdir til bilferðslu og Landsverk, sum vegamyndugleiki, setur altíð trygdina fremst á landsvegakervinum, sigur landsstýrismaðurin.

Hann vísir á, at størsti partur av tunlunum eru ikki tryggjaðir við betongi, tí tilfarið í fjallinum er so mikið gott, at tað er ráðiligt at lata teir standa berar. Har tað er neyðugt, verða partar av tunlunum tó tryggjaðir við betongi og boltum. Hetta verður eisini gjørt, tá teir verða bygdir. 

– Av og á kann grót detta undan loftinum og úr veggjunum á tunlunum, harímillum í Gásadalstunlinum, men sum oftast er talan bert um smásteinar. Loftið verður vanliga tryggjað betri enn veggirnir, og steinar detta tessvegna oftari niður úr veggjunum og ikki beinleiðis undan loftinum.

Viðhvørt dettur grót eisini niður í teimum nýggjaru tunlunum, ið eru betri tryggjaðir.

Tískil er ikki bert talan um eldri tunlar við hesum avbjóðingunum. Tað ber ikki til at tryggja seg 100%.

 Landsverk fremur eftirlit í tunlunum umleið fimta hvørt ár, har loft og veggir verða kannaðir fyri leyst grót, rivur og møguligar lekar. Ábøtur verða gjørdar so hvørt eftir tørvi.

Til spurning 3 svara landsstýrismaðurin soleiðis:

– Landsverk fær viðhvørt skaðafráboðanir frá bileigarum, sum hava koyrt á grót í tunlunum. Hagtøl vera tó ikki førd fyri hesar fráboðanir, og vanliga er hetta eitt mál millum bileigaran og tryggingina.

Og til 5 og 6 spurningin svarar hann soleiðis:

– Tað er loyvt at ganga ígjøgnum tunlarnar, sum Landsverk varðar av, men tunlarnir eru gjørdir til bilferðslu, og ikki til ábæra ferðslu, tað vil siga fólk til gongu ella á súkklu.

– Sambært spyrjaranum ganga nógv fólk, ja heilir skúlaflokkar, gjøgnum Gásadalstunnilin. Tað er neyvan skilagott, sigur landsstýrismaðurin.

– Landsverk arbeiðir við málinum um ábæra ferðslu og hevur skrivað eitt temablað um málið, sum er ein partur av nýggju samferðsluætlanini, men einki er um gonguferðslu gjøgnum tunlarnar.

Landsstýrismaðurin hevur heitt á Landsverk um at taka málið upp um, hvussu ábær ferðsla kann skipast í tunlunum, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, í svarinum til Jóhannus Joensen, løgtingsmann.