Norðurkorea fer at víðka um kjarnorkuætlanina

Leiðarin í Norðurkorea, Kim Jong-un, vil framhaldandi menna kjarnorkuætlanina í landinum.

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, var í gjár á vitjan í verjumálaráðnum í landinum. Á vitjanini lovaði hann at menna kjarnorkuætlanina í landinum enn meira, sambært KCNA. - Mynd: Kcna/Reuters

Tað segði hann í gjár, sambært almennu norðurkoreansku tíðindastovuni, KCNA.

Orðini vórðu søgd undir vitjanini hjá norðurkoreanska leiðaranum í verjumálaráðnum í landinum í sambandi við ársdagin fyri stovnan av norðurkoreanska herinum.

Her ákærdi Kim hernaðarliga samstarvið millum USA, Japan og Suðurkorea fyri at skapa hernaðarligan ójavna í økinum og skapa álvarsligar trygdarligar avbjóðingar.

Tað er í sambandi við hansara atfinningar av trílandasamstarvinum, at hann í gjár segði, at tað verða móttiltøk, eitt nú sum framhaldandi menning av kjarnorkuætlanini hjá landinum.

Hann greiddi ikki nærri frá, hvat ein slík gongd serliga fór at merkja.

 

Ritzau/Reuters

 

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, var í gjár á vitjan í verjumálaráðnum í landinum. Á vitjanini lovaði hann at menna kjarnorkuætlanina í landinum enn meira, sambært KCNA. - Mynd: Kcna/Reuters