Danmark liggur ovast á listanum yvir lond við lítlari korruptión - ella muturi.
Á Transparency International-listanum eru tilsamans 180 lond kring um heimin.
Hyggja vit eftir londum um okkara leiðir, deilir Noreg á listanum fyri 2024 eitt 5. pláss við Sveis og Luxemburg.
Sambært tíðindastovuni NTB er tað Danmark, sum stendur seg best á sonevnda Transparency International-listanum yvir heimsins lond.
Og tað er ikki bara í ár, at so er. Danmark er nevniliga kosið at vera minst korrupta land á hvørjum ári síðan 2018.
Á Transparency International-listanum eru londini mett eftir, hvat eitt nú serfrøðingar og vinnulívsleiðarar uppliva innan almena geiran.
Á 2024-listanum liggur Finnland á einum øðrum plássi, og síðan koma Singapore og Ný Sæland.
- Niðast á korruptiónslistanum liggja Sýria, Venesuela, Somalia og Suðursudan, veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.











