av, at hesir flokkar í Grønlandi eins og brøðrafokkarnir í Føroyum ikki kappast um somu veljarar. Teir koma tískil væl út av tí við hvørjum øðrum. Tann flokkur, sum er verst fyri í aktuellu politisku støðuni [...] Siumut. Á hendan hátt er Atassut komið í lyklastøðu, og alt bendir sostatt á, at Atassut fer at hava ein týðandi leiklut í komandi samgongusamráðingunum. Samráðingar eru í dag millum Atassut og Siumut. Hinvegin [...] vegamóti. Støða skal takast í sjálvstýrismálinum, búskapurin skal nútímansgerast, avgerð um privatiseringar skal takast og stórir sosialir trupulleikar loysast. Hinvegin er Grønland í stórari menning við einum
hevur eina viðmerking til keypið í bløðunum í hesum døgum. Nú er Sjúrður Skaale ikki hvør sum helst, og man teljast millum tey rættiliga royndu fjølmiðlafólk í Føroyum, og tí eigur ein viðmerking frá honum [...] ein minoritetsíløga í eitt privat virki verður mett eftir hvønn politiskan lit, uttanfyristandandi meta leiðsluna hava. Hetta er ikki sørt óhugnaligt. Allar avísir hava meiningar í sínum oddagreinum. Vit [...] men sjónarmiðini í oddagreinum eru tey, ið ábyrgdarblaðstjórin leggur fyri dagin, uttan at spyrja partaeigarar ella nakran annan eftir. Skulu almennar fyritøkur bert kunna eiga partabrøv í privatum fyritøkum
til Italia? Maður mín er italienari og hevur búð í Føroyum seinastu sjey árini, so eg helt, at eg nú átti at fara til hansara heimland at búgva í eina tíð. Í Italia arbeiði eg umvegis alnetið fyri Skeiðsdepilin [...] Hvar á bátinum er Bingo? og til: Hvussu er vallaraheimið í Norra?. Hvat er týdningarmikið at duga í tínum starvi? Avgjørt at halda høvdið kalt í stressaðum støðum. Eitt nú er tað sera stressandi at standa [...] til arbeiðis? Onkuntíð eri eg so troytt, at eg sovi í 11 tímar út í eitt. Annars siti eg saman við hinum starvsfólkunum og hugni mær - spæli kort, hyggi í sjónvarp o.t. Tá eg orki, royni eg eisini at arbeiða
hesum síðum, so tykjast tey í VB framvegis ikki vilja gera nýtslu av útlendsku leikarunum, sum óviljað endaðu í sentrum av útlendingamálinum í føroysku hondbóltskappingini. Í ítróttartíðindunum leygarkvøldið [...] boðini, sum formaðurin í hondbóltsdeildini hjá VB hevði at bera, tá hann varð spurdur um, hvørt tey framvegis ikki kundu gera nýtslu av leikarunum. Í hesum blaðnum skrivaðu vit annars í farnu vikuni, at nú [...] spæla í kappingini ella ikki, og tað hava tær báðar VB-kvinnurnar. Um tær so hava loyvi at vera í landinum ella ikki er eitt heilt annað mál, sum kann viðføra útvísing og mist leikloyvi. Men tað er í øllum
ávara um, at hóast búskapargongdin var einanstandandi góð í Føroyum, so var stýringin av Landshúsarhaldinum út av lagi vánalig. Floymdi inn í kassan Ein búskaparvøkstur hevur sjálvandi við sær, at inntøkurnar [...] viðført, at peningur hevur floymt inn í landskassan. Einki undarligt er í hesum. Frá fullveldissamgonguni varð sagt, at hetta var tekin um skilagóða búskaparstýring. Í dag vita øll at hetta als ikki var [...] tað floymdi inn í landskassan, so floymdi tað enn skjótari út aftur. Aldrin áður í Føroya søgu hava almennu útreiðslurnar vaksið so nógv eftir so stuttari tíð. Tá so samgongan harafturat í ovurkæti valdi
Í seinastuni hevur mentunarblaðið Fregnir skrivað eina greinarøð ímóti føroyskari olympiskari viðurkenning. Søgan um føroyska olympiska viðurkenning er í stuttum henda. Miðskeiðis í 80?unum tekur ÍSF stig [...] International Olympic Council, tað olympiska ráðið. Limirnir í IOC eru einstaklingar, sum IOC sjálvt velur. Limirnir umboða ikki heimlond síni í ráðnum. Olympiska ráðið viðurkennir síðani altjóða sersambond [...] spurningur, hvat er eitt land í olympiskum høpi? Av teimum um 200 viðurkendu ítróttarsambondunum eru 12 úr londum, hvørs ríkisrættarliga støða minnir um støðuna hjá Føroyum. Harafturat hevur ÍSF fullan
nýtti fyrr í vár. Hóast liðið lá væl fyri, so varð eisini nýggjur venjari settur í úrtíð, og nú fer bara framtíðin at vísa um, tað fer gangast líka væl hjá HB, sum tað gjørdi hjá Brøndby fyrr í summar. [...] Geolgau vann greipuna fyrsta árið, hann var í HB, men síðani hevur gingið eitt sindur striltið. Tvær steypafinalur hevur hann tapt, og i 2000 fekk eitt annað pláss í føroysku landskappingini. HB tapti á Ólavsøku [...] oddaliðnum NSÍ, so hevur leiðslan avgjørt at seta venjaran úr starvi. Eisini koyrdur í fjør Ion Geolgau var eisini koyrdur í fjør, men tað gjørdist stokkut, tí eftir bert ein dyst, sat rumenin aftur á beinkinum
Stauce at vísa somu kynstrini, hann leygardagin vísti í endanum á dystinum móti Føroyum. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað so, at vend av álvara kom í dystin, tá Litava fekk ein mann útvístan. Bara 21 minuttir [...] Dainius Gleveckas kom at standa væl fyri eftir eitt hornaspark í trettanda minutti, men sendi bóltin uppum. So kom Ísland meira fyri seg, og longu í fyrra hálvleiki gav Chelsea-maðurin Eiður Smári Guðjohnsen [...] uppleggið til tað fyrsta. Í 49. minutti sendi hann bóltin innfyri úr høgru, og fyri málinum var Heiður Helgason hægstur og skallaði bóltin inn til 1-0. Á tímanum bleiv Eiður spældur í dýpdina og kundi renna
áðrenn eitt pláss í hálvfinalunum er víst. Hetta fer helst at krevja í minsta lagi níggju stig, og seks av hesum skulu so fáast til høldar í teimum trimum seinastu dystunum. Dysturin í tølum B36-Skála 2-1 [...] sterkasta lið í Føroyum, eisini, men tað var so heldur ikki meira enn akkurát. Linlig uppgerð Um sjálvan dystin er at siga, at hann fyri tað mesta var rættiliga rótutur. Kanska var spælið heldur frægari í fyrra [...] fóru á vøllin til triðja dystin í kappingini um Løgmanssteypið. Eftir stigaleysar uppgerðir móti bæði GÍ og HB var kravið heilt einfalt trý stig, tá Skála kom á vitjan í Gundadali. Hesum kravinum eftirlíkaði
hjarta- og æðrasjúkur seinni í lívinum, um børn drekka minni feita mjólk. Hann sigur, at longu í heilt ungum árum verður grundalagið fyri sjúkum lagt, og tá ið børnini eru komin í skúlaaldur, hevur helmingurin [...] energifeittprosent (E%). Vandi kemur í um børn fáa kost við skúmaðmjólk og mosi ella greyt við ongum feitti í. Tí verður enn tilmælt, at koyra eina teskeið av olju ella margarini í matin hjá børnum yngri enn eitt [...] Havn sigur, at heilsusystraskipanin í Føroyum vanliga fylgir tilmælum, sum koma frá almennum donskum heilsustovnum. Oftast ganga nakrir mánaðir áðrenn vit seta tilmælini í verk her hjá okkum, men vit fara